Paulivar er føddur í Haldarsvík, sonur Joen Hendrik Andreasen og Paulinu f. Andreasen, bæði úr Haldarsvík. Kona Paulivar er Emmy Akraberg úr Vestmanna. Tey eiga børnini Joen Hendrik og Jóhannu, ið bæði eru í lestrarørindum í Danmark.
Paulivar er ein stillførur maður, ger lítið burtur úr sær, men fær ein hóp nógv á skafti. Lærarayrkið hevur hann røkt væl og virðiliga. Hann hevði tak á sínum næmingum, hevði nógv at geva teimum, um somu tíð sum hann hevði góð viðurskiftir við teir, og teir hildu nógv av honum. Fakliga er hann sera væl fyri. Lærugreinirnar hann hevur undirvíst mest í eru føroyskt og enskt.
Í mong ár hevur Paulivar staðið fyri skeiðum í føroyskum, m.a. skeið fyri lærarar. Øll tey, ið hava tikið lut í hansara skeiðum, lata sera væl. Tey hava fingið væl burturur, og hann hevur megnað at økt um áhugin fyri lærugreinini føroyskt.
Nú Paulivar hevði boðað frá, at hann legði frá sær, skipaði Venjingarskúlin fyri samkomu, har m.a. stjórin í Venjingarskúlanum Niels Nattestad helt takkarrøðu. Hugsaði við mær sjálvum, at tað var eingin torfør uppáva hjá Natta, tí tað er so lætt at siga nøkur orð um fólk, ið eru dugnalig og nærløgd og haraftrat lítillátin.
Mong rósandi orð vórðu søgd um Paulivar, og øll vóru beinrakin og røtt. Starvsfelagar hansara høvdu bert rósandi orð um Paulivar. Natti hevði eina so góða lýsing av Paulivari, har hann vísti á henda læraran, ið segði tað honum lá á hjarta á tí rætta staðnum. Sum nýggjur skúlastjóri, hevði Natti funnist at lærara á lærarastovuni fyri eitthvørt. Seinni um dagin kom Paulivar stillisliga inn á skrivstovuna hjá Natta, læt hurðina væl eftir sær, og helt fyri: »Natti, soleiðis eigur tú ikki at gera, heldur skuldi tú kallað læraran inn á skrivstovu tína, og sagt tað við hann, ið tú hevði upp á hjarta, og ikki borið tað fram, meðan allir starvsfelagar hansara lýddu á«. Natti, ið vísti stórsinni, gav Paulivari fullan rætt og takkaði fyri ráðini, hann hevði fingið. Á jú, soleiðis kenna vit Paulivar, hann spælir altíð við opnum kortum.
Umframt at hava verið lærari, hevur hann skrivað tilfar til fólkaskúlan, ið hevur verið lærarum hent. Tríggjar bøkur til skriftligt føroyskt til framhaldsskúlan, hevur hann saman við Árna Dahl og Óla Jákup Jacobsen givið út.
Fyri stuttum kom føroysk mállæra út, sum Paulivar og Árni Dahl høvdu skrivað. Eftir mínum tykki eitt megnarverk, ið lærarar eru sera takksamir fyri.
Umframt at hava starvast sum lærari, hevur Paulivar verið skrivari í Mentanargrunninum. Hetta starv fer hann framhaldandi at røkja, eitt starv, ið hann gongur upp í við lív og sál, eitt øki, ið hann hevur gott innlit í. Ikki bert tað bókmentanarliga, men eisini tað listarliga.
Hann, ið hevur fest hesi orð á blað, kennir Paulivar væl. Vit hava kenst frá tí, vit báðir byrjaðu á læraraskúlanum í 1964 og gjørdust lidnir í 1969. Vinskapur okkara hevur hildið síðani. Hava kona mín og eg stokkið inn á gólvið hjá Paulivari og Emmy, so hava vit altíð verið vælkomin og blíðskapurin er stórur.
Í hugnaliga heimi teirra, sæst hópur av frálíka góðum málningum, ið flest allir eru gjørdir av føroyskum listarfólkum. Hetta sigur okkum eisini nakað um Paulivar og Emmy og teirra ansi fyri føroyskari list.
Bæði Paulivar og Emmy hava rundað tey seksti árini í juni mánaða, men av lyndi eru tey einki broytt líka løtt, skemtingarsom og hugnalig at vera saman við.
Tá ið slíkur lærari leggur frá sær, verður missurin stórur, tí hesin lærari gav sínum næmingum so nógv, eins og hann var yngri lærarum hollur í ráðum.
Góði Paulivar tín partur innan skúlaverkið, hevur ikki ligið eftir, og tøkk eigur tú fyri tað.
Sum skrivari í Mentanargrunninum, fert tú framhaldandi at gera títt til, at hesin grunnur fer at verða móðurmálinum og mentanarlívinum til frama, ið er endamál grunnsins.
Blíðan byr í framtíðini.
Signar á Brúnni