upp á seks ár??!! Tað kann gott vera, at hesi tíggju høvdu tað uppiborið, men eg loyvi mær at ivast í, um man frá byrjan av var so samdur um tað politiska endamálið, sum tað sá út til á myndum og á pappírum [...] førum hevur skapt ótryggleika, har tað hevur verið torført at fingið eygað á nakran kontinuitet, har tað tykist sum um tað á ein ella annan hátt bara er vorðið longri til fólkið og tættari ímillum tru [...] tí. Hann hevur koyrt ella loyst 10 landsstýrisfólk úr starvi upp á seks ár: allar tríggjar kvinnurnar og haraftrat sjey av monnunum!! Upp á seks ár! Ber hetta til? Eru tað veruliga so vánaligir mannaheilar
trupulleikanum á høvdið. Ongin skal fáa loyvi at seta meiri fisk út, enn orka er til at taka. Guttormur Djurhuus vísir eisini á, at vit hava ikki tær neyðugu reglugerðirnar til at skipa alingina á rættan hátt [...] vert at seta á sjógv, sigur Guttormur A. Djurhuus bart út. ? Smoltið, vit hava havt at seta út, hevur verið so vánligt, at tað er ikki óvanligt, at 50% av tí doyr, eftir at tað er sett á sjógv og onkuntíð [...] har ímillum, hevur verið nóg gott. Fæst aftur á føtur Hóast alingin er kollsigld, heldur Guttormur Djurhuus, at tað eru góðir møguleikar at fáa alingina á føtur aftur. ? Vit hava góðar umstøður til aling
Langabbin, Jóan Petur Hentze sat á løgtingi í 20 ár. Sama gjørdi abbin, Jóhan M. Hentze, sum fylgdi pápanum eftir, á tingi umboðandi Sandoyar valdømi í onnur 20 ár. Báðir lógu á tí, vit í dag kalla tí frílynta [...] hann Helenu, f. Debes, ættað úr Kollafirði, dóttur Sámal Debes av Bakka (í Havn) og Onnu Djurhuus úr Kollafirði. Hann giftist við Helenu á Sandi eftir kríggið. Tey fingu tær tríggjar døturnar, Turið, sum [...] fór norður til Havnar í Preliminerskúlan, haðani hann stóð so gott prógv í 1940, at hann helt fram á tí tá nýstovnaða Føroya Studentaskeiði. Her hann tók prógv í 1942. Sostatt var hesin gløggi heimasa
ella minni. Tey minnast aftur á fjørsummar, tá byggiharrin Kristin Johansen og hansara smápartafelag KJ Contractors tveitti handklæðið í ringin eftir at hava mist tamarhaldið á risastóru byggingini, ið fevnir [...] elva til tøgn eina løtu. Summi, sum hava keypt sær íbúðir á fimtu hædd, sleppa við meirkostnað uppá 25.000 krónur. Aðrar íbúðir, somuleiðis á fimtu hædd, dýrka 75.000 krónur. Onnur skulu av við 200.000 [...] BYGGING Álvarsom og ørkymlað andlitsbrá á Hotel Føroyum í gjárkvøldi. Eitt bræv hevur stungið enn ein kíla inn í dreymin hjá eini 300 fólkum, sum hava sett sína framtíð í spildurnýggju íbúðirnar Undir
vænti eg eisini, at vinnan fer at leggja enn størri dent á víðariforedling av fiskinum, tá hon skal rinda fyri at sleppa at fiska hann, fyri á tann hátt at virðisøkja rávøruna enn meira, sigur Aksel V [...] leggur javnaðarformaðurin dent á, at hansara flokkur ætlar at treyta sær, at tað ikki verða fiskimenninir, ið koma at rinda prísin, tá kvotur og fiskidagar verða handlað á eini uppboðssølu, og hann vil [...] avgjørdur og fiskimálaráðharrin er um, at uppboðssøla av fiskirættindum ikki kann koma upp á tal, eins avgjørdur er javnaðarformaðurin um, at júst ein sovorðin uppboðssøla fram eftir skal
kring landið skulu mennast. Men tað ræður um at gera tað, sum ein á staðnum dugir væl og at fáa sum mest burturúr teimum góðu førleikunum á staðnum. Hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar sum land. Hinvegin [...] bíðilistar í sambandi við ansing. Vit royna av øllum alvi at fáa skipað skúlaviðurskifti á øllum økjum, vit hava ávirkan á. Vit fremja umhvørvislig stórarbeiði. So her er ikki bara talan um visjónir, men um [...] sæð enn, og tað, sum Jóhan sjálvur skjýtur upp, at býta skattainntøkurnar av almennum lønum í Havn út á allar kommunurnar, er púrasta burtur úr vón og viti. Fíggjarliga býtið millum land og kommunur má fáast
kapitalisman var ein sólskinssøga í Suðuroy. Framtakshugaðir menn settu virki á stovn, og teir fingu loyvi til at virka á tann hátt sum tað hóvaði teimum. Teir vunnu pengar, men forkomu teimum ikki í eyri [...] Suðuroy noyddust at koma norð um fjørð sum biddarar tá ið hart stóð á hjá teimum, og ofta fingu teir krakk, soleiðis at virki teirra fóru á heysin. Eitt sum gjørdi sítt var jú, at tað yngra ættarliðið, sum [...] um onnur, men so støðgar framgongdin. Vit sóu Bretland taka seg fram í 19. øld. So tók Týskland dyk á seg og fór fram um Bretland, og verður tjóðarúrtøkan í dag roknað fyri hvønn íbúgva, so er Italia framman
eisini eina aðra brúgv, ið gekk tvørtur um Glyvursá, tann stóra áin millum býlingarnar Suðuri á Bakka og Heim við hús. Hon varð niðurtikin í 1930-unum, tá ið vegur varð gjørdur ímillum bygningarnar [...] Sofíu Joensen, Suður í Stovu, í Kunoy. Sama ár tann 18. august fara tey til Hoyvíkar at vera uppsitarar á embætismannagarði. Í 1892 flyta tey til Havnar. Bygdi brýr Magnus Sivert var kendur fyri at vera sera [...] fyri hesa brúnna, ið er ógvuliga sjáldsom og hevur ein serstakan bygningshátt. Talvan er sett upp á goymslubygningin, sum Andrass sjálvur eigur. Brúgvin er tætt norðanfyri Fjøruvegin. Magnus Sivert gjørdi
men fyri fiskimannin og fólkið á flakavirkjunum var støðan syndarlig. Loysing sum valagn Orsøkin til at Vagn Wåhlin gevur seg til kennis við sínum sjónarmiðum, er grundað á útlitini fyri at ríkisfelagsskapurin [...] um hesin ikki verður brúktur á skilabesta hátt. Tá spurningurin hevur verið um at taka trygdarnetið undan føroyingum siga danir, at tað vilja teir ikki hava sitandi á sær. Men tá føroyskir politikarar [...] ógvuliga hugtikin av landinum, sum hann hevur granskað í nógv ár. Í 1984 gjørdist Vagn Wåhlin dosentur á Center for Nordatlantiske Studier við Universitetið í Århus, og hevur í hesum sambandi fylt við gongdini
fevna um, men eg kann vissa tykkum um, at nógv týðandi stórmál koma á skrá. Eg kann eisini vissa tykkum um, at vit fara ikki at bakka frá rættvísiskrøvum. Hetta krevur, at vit fyrireika okkum væl og í góðari [...] lítlan mansaldur, fyrstu ferð at okkara fyrrverandi formaður, Karl Johansen, sáli, ikki er staddur á Vaglinum arbeiðaradagin. Karl fór so brádliga frá okkum, og við honum tagnaði ein av røddunum, sum hava [...] Verkafjøldin má og skal standa saman í hesum døgum. Hetta hevur ongatíð verið meira neyðugt. Vit hava tørv á einari samlaðari og mergjaðari verkamannafjøld, sum skal taka við ábyrgd, men sum sanniliga eisini skal