Í 1974 kom ein 27 ára gamal dani til Føroya at undirvísa í tónleiki og fronskum í eitt ár á Studentaskúlanum í Hoydølum. Eitt ár gjørdist til fleiri, og í dag, 31 ár seinni, er pianisturin úr Sønderjyllandi við síða hárinum og hálvbrotna málinum vorðin ímyndin av føroyskum tónleiki og hevur verið ein primus motor í føroyskum tónleikalívi í fleiri áratíggjur.
Árið í 1974 gjørdist við øðrum orðum eitt lagnuár. Bæði fyri lívið hjá Kristiani Blak, men ikki minst fyri føroyskt mentanarlív, sum maðurin úti á Reyni í Havn hevur havt eina ómetaliga ávirkan á.
Náttúran dróg
Eftir lokna universitetsútbúgving í 1972 í tónleiki og fronskum á universitetinum í Århus undirvísti Kristian Blak í trý ár á einum studentaskúla í Fredericia, men við síni bakgrund í einum donskum bygdasamfelagi í Sønderjyllandi hevði listamaðurin eitt inniligt ynski um at royna onnur lokalsamfeløg í óspiltari náttúru, sum altíð hevur hugtikið hann. Listamaðurin leitaði eftir náttúruni, sum sambært honum hevur verið ein ævigur íblástur til tónlistarliga virksemi hansara. Grønland var ein møguleiki, útjaðarin í Noregi var ein annar, men knappliga kom ein møguleiki úr Føroyum, sum hann lítið og einki visti um.
- Eg tók av møguleikanum og fór at undirvísa á Studentaskúlanum í Hoydølum í 1974, og ætlanin var fyribils at undirvísa í eitt ár. Men mær dámdi væl landið og fór í holt við so nógvar ymiskar tónlistarligar verkætlanir hetta árið, at eg ikki kundi fara avstað aftur. Eg fekk loyvi at halda fram, og síðani tá havi eg ikki havt ynski um at flyta aftur, greiðir Kristian frá.
Og okkurt av tí, sum ungi danin fór í holt við sítt fyrsta ár í Føroyum, livir enn. Spælimenninir sóu dagsins ljós, tá Kristian kom til landið, og seinni varð kendi bólkurin Yggdrasil stovnaður og hevur í næsta ár 25 ára jubileum. Felags fyri báðar bólkarnar er, at Kristian er tann einasti, sum er eftir av upprunaligu manningini, og hann greiðir frá, at hann serliga minnist eina hjálpsama hond fyrstu tíðina í Føroyum.
- Ein samstarvsfelagi í Hoydølum við navninum Óli Breckmann hjálpti mær við plakatum, uppsløgum og øðrum praktiskum, sum hevði við tað málsliga at gera, og eg minnist Óla sum ein hentan stuðul hesi fyrstu árini í fremmanda umhvørvinum, minnist Kristian aftur.
Hann hitti núverandi konu sína Sharon Weiss úr Amerika í 1976 í Føroyum, í 1979 kom fyrsti sonurin Mikael, sum tey flestu tónleikaáhugaði eisini kenna frá bólkum sum Clickhaze, 200, Teiti Lassen, Enekk o.s.fr. Kristian greiðir frá, at seinastu hugsanir hansara um at flyta úr Føroyum vórðu lagdar á hillina, tá familjan legðist afturat hansara lívi í Føroyum. Næsti sonurin Sámal kom í 1983, og dóttirin Rebekka varð fødd í 1988.
Lukkuligi listamaðurin
Og í dag er Kristian snøgt sagt vorðin eitt tað mest sentrala navnið í føroyskum tónleikalívi við øllum teimum initiativum, hann hevur tikið síðani 1974. Í 1979 stovnaðu hann og aðrir plátuforlagið Tutl, sum hevur yvir 250 útgávur á baki, og har er Kristian dagligur leiðari. Seinast í áttatiárunum var hann við til at stovna felagið Føroysk Tónaskøld, og sum solistur hevur hann persónliga sent 30 útgávur á føroyska og útlendska marknaðin. Á konsertferðum við Yggdrasil og Spælimonnunum hevur hann ferðast víða kring allan heim, og hevur hann samskipað eina ørgrynnu av konsertum og festivalum bæði her heima og uttanfyri landoddarnar. Árini 1977, 1981, 1985 og 1990 vóru turné-ár burturav fyri Kristian og hansara fylgisveinar.
Men hvat skoðsmál gevur Kristiani Blak føroyska tónleikaheiminum í 2005?
- Tað hevur leingi verið greitt, at tað trýtur ikki við tónlistarligum evnum í Føroyum, men mín sannføring er, at vit í staðin fyri at tosa so nógv um hetta eina altjóða gjøgnumbrotið heldur skulu styrkja breiddina. Eg vil heldur síggja eina breiða elitu enn eina einstaka stjørnu, tí uttan neyðugu breiddina fáa vit ikki einstaklingarnar til sjóndar, sigur Kristian Blak.
Hann leggur dent á, at hetta als ikki skal skiljast soleiðis, at hann ikki ynskir gjøgnumbrot fyri føroyskar tónleikarar, men hann metir, at um vit syrgja fyri at dyrka breiddina, skulu einstøk nøvn nokk stinga seg fram og lyfta seg upp á tað støðið, sum krevst í altjóða høpi.
- Vit kunnu nýta eina rúgvu av orku og peningi uppá ein einstakan tónleikara, sum vit satsa alt uppá, so hann kann gerast ein heimsstjørna, og samstundis gloyma breiddina og alt tað fyrstafloks potentialið, sum liggur í breiddini, sigur Kristian Blak.
Og í hesum høpi kemur prátið inn á eitt hjartamál hjá einum manni, sum livir og andar fyri tónleik, nevniliga spurningin um, hvat endamálið skal vera við einum tónlistarligum lívi.
- Fyri meg snýr alt seg um tann lukkuliga listamannin, og fyri mítt viðkomandi má tað musikalska koma fram um tað kommersiella. Mítt besta ráð er at gera tað, tú hevur hug til, tí bert á henda hátt kanst tú njóta tín tónleik til fulnar, og tað er væl tað, tónleikur snýr seg um, sigur Kristian Blak.
Royndi tónleikarin hevur sæð fleiri dømi um, at tað kann vera vandamikið at gera sáttmála við stór altjóða plátufeløg. Mangan mást tú sum tónleikari gera kompromis við tínar egnu meginreglur og selja teg sjálvan til tað, onnur krevja av tær, og tað er júst hetta markið millum tónleik sum marknaðarvøru og tónleik sum list, sum liggur Kristiani tungt á hjarta.
- Vit vilja øll hava og síggja gjøgnumbrot, men vit mugu samstundis vera tilvitað um, at lokkandi milliardin skjótt kann gerast ein pest. Um tú bert kann gerast millióningur við at offra tín tónleik og listarliga integritet, stendur tú sum listamaður eftir sum tapari. Tí mugu vit í okkara tónlistarliga arbeiði spyrja, hvat í seinasta enda ger okkum til lukkulig listafólk, staðfestir Kristian Blak.
Hann nevnir í hesum sambandi Eivør Pálsdóttir sum dømi og sigur, at hon sum 15 ára gomul hevði allar møguleikar til at vinna sær milliónir sum playback-genta í danska popp-heiminum. Men hon hevur gingið egnar leiðir og kann í dag standa við sín tónleik.
Starvsløn í 2002
Kristian Blak undirvísti í Hoydølum til 1997, men tá var tónleikurin vorðin so tíðarkrevjandi í hansara lívi, at hann valdi at gerast fulltíðar tónleikari og siga upp á Studentaskúlanum. Og tað var serliga tann umsitingarligi og praktiski parturin, sum hevði hópað seg upp.
- Tað praktiska og umsitingarliga pappírsarbeiðið var eftirhondini vorðið so tíðarkrevjandi, at eg ikki megnaði at undirvísa, og samstundis hevði eg minni og minni tíð til sjálvur at spæla og gera nýggjan tónleik. Umsitingarligi parturin í Tutl fer í dag við mestu tíðini, men samskipan av konsertum, útgávum, konsertferðum, festivalum o.s.fr. er eisini sera tíðarkrevjandi, greiðir Kristian frá.
Kristian himprast ikki við at siga, at hann er arbeiðsnarkomanur, og ynski hansara er tí at fáa eina manning av arbeiðsfólki, sum bert kann taka sær av tí umsitingarliga, men higartil hevur Tutl ikki havt ráð til fleiri lønt starvsfólk. Tí hava uppgávurnar ligið á Kristiani við tí úrsliti, at hann ikki hevur havt neyðugu tíðina til at sita, har hann hevur tað allarbest, og tað er við klaverið.
Í 2002 fór ein stór broyting fram fyri Kristian, tá hann fekk tillutað eina trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, sum svarar til eina læraraløn á fyrsta stigi. Fimm ára tíðarskeiðið frá 1997 við sera óstøðugum inntøkum var liðugt, og Kristian hevði møguleikan at nýta meiri tíð til at komponera tónleik.
- Tann fíggjarligi parturin er størsti trupulleikin hjá einum føroyskum tónleikara, og mítt persónliga ynski fyri føroyskan tónleik er, at hann kundi verið livibreyð fyri fleiri. Tað má vera fyrsta raðfesting, um vit vilja menna føroyskan tónleik, sigur Kristian Blak.
Sartre og Camus
Sum prátið líður nærkast vit spakuliga menniskjanum handan almenna navnið. Og brátt fer hann undir at greiða nærri frá síni yvirornaðu lívsáskoðan. Kristian sigur, at undir útbúgving síni í fronskum fangaði franska eksistentialisman hansara áhuga, og stóru fronsku heimspekingarnir Jean-Paul Sartre og Albert Camus ávirkaðu hansara hátt at síggja lívið.
- Eksistentialistiski boðskapurin um, at eitt og hvørt menniskja eigur at taka fulla ábyrgd av sínum egna eksistensi, havi eg tikið til mín. Grundleggjandi ábyrgd okkara, sum er tengd at okkara fría vilja innanfyri nakrar ávísar karmar, er ein boðskapur, eitt og hvørt menniskja eigur at konfronterast við. Lívið er fylt við banalum men týðandi avgerðum, sum forma bæði teg sjálvan og tínar umstøður, og hendan grundleggjandi persónliga ábyrgdin hevur havt stóra ávirkan á meg, greiðir Kristian frá.
Hann metir, at alt ov nógv menniskju liva uttan at taka fulla ábyrgd av sínum egna lívi, og talan gerst á henda hátt um eina flýggjan frá sínum egna eksistensi. Ábyrgdin kann altíð leggjast á umstøður, medmenniskjur og samfelagið, men sambært Kristiani er persónliga valið innanfyri okkara avmarkingar ein plikt, sum ov nógv menniskju renna frá.
- Í einum vælferðarsamfelagi er vandin altíð, at ábyrgdin verður løgd á hini. Vit hava eina felags ábyrgd, men hon má altíð byrja við einstaklinginun, sigur Kristian.
Hóast hann var ungur í sekstiárunum og hoyrir til eina tíð, sum í stóran mun er ávirkað av 68-ættarliðnum, sigur Kristian, at hann ongantíð hevur verið ein politisk eldsál, sum bardist fyri eini ávísari hugsjón. Hann greiðir frá, at hann altíð hevur havt evnini at síggja viðurskiftini frá fleiri síðum, og sambært honum hava hugsjónir altíð síni pluss og síni minus.
- Tískil havi eg ongantíð havt eginleikan at dyrka eina ávísa politiska hugsjón. Eitt vælvirkandi fólkaræði er eftir mínum tykki ein javnvág millum fleiri ymisk sjónarmið, og eitt gott samfelag verður eftir mínum tykki skapt við at dyrka tað, sum vit hava til felags, heldur enn tað, vit eru ósamd um, sigur Kristian Blak.
Kosmiska ringrásin
Kristian Blak er giftur við amerikonsku kvinnuni Sharon Weiss, sum er av jødiskum uppruna, og hon hevur sambært Kristiani tikið ein jødiskan mentalitet við inn í familjuna, sum hann hevur lært nógv av.
- Jødisk mentan leggur stóran dent á at dyrka positivar eginleikar og framelska dygdir í menniskjanum. Í hesi mentan er tað týdningarmikið, at vit hava ambitiónir, og talentini skulu tískil dyrkast frá barnsbeini av. Hendan hugsunarhátt havi eg lært nógv av, og henda ambitiøsa mentalitet kundu norðurlendingar lært nakað av, sigur Kristian Blak.
Sum dømi uppá henda hugburð sigur Kristian, at kona hansara áhaldandi hevur eggjað børnini til alskyns frítíðarítriv, so børnini sjálvi hava fingið loyvi til at royna nógv ymiskt og hava harvið havt betri fortreytir til sjálvi at velja og finna tað, tey hava hug til.
Í ein mun var jødiska bakgrundin hjá Sharon ein nýggjur íblástur til protestantisku bakgrundina hjá Kristiani. Í eini danskari familju, har pápin var degnur og mamman organistur í donsku fólkakirkjuni, var tað átrúnaðarliga ein náttúrligur partur av barndóminum hjá Kristiani. Men hvønn leiklut hevur átrúnaðarliga dimensiónin í lívinum hjá Kristiani í dag?
- Hóast franska eksistentialisman, sum hugtekur meg, er eyðkend av eini totalari gudsavnoktan, kann eg ikki siga, at eg eri atheistur. Eg havi ikki nakra ítøkiliga mynd av einum gudi, men eg kann als ikki fara so langt sum at avnokta ein ella annan mátt uttan fyri okkum, sigur Kristian.
Og tað er júst á økinum um lívsins stóru spurningar, at Kristian fær sín íblástur til at gera nýggjan tónleik.
- Tá ein er vorðin 58 ár, gerst ein meiri tilvitaður um deyðan og lívsins avmarkingar. Tíðin gerst meiri dýrabar, og tú fert í størri mun at hugsa um, hvussu tú á bestan hátt kann disponera við tíðini, tú hevur eftir. Í høvuðsheitum kann eg siga, at konfliktin millum lív og deyða er avgjørt eitt afturvendandi tema í tónleikinum hjá mær, og sum árini líða byrjar ein í størri mun at hugsa um lívsins stóru samanhangir, sigur Kristian Blak. Og hvussu fyriheldur Kristian Blak seg so til deyðan?
- Eg eri sera upptikin av tankanum hjá Williami Heinesen um lívsins kosmisku ringrás. Og her fær deyðin ein annan týdning, eina funktión, sum tænir eini størri heild. Alt lív gerst til nýtt lív í eini ævigari ringrás, har míni atom broytast og gerast t.d. til eina plantu á havsins botni, eftir at eg eri farin haðani. Við hesum útgangsstøði er alt lív í familju, og hetta er ein tanki, sum bergtekur meg, sigur Kristian Blak. Hann greiðir frá, at hann framvegis minnist dagarnar, tá fyrimyndirnar Jean-Paul Sartre og William Heinesen doyðu.
- Tað var eins og okkurt stórt slóknaði, minnist Kristian aftur.
Bolivia bíðar
Kristian Blak hevur komponerað tónleik síðani 1997, og hesum ætlar hann sær at halda fram við komandi árini. Starvsløn hansara gongur fram til 2006, og so fær hann at síggja, hvat hendir eftir hetta. Ynskið hansara er í størri mun at fáa onnur at taka sær av hópmiklu umsitinarligu uppgávunum, sum hava verið partur av tónlistarligaru yrkisleið hansara, so hann sjálvur fær meiri tíð við klaverið. Í næstum skal hann til fjarskotna landið Bolivia at framføra, og 2006 verður sambært Kristiani eitt turné-ár burturav við Yggdrasil kring allan knøttin.
Við øðrum orðum fer hann at halda fram við tí, hann elskar mest, og tað er at spæla tónleik.
Fakta
Føddur í 1947 í Sønderjyllandi
Universitetsútbúgving í tónleiki og fronskum í Århus í 1972
Undirvísti á studentaskúla í Fredericia frá 1972-1974
Undirvísti á studentaskúlanum í Hoydølum frá 1974-1997
Fekk trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins í 2002
Stovnaði Plátufelagið Tutl í 1979
Stovnaði felagið Føroysk Tónaskøld 1988