BYGGING
Álvarsom og ørkymlað andlitsbrá á Hotel Føroyum í gjárkvøldi. Eitt bræv hevur stungið enn ein kíla inn í dreymin hjá eini 300 fólkum, sum hava sett sína framtíð í spildurnýggju íbúðirnar Undir Gráasteini í Havn. Eitt bræv, har tey verða biðin um at møta til fundar fyri at verða kunnað um tíðandi viðurskifti í byggingini av teirra íbúðum Undir Gráasteini. Hvørki meira ella minni.
Tey minnast aftur á fjørsummar, tá byggiharrin Kristin Johansen og hansara smápartafelag KJ Contractors tveitti handklæðið í ringin eftir at hava mist tamarhaldið á risastóru byggingini, ið fevnir um átta íbúðarblokkar við 12 íbúðum hvør, og sum er mett at kosta 150-200 milliónir krónur. Tá tók Føroya Banki yvir, setti nýggja leiðslu at standa fyri byggingini og Christian Andreasen, advokat, at halda skil á. Umskipanin skuldi tó ikki koma at kosta keyparunum nakað, ljóðaði lyftið frá Føroya Banka, sum fíggjar alt projektið. Í samrøðu við Dimmalætting í august í fjør lovaðu bæði Christian Andreasen, advokatur, og Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka, at keypararnir høvdu einki at óttast. Prísurin fór at halda, og eingin vandi var fyri, at byggifyritøkan fór av knóranum.
Stóri fundarsalurin a Hotel Føroyum er stúgvandi fullur av fólki, øll eru tey komin við hvør sínum brævi í hondini.
Christian Andreasen skal koyra showið hetta regntunga mánakvøld. Álvarsamur vísir hann fjølmiðlunum durafjórðingin. Hetta er ein afturlatin fundur, bara fyri keyparar. Undirritaði má tí taka til takkar við einar dyr, ið standa á glopp.
Ger so væl
Advokaturin, sum síðani í fjørsummar eisini hevur verið nevndarformaður í umskipaðu fyritøkuni KJ Contractors, byrjar at greiða frá vánaligu fíggjarstøðuni í fyritøkuni. At talan er um eitt stórt projekt, sum ikki er eydnast, og sum tí fær ógvusligar avleiðingar fyri keypararnar. At KJ Contractors er ikki ført fyri at lyfta uppgávuna og má steðga sínum virksemi, men at felagið tó hevur stovnað eitt dóttirfelag, smápartafelagið Íbúðir Undir Gráasteini, sum hevur yvirtikið alla íbúðarbyggingina. Tað vil siga alt uttan skyldurnar hjá smápartafelagnum KJ Contractors mótvegis keyparunum. Hetta nýggja smápartafelagið við Føroya Banka í rygginum skal, við hjálp frá Articon, gera íbúðirnar lidnar. So fellir bumban.
- Hetta ber ikki til uttan ávísar príshækkingar, staðfestir álvarsama og djúpa røddin hjá Christiani Andreasen.
Tølini, hann síðani nevnir, elva til tøgn eina løtu. Summi, sum hava keypt sær íbúðir á fimtu hædd, sleppa við meirkostnað uppá 25.000 krónur. Aðrar íbúðir, somuleiðis á fimtu hædd, dýrka 75.000 krónur. Onnur skulu av við 200.000 krónur afturat. Uppaftur onnur fáa eina eykarokning uppá 255.000 krónur slongda í høvdið hetta mánakvøld.
- Tit hava nú tveir møguleikar. Antin at góðtaka príshækkingina ella at bakka út og fáa forskotsgjøldini, tit longu hava rindað, afturgoldin, sigur advokaturin.
Keypararnir, sum júst í hesi løtu fyri fyrstu ferð hoyra um príshækkingina, fáa fimm vikur at taka støðu. Freistin at undirskriva nýggjan og dýrari keypssáttmála er úti mánadagin 3. mars.
Muta ímóti
Eftir fyrsta hvøkkin reisa spurningarnir seg. Fólk vísa á, at tey jú longu hava ein sáttmála, sum sigur hvussu nógv teirra íbúð skal kosta. Tí meta tey seg kunna reisa endurgjald móti byggiharranum.
- Man kann halda fast um avtaluna og reisa endurgjald móti KJ Contractors. Men trupulleikin er, at har er einki at heinta, ljóðar drepandi aftursvarið frá Christiani Andreasen.
Aðrir keyparar vilja hava greitt at vita, um hetta er síðsta og harvið einasta príshækking, ella roknast kann við øðrum príshækkingum seinni. Alt meira kroysti advokaturin fær eingi lyfti givið teimum.
Onkur vil hava at vita, hvat Føroya Banki ger, um allir keypararnir siga nei takk til íbúðirnar. Um tað ikki av sær sjálvum hevði noytt bankan, sum hevur fíggjað alt projektið, at selt íbúðirnar fyri ein lægri kostnað.
- Um tit ikki taka av tilboðnum verða íbúðirnar lýstar til sølu. Eg skilji væl spurningin, men eg fái ikki svarað honum, sigur Christian Andreasen sipandi til seinna spurningin.
Ónøgdin breiðir seg í stóra fundarsalinum. Fleiri siga seg kenna tað sum um at projektið við byggiharranum á odda er kollsiglt av kleyvarskapi og at bankin nú sendir rokningina víðari til keyparan. Tey vilja hava at vita, hvussu nógvir pengar eru í klemmu og hvussu nógv bankin missir.
- Hallið av byggingini er millum 10 og 20 milliónir krónur. KJ Contractors fer á heysin. Felagið stovnar eitt dóttirfelag, sum ger arbeiðið liðugt, og Føroya Banki veðheldur fyri arbeiðnum, upplýsir Christian Andreasen. Hann sigur seg ikki kunna upplýsa, hvussu nógv bankin missir av projektinum.
Staðfestingin hjá advokatinum leiðir víðari til eina aðra staðfesting millum keypararnar:
- Vil tað siga, at felagið er illa stýrt frá byrjan av, og nú skulu øll vit keyparir bløða fyri tí, verður rópt úr salinum.
- Ja, tað kann man fyri sovítt siga, ljóðar stutta svarið frá Christiani Andreasen.
Røringur kemur í salin.
- Eg haldi at vit siga øll bara kollektivt nei, ljóðar frá einum av keyparunum.
Advokaturin mælir teimum til at sissa seg, at fara heim og hugsa seg væl um.
Eftir enn fleiri spurningar er endin tann, at keypararnir skipa sín egna fund, har meiriluti er fyri at mótmæla handfaringini hjá bankanum, sum í síðsta enda tekur allar avgerðir fyri kollsiglda byggiharran. Tey vilja ikki góðtaka útspælið og krevja eina betri loysn enn hana, ið advokaturin togaði upp úr hattinum hetta regntunga mánakvøld. Komandi dagarnir fara at vísa, hvat spyrst burturúr.
………..
Fakta:
Farið varð undir verkætlanina Undir Gráasteini í juni 2006, tá økið varð grivið út og planerað. Tilsamans skulu byggjast átta íbúðarblokkar við 12 íbúðum hvør. Tilsamans koma eini 300 fólk at búgva í nýggja býlinginum. Fyrsti blokkurin varð liðugur fyri jól, og sambært upprunaligu ætlanini skuldu tey síðstu flyta inn síðst í hesum árinum. Komandi mánaðin skal Articon, sum er biðið um at taka við projektleiðsluni, finna útav, hvussu skjótt arbeiðið kann gerast liðugt. Byggiharrin, KJ Contractors, fer á húsagang, men eitt dóttirfelag hjá felagnum, Sp/f Íbúðir Undir Gráasteini, skal gera arbeiðið liðugt. Føroya Banki fíggjar ætlanina, sum er mett til 150-200 milliónir krónur.










