FØROYAFERÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir eina langa og strævna ferð við avstralska landsliðnum í rógving, fyrst á venjingarlegu í Italia og síðan í HM-kapping í Sevilla í Spania, gekk leiðin hjá tí nú 28 ára gamla Shane Broad, sum er ættaður av og býr á avstralsku oynni Tasmania, til Føroya. Endamálið við føroyatúrinum var stutt og greitt at slappa av og vitja vinfólk. Sosialurin hitti Shane, áðrenn hann legði leiðina heimaftur, hálvan vegin kring jarðarklótuna.
Fyrstu ferð Shane bar kenslu við Føroyar, var fyri tíggju árum síðan, tá hann sum 18 ára gamal komandi AFS-næmingur nærum av tilvild fekk boð um, at hann hevði fingið eitt pláss í Føroyum. Hann hevði annars søkt um at sleppa eitt ár til Danmarkar, men fýra dagar áðrenn fráferðina úr Tasmania fekk hann at vita, at hann í staðin skuldi til Føroya. Shane og foreldur hansara høvdu tá ongantíð hoyrt um Føroyar, og hann minnist, at pápin fór eftir sjónareyganum fyri at finna Føroyar á danmarkskortinum í stóra heimsatlasinum, sum var í húsinum.
Shane greiðir frá, at tá leiðslan á studentaskúlanum heima í Tasmania hjálpti honum við at útfylla AFS-pappírini, skrivaðu tey í eini stuttligari viðmerking orðini »give him a challenge« - gev honum eina avbjóðing! Men at henda avbjóðing síðan skuldi vísa seg at eita Føroyar, vistu hvørki hann ella leiðslan á skúlanum. Men í dag er Shane fegin um, at hann slapp til Føroya, og oyggjarnar langt úti í Norðuratlantshavi, nærum so fjarskotnar sum yvirhøvur tilber úr Tasmania, tær hava fingið eitt serligt pláss í hansara hjarta.
Á sumri 1992 kom Shane til Føroya, og í eitt ár búði hann hjá vertsfamilju í Gøtu, meðan hann gekk í 2.s í Studentaskúlanum í Eysturoynni, sum tá var við Gøtugjógv. Shane minnist, at tað var trupult at læra føroyskt, og fyrstu seks mánaðirnar gekk hann í kvøldskúla fyri at læra seg málið betur. Men hann treivst væl, fyri ikki at siga sera væl, og knýtti eisini nógv vinarbond í Føroyum. Tað var tí við ikki sørt av sorgblídni, at hann árið eftir legði leiðina heim aftur til Tasmania, har hann næstu tvey árini arbeiddi á bóndagarðinum hjá pápa sínum, sum liggur í útnyðringspartinum av avstralsku oynni.
Men hóast hann nú var aftur hinumegin jarðarklótuna, so varðveitti Shane sambandið til Føroya, og tað hendi seg eisini, at vinfólk úr Føroyum vitjaðu á fjarskotnu oynni, sunnan fyri avstralska meginlandið. Og tað var eisini eftir eina vitjan úr Føroyum, at Shane í 1995 gjørdi av at leggja leiðina aftur hendavegin. Aftur hesaferð leitaði hann sær til Gøtu, og búði hjá gomlu vertsfamiljuni frá AFS-tíðini, sum eru hjúnini Andreas Petersen og Katrin Zachariassen.
Áðrenn Shane fór úr Tasmania, hevði hann sett sