leiðin gongur á venjingarlegu í Evropa. Í fjør vóru tey á venjingarlegu í Týsklandi og í ár varð venjingarlegan í Italia. Luttakararnir á avstralska landsliðnum fáa ikki løn fyri at vera við á landsliðnum [...] 1995 var ikki so nógv arbeiði at fáa í Føroyum, men tað eydnaðist honum at fáa arbeiði sum húskallur á garðinum hjá Pálli Patursson í Kirkjubø í fimm mánaðir. Hóast hann var uppvaksin á einum garði í Tasmania [...] fyrifallandi, til nýtt skúlaár byrjaði á universitet-inum í februar 1997. Í 1997 fór Shane undir at lesa landbúnað á universitetinum í Hobart, sum er høvuðsstaður á Tasmania. Ein útbúgving, hann varð liðugur
guðstænastur, hevur bíbliutímar, skipar fyri samkomum av ymsum slag, vitjar fólk á sjúkrahúsum og í fongslum, og støkkur inn á gólvið hjá eldri danskarum og føroyingum ella ringir til teirra, so teir ikki [...] svenska samfelagnum. Mong støkka inn á gólvið Solveig Bøgesvang er annars blivin fulltíðar prestafrúa, nú hjúnini eru flutt til Göteborg. Okkurt um 9000 fólk stukku inn á gólvið í kirkjuni í fjør, og tað tekur [...] velja: antin okkurt sum var nógv øðrvísi, ella okkurt sum var nógv betri. Og eitt betri prestastarv enn tað í Klaksvík var ikki lætt at finna. So vildi eg heldur royna okkurt nógv øðrvísi, og nakað samstundis
ætlaðu samanleggingina at gera. Ein partur av faldaranum er at vísa á tilgongdina í hesum málinum, og her verður eisini dagur settur á, hvussu málið við samanleggingini skal fremjast tann komandi mánaðin: Fyrst [...] Hvannasunds kommunu. Tilgongdin Fyrrapartin mikudagin var Pól Fuglø á fundi við umboð fyri Klaksvíkar kommunu, har teir løgdu seinastu hond á ein kunningarfaldara. Hesin kunningarfaldarin skal sendast í hvørt [...] Fyrst tá fæst at vita, um bygdafólkið heldur tað sama sum meirilutin í bygdaráðnum. - Eg veit, at nógv fólk eru ímóti samanleggingini. Men eg ivist onga løtu í, at tá tey hava lisið faldarin og eru kunnað
tað vóru nógv føroysk børn, sum royndu tað sama. Tey minnast eisini grindadráp á Eystaru Vág, og hvussu grindin varð býtt. Men serliga minnast tey grindakúlurnar, sum vóru lagdar í eini røð úti á Rundingi [...] og tey sakna nógv teirra kenningar í Føroyum. Men tað gingu nógv ár, áðrenn tey gjørdu álvara av at koma í samband aftur við Føroyar. Tey fingu sum frá leið eina kenslu av, at alt var so nógv broytt, at [...] Gudrun. Tað var ein tann besta gávan, sum hon kundi fáa. Tey hittust so á ein matstovu í Keypmannahavn. Tá var frøði á teimum. Her var nógv at práta um, og tey sótu nógvar tímar og tosaðu. Nú kom tað sjálvsagt
arbeiða nógv og væl, soleiðis at vit verða meira sjálvbjargin. Sambandsflokkurin ynskir at gera hetta undir skipaðum viðurskiftum, og tað kemur ikki upp á tal at spæla hasard við vælferðini. Hvussu gerast [...] tí nú skuldi Hvíta Bók skrivast. Hon skuldi geva svar upp á allar ivaspurningar. Tá bókin endiliga kom, var hon ikki sørt ljósareyð. Svar upp á ivaspurningar fingu vit heldur ikki, og tí partinum av frágreiðini [...] verða grundarsteinurin undir loysingini kundi ikki brúkast, og tí er loysingin á ótryggari grund. Vánaligur skrivari skyldar upp á pennin Umsitingin í Tinganesi hevur havt annað at gjørt. Hetta er høvuðsorsøkin
Christiansen ætlar at arbeiða við, eru gjøgnumhugsaðar og á høgum stigi. Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt vart við seg uttanlands og sýnir regluliga fram á føroyska og danska listapallinum. Trý ára listaf [...] eyga fyri pallsterkum søgum, ið aftur og aftur vísa føroyingin á ranguni. Søgur, sum við leiklistarligum snildni ofta megna at lýsa, hvussu tað umhvørvið, vit virka í, fer við okkum menniskju bæði so og [...] listarliga støðið skínur ígjøgnum á øllum leiklistarligum parametrum og eigur sín lut í, at hann so fyrimyndarliga røkkur út um landoddarnar. Og tá hugt verður at teimum avrikunum á altjóða støði (Lykkenborg,
í sítt samstarv og geva honum ávirkan á samgongunnar politikk ? eisini á øðrum økjum enn tí rikisrættarliga. Henda niðurstøða tykist so sólarklár, at ein undrast á, at hon ikki oftari hevur verið frammi [...] Sjálvstýrisflokkinum ? frá síni støðutakan til samráðingaruppleggið hjá samgonguni. Sostatt bendir nógv á, at tann semja, sum mangur føringur hevur viljað havt, og sum hin samráðingarparturin ? danska stjórnin [...] varð minkaður burtur og avtikin. Í hvussu so er átti tað at borið til at samráðst við hesi stremban fyri eyga. Áðrenn farið verður víðari, er neyðugt at spyrja, hvussu tað ber til, at samgongan og tann
sindur meira víðgongd á summum økjum, til dømis tá tað verður sagt í stevnuskránni, at fólkaskúlalærarar í kristni skulu verða persónligir trúgvandi, men hatta eru fólk eisini ymisk á málið um í flokkinum [...] Føroyum. Sjúrður: Ein og hvør politikari byggir sítt virksemi á síni grundvirði, og er talan um ein kristnan politikara, so byggir hann á síni kristnu grundvirði. Men tað, sum eg haldi ikki skal henda [...] politikari eigur ikki at standa á tingsins røðarapalli og siga, at hann umboðar Gud, og “eg haldi hetta, tí at eg tulki hetta skriftstaðið soleiðis.” Nú hevur málið um 266b verið nógv frammi, og í tí málinum vóru
ikki føða meira enn 25.000 fólk! -Vit hava ov nógv skip í mun til tað, sum vit fiska. Sama er galdandi við virkjunum. Tað er ov lítið av fiski til so nógv virki. Fiskivinnan á heimaleiðum ber bara eitt [...] Áðrenn Edmund Joensen, løgmaður fór á almenna vitjan í Noregi í gjár, hevði hann lagt síðstu hond á eitt uppskot at leggja fyri tingið um at fáa Framtaksgrunninum meiri eginpening. Rættiligt rumbul hevur [...] málið annars er væl lýst í Tinganesi. Tað hevur verið tvær ferðir fyri á landsstýrisfundi, tvær ferðir í lítlusamgongu og eina ferð á formellum fundi. Hetta er so tað, sum skal gerast her og nú. Men tað
av grótflísunum liggja leysar oman á betonginum, og trínir tú skeivt, kann skjótt enda galið. Tá eg traðki á ein av leysu flisunum, og hann við hvøllum ljóði skiftir á betonginum, sigur Heðin Lamhauge stutt [...] munnu vera til arbeiðis. Byrjað verður á ovastu hædd. Okkurt hoyrist innan fyri einar dyr, og Heðin Lamhauge bankar á dyrnar, og latið verður upp. Har eru trý fólk - ein vaksin kona, ein vaksin genta og [...] og hann sleppur frá at rokast á bústaðarmarknaðinum í Havn, sigur hann og leggur aftrat, at familjan hevur trý kømur á hæddini. Tvær hurðar frá er felagskøkur fyri tey á hæddini. Køkurin er í rættiliga