Flyta kanska aftur til Føroya

Útisetaprestur. Aftaná 21 ár í Norðuroyggjum helt Henning Bøgesvang, at tíðin var búgvin at søkja annað prestastarv. Antin eitt sum var heilt øðrvísi, ella eitt sum var betri. Og at finna eitt betri prestastarv enn tað í Christianskirkjuni var ikki bara sum at siga tað.

Í skjótt trý ár hevur Henning starvast við donsku sjómanskirkjuna í Göteborg, og eisini roynir hann at fáa gongd á tað danska og føroyska kirkjuarbeiðið í Stockholm. Men hjúnini flyta kanska aftur til Føroya at búgva, tá ið Henning fer frá

?...Eller som vi jo siger i Jylland: De? ka? it? betåale sig...?


Eingin situr og svevur, tá ið fyrrverandi klaksvíksprestur Henning Bøgesvang heldur danska guðstænastu i Stockholm. Tí við honum er tað nakað sum við fransmonnum og italienarum: bindir tú hendurnar á Henning, fær hann ikki prædikað.

Við innlivilsi greinar hann dagsins tekst, og hann firir ikki fyri at brúka Klodshans, Askepot, Onkel Joakim o. o. sum krydd og bót í prædikuni og á tann hátt vísa ymsar síður av gleðiboðskapinum.

Hann fekk - mestsum av óvart - kirkjuliðið at smáflenna beint undan altarganginum, tá ið hann varð innsettur sum danskur prestur í Stockholm í heyst, og tá ið hann og kirkjufólkið drukku kaffi saman á fyrsta sinni, rungaði láturin niðri í kirkjukjallaranum. Henning undirhelt við søgum úr Jyllandi, bæði sonnum og heimagjørdum, og minti ikki sørt um føroyska starvsfelagan Axel Tórgarð, tá ið hann var upp á tað besta.


Vildu hava Henning

Hóast fulltíðarstarv í donsku sjómanskirkjuni í Göteborg beyð Henning Bøgesvang sær sjálvur til at virka sum danskur prestur í Stockholm, og ikki var sørt at danska kirkjuráðið undraðist, tá ið hann ringdi tey upp á fyrsta sinni. Í tríati ár høvdu tey verið von við, at prestar ferðaðust heilt úr Danmark til Stockholm at halda danska guðstænastu - og nú knappliga ringir ein ókendur prestur niðri í Göteborg og býður seg fram at koma til høvuðsstaðin at savna danskarar um Guðs orð!

Slíkt vóru tey ikki von við í kirkjuráðnum, og eitt sindur varin vóru tey eisini í fyrstani. Tað ráddi um at ikki keypa ?katten i sækken?, og ikki er einum og hvørjum kirkjuliði beskorið at kunna velja og vraka ímillum prestar.

Men eftir ta fyrstu guðstænastuna við Henning var eingin sum helst ivi um, hvønn tey vildu hava til prest.


Einki otium

Hví ert tú ikki í Göteborg í friði og náðum og nýtir títt otium heldur enn at ferðast tvørtur um Svøríki?

- Fyrst er at siga, at fyri meg bleiv einki otium í Göteborg, tí ovmikið er at takast við. Haraftrat trívist eg best, tá ið eg havi nógv at gera, og eg vil fegin medvirka til at fáa viðurskiftir í rættlag. Tað danska guðstænastulívið í Stockholm var um at detta niðurfyri, og eftirsum eg millum annað kenni føroyingar har í býnum tók eg við uppgávuni, greiðir Henning Bøgesvang frá.

So nú er Henning danskur prestur bæði í Göteborg og Stockholm, men við tað at bert fimm danskar guðstænastur eru í Stockholm um árið, ber hetta til hjá honum. Og gott ferðasamband er ímillum býirnar. Henning ætlar, at eitt danskt fulltíðarprestastarv skal vera í Stockholm sum frá líður.

Í Göteborg røkir Henning Bøgesvang allar tær uppgávur, ið sjómansprestar vanliga hava. Hann heldur guðstænastur, hevur bíbliutímar, skipar fyri samkomum av ymsum slag, vitjar fólk á sjúkrahúsum og í fongslum, og støkkur inn á gólvið hjá eldri danskarum og føroyingum ella ringir til teirra, so teir ikki skulu kenna seg alt ov einsamallar. Haraftrat vitjar hann umborð á donsk og føroysk skip, prátar við manningina og ber teimum bløð.

