Suðuroyarsorgarleikurin

Zakarias Wang
???????????????
Nú verður nógv tosað um, at Suðuroyggin er tilafturskomin í mun til oyggjarnar norðanfyri.
Einki er yvir at dylja at so er, men vert er at hugsa um, at fyri einum hundrað árum síðani var tað øvut. Tá vóru tað oyggjarnar norðanfyri Suðuroyarfjørð, sum vóru tilafturskomnar.
At framgongdin er ymisk í ymsum landslutum og í ymsum londum er eitt alkunnugt fyribrigdi. Í søguni sígggja vit at nøkur lond taka seg fram um onnur, men so støðgar framgongdin. Vit sóu Bretland taka seg fram í 19. øld. So tók Týskland dyk á seg og fór fram um Bretland, og verður tjóðarúrtøkan í dag roknað fyri hvønn íbúgva, so er Italia framman fyri Bretland.
Men hetta sleppur ongum undan at kanna, hvussu slíkt hendir. Hvør er atvoldin til framburðin? Hvør er so atvoldin til at hann støðgar? Kann nakað gerast fyri at fáa framburð aftur, um stígur er komin í?
Spyrja vit hvør atvoldin var til at Suðuroyggin var tann partur av Føroyum sum kláraði seg best eftir at vit fingu fríhandil í Føroyum og fram móti fyrra heimsbardaga, so er greitt, at kapitalisman var ein sólskinssøga í Suðuroy. Framtakshugaðir menn settu virki á stovn, og teir fingu loyvi til at virka á tann hátt sum tað hóvaði teimum. Teir vunnu pengar, men forkomu teimum ikki í eyri og seyri. Í staðin settu teir pengar í nýggj virki, keyptu skip og vunnu upp aftur meir.
Hvat var tað so, sum gekk galið?
Ein orsøk var sjálvandi, at einskiljingin av jørðini ongantíð kom í lag. Fyri at kapitalisman skal rigga, krevst at nýggj virki støðugt koma í staðin fyri tey gomlu sum fara fyri bakka. Av tí at ein stórur partur av jørðini her eins og aðrastaðni í Føroyum var almenn ogn, bar ikki til at reisa kapital til nýggj virki við at seta jørðina í veð.
Ein onnur orsøk var at kapitalistarnir í Suðuroy ikki sóu til, at børn teirra fingu nóg góða útbúgving. Teir høvdu havt ráð til at sett ein studentaskúla á stovn so tað unga ættarliðið kundi lært fremmand mál og fingið hægstu útbúgving innan handil og samskifti, men tað hendi ikki. Úrslitið var tí, at teir t.d. ikki høvdu nakran í tí uppvaksandi ættarliðinum, sum megnaði at seta ein banka á stovn. Høvdu teir gjørt tað, er væl hugsandi, at vit norðanfyri framvegis noyddust at koma til Suðuroyar at arbeiða.
Í staðin kom bankin at vera í Havn. Kapitalistarnir í Suðuroy noyddust at koma norð um fjørð sum biddarar tá ið hart stóð á hjá teimum, og ofta fingu teir krakk, soleiðis at virki teirra fóru á heysin.
Eitt sum gjørdi sítt var jú, at tað yngra ættarliðið, sum ikki hevði nóg góða útbúgving til at fóta sær í tí modernaðu tíðini, eisini gloymdu at grundarlagið fyri at reka virki var at spara í góðum tíðum, fyri at hava nakað at standa ímóti við, tá tíðirnar vóru vánaligar.
Somuleiðis skiltu teir ikki, at fortreytin fyri at kapitalisman kann rigga er at vit hava eitt statsvald, sum kann loysa nakrar av teimum uppgávum, sum privatfólk einsæris ikki kunnu loysa. Til hetta krevst skattainntøka, og einasti mátin at fáa skatt er við at ein partur av framleiðsluni hjá virkjunum verður goldið í skatt. Teir hildu, at teir t.d. kundu sleppa undan at gjalda tað sum havnir og vegir kostaðu.
Samstundis kom ein politiskur flokkur fram, sum bjóðaði teimum skattafrælsi, tí hann kundi fáa danir at gjalda tað sum tað kostaði at loysa almennar uppgávur í Føroyum. Hetta var Sambandsflokkurin, og kapital-istarnir í Suðuroynni lótu seg tøla. Teir høvdu ikki nóg góða útbúgving til at skilja, at tað sum hendir í einum samfelag sum fær stuðul uttanífrá er at øll framleiðsla dettur niðurfyri, tí tað einasta sum loysir seg í einum slík-um samfelaga er at flyta inn vørur at selja teimum, sum fáa pengar uttanífrá. Teir dugdu ikki at síggja, at hetta als ikki kundi gagna teimum, men mest sum bara handilsvinnuni norðanfjørðs.
Síðani hendi sum kunnugt tað, at vit fingu enn ein politiskan flokk, Javnaðarflokkin, sum segði seg duga enn betri enn Sambandsflokkurin at útvega pengar úr Danmark, og eisini sýndi tað í verki. Enn verri gekst, og tað er har vit eru nú.
Skulu vit so bara lata standa til og siga, at einki er at gera?
Tað er eingin orsøk til.
Eitt sum vit kunnu gera og sum einki kostar, men hevði gjørt nógv gagn, var at einskilt ta almennu jørðina. Tað hevði beinan vegin loyst upp fyri nýggjum vinnumøguleikum.
Eitt annað, sum hevði hjálpt Suðuroynni almikið, hevði verið at sett tær donsku veitingarnar til Føroya niður á 0 kr. Hetta hevði gjørt at vit í øllum landinum noyddust at framleiða nakað heldur enn at liva av posamati, og í tí kappingini liggur Suðuroyggin væl fyri.
Eitt annað, sum hevði gjørt fittan mun fyri Suðuroynna, hevði verið at fingið skil á samferðsluviðurskiftini.
Í so máta er bert eitt at gera, og tað er at binda Suðuroynna til føroyska samferðslukervið. Vit skulu hava breiðar og høgar tunlar í Suðuroynni, eisini til Vestur-víkar, og vit skulu hava undirsjóvartunnil til Sandoynna og úr Sandoynni til Streymoynna. Tá verður strekkið úr Vági til Havnar ikki nógv longri enn úr Havn til Vestmanna. Tá fer at bera til at seta eitt virki á stovn í Suðuroy og fáa arbeiðsmegi norðanífrá, tí tá fer at bera til at koyra millum morgun og kvøld.
Hetta er sjálvandi nakað, sum kostar pengar. Íløgan er umleið tað dupulta av tí sum Norrøna stendur okkum í, men raksturin er bíligari enn tann vit hava við núverandi ótíðarhóskandi skipan.
Eitt slíkt tiltak hevði kunnað fingið vend í gongdina í Suðuroynni.
Í hesi støðu er tað kanska heppið, at vit hava fingið ein løgmann, sum er valdur í Suðuroy. Frammanundan honum høvdu vit ein løgmann, sum var valdur í Norðuroyggjum, og hann fekk í lag at binda hesar oyggar til høvuðsvegakervið, so tað er at vóna, at hesin fer at roynast suðuroyingunum eins dyggur.
Hendir hetta, so er eingin orsøk til at tala um nakran sorgarleik, men um eina gleðisøgu.