Henning Bøgesvang hevur tann fyrimun fram um flestallar danskar sjómansprestar, at hann dugir eisini føroyskt. Nakað sum bæði føroyskum sjómonnum og búføstum føroyingum í Göteborg dámar serstakliga væl, tí serliga hjá teim búføstu føroyingunum er ikki gerandiskostur at skifta orð á føroyskum. Henning leggur dent á, at hann er bæði danskur og føroyskur sjómansprestur, ikki bara danskur.


Føroyskar sálmar

til reiðar

Knappa fjórðingsøldin sum prestur í Christianskirkjuni hevur gjørt Henning Bøgesvang til føroyavin um ein háls, og hann hevur eisini fingið lokkað føroyingar til danska guðstænastu. Havnarkonan Kirstin Didriksen, ið er lektari á universitetinum í Göteborg, skipar regluliga fyri bókmentakvøldi í donsku kirkjuni, og føroyski tónleikarin Signar í Homrum er kassameistari hjá tí danska kirkjuliðnum.

- Og koma nóg nógvir føroyingar í kirkju onkran dagin, fara vit at syngja ein føroyskan sálm í guðstænastuni, lesa eina bøn ella onkran bíbliutekst á føroyskum. Hvønn sunnudag havi eg ein føroyskan sálm til reiðar, sigur hann.

Saman við Kirstin Didriksen hevur Henning Bøgesvang tikið stig til at stovna føroyingafelag í Göteborg. Tey halda til í donsku kirkjuni og skipa fyri føstum tiltøkum einar tríggjar ferðir um árið. Tey hittast ikki oftari enn tað sama, eftirsum flestallir føroyingar í býnum eru meir ella minni rótfestir í tí svenska samfelagnum.

- Og soleiðis eigur eisini at vera, sigur Henning. Vit mugu vera virkin har ið vit búgva. Til dømis skipar kona mín Solveig fyri kvinnuklubba í donsku kirkjuni. Og tær vitja dúgliga stovnar og annað í Göteborg nettupp fyri at kunna seg um, hvat ið hendir í tí svenska samfelagnum.


Mong støkka inn á gólvið

Solveig Bøgesvang er annars blivin fulltíðar prestafrúa, nú hjúnini eru flutt til Göteborg. Okkurt um 9000 fólk stukku inn á gólvið í kirkjuni í fjør, og tað tekur sína tíð at hava høvuðsábyrgdina av kaffi, kakum, reinum koppum og hvørt av sínum til so mong.

Henning metir, at tey munnu hava samband við einar 2000 danskarar í býnum, eina knappa helvt av teimum danskarum ið búgva har.

Pálmasunnudag helt Henning Bøgesvang danska guðstænastu í Stockholm og støkk eisini inn á gólvið á donsku sendistovuni at hátíðarhalda seksti ára føðingardagin hjá Margretu drotning.

Henning hevur fleiri ferðir tikið ímóti Hennara Hátign í Norðuroyggjum, men hevur ikki hátíðarhildið føðingardag hennara á danskari grund, síðani hann gjørdist prestur fyrst í sjeytiárunum. Hann hevur verið útlagin líka síðani, fyrst sjómansprestur í fyra ár í Antwerpen og síðani prestur í Christianskirkjuni í 21 ár. Eitt stutt skifti í áttatiárunum var Henning eisini sjómansprestur í New York.

Tíðin búgvin

til okkurt nýtt

Hví fluttu tit úr Klaksvík eftir so mong ár?

-Vit upplivdu, at tíðin var búgvin til at royna nakað nýtt, antin eitt annað prestastarv í Føroyum ella okkurt heilt annað. Men fyri okkum vóru tvinnir kostir í at velja: antin okkurt sum var nógv øðrvísi, ella okkurt sum var nógv betri. Og eitt betri prestastarv enn tað í Klaksvík var ikki lætt at finna. So vildi eg heldur royna okkurt nógv øðrvísi, og nakað samstundis varð starvið sum danskur sjómansprestur í Göteborg lýst leyst.

Kundi tú ikki hugsað tær at søkt prestastarv í Danmark?

? Nei, tí eg hevði ikki vitað, hvat eg skuldi tikist við sum prestur í Danmark. Í Antwerpen og Klaksvík hevði eg ovmikið at gera, og sama er at siga um starvið í Göteborg. Eisini er størri avbjóðing at vera útisetaprestur, tí tú hevur ávísar fastar uppgávur og veitst allatíðina, hvat tú skalt gera. Eins og føroyingar halda danskarar í útlegd meira fast við sína upprunamentan enn teir í heimlandinum, og hetta setir sín stóra dám á arbeiðið.

- At búgva í Svøríki og læra tað svenska samfelagið at kenna er eisini ein avbjóðing. Vit útisetaprestar í Göteborg hava eitt slag av ?millumtjóðasamstarvi?. Men fyri tað havi eg framvegis gott samband við Danmark, og í Göteborg hoyra vit Danmarks Radio sum einki.


Vildi finna úthurðina sjálvur

Hvussu leingi eigur ein prestur at vera í sama stað?

? Í so máta kann eg bert tala fyri meg sjálvan. Summir prestar kunnu sita í sama embæti í 30 ár, men eg kundi ikki. Eg vildi finna úthurðina sjálvur!

? Hetta hevur eisini nakað við prædikukynstrið at gera. Summi kunnu skriva prædikur, sum kunnu brúkast í 50 ár. Tak til dømis lestrarbøkurnar. Men hatta dugi eg ikki. Mínar prædikur eru tíðarbundnar, og eg taki støði í tí, sum hendir í dag. Tíggju ár seinni kunnu tær prædikurnar vera púra avoldaðar. Og tí visti eg ikki, um eg kundi bjóða norðoyingum at verða verandi í fimtan ár aftrat. At skifta prest kann vera gott fyri báðar partar.

Hvar er lættari at vera danskari, í Göteborg ella í Føroyum?

? Í Göteborg. Har eri eg danskur og føroyskur prestur og settur í starv til tað sama. Men tá ið vit búðu í Klaksvík, vóru vit ikki har sum danskarar. Tá royndi eg fyrst og fremst at vera føroyskur prestur.

Er so stórur munur á danskarum og føroyingum?

? Ja, tað eru tvey ymisk fólkasløg við ymsari mentan. Hinvegin hava vit havt tætt tilknýti í so mong ár, og eg haldi, at vit líkjast hvørjum øðrum meira enn vit líkjast eitt nú svenskarum. Og um so Føroyar fáa fullveldi, fara vit framvegis at hava nógv samband hvør við annan.


Gott samband

við Føroyar

Eru tit føroyingar ella danskarar í dag?

? Sjálvandi eru eg og Solveig danskarar, og tað hevði verið býtt at pástaðið nakað annað. Men okkum dámdi ómetaliga væl í Føroyum, vit kendu okkum sum føroyingar og hugsaðu sum føroyingar. Synir okkara eru føroyingar, hava føroyskar konur, og teirra børn eru føroyingar. So vit fara altíð at hava nógv samband við Føroyar.

? Og tá ið vit høvdu ræstkjøtaveitslu í donsku kirkjuni herfyri, segði Solveig við meg aftaná: ?Henning, nú føli eg, at vit hoyra til í Føroyum?.

Men er tað ongantíð komið fyri, at onkur føroyingur hevur kastað tykkum fyri, at tit eru danskarar?

? Nei nei, yvirhøvur ikki! Tað skulu norðoyingar eiga, at teir tóku okkum til sín sum síni egnu, og fyri teimum hoyrdu vit til har. Og okkum leingist mangan aftur til Klaksvíkar. Í Göteborg kanst tú fara ein túr í býin, uttan at ein sál heilsar upp á teg. Tað kom ikki fyri í Føroyum, hvørki í Havn ella Klaksvík.

Hvar fara tit at búgva, tá ið tit verða gomul?

? Tað er ilt at siga. Vit hava skyldfólk í Danmark og gott samband tann vegin. Hinvegin er væl hugsandi, at synir okkara og teirra familjur flyta aftur til Føroya sum frá líður, og so flyta vit helst aftan á teimum.

? Í Göteborg verða vit so ikki verandi, eftir at eg eri farin frá. Ikki tí, okkum dámar væl í býnum, vit vildu hava luft og geva norðoyingum eitt sindur av luft. Men vit hoyra ikki til í Göteborg, og vit sakna Føroyar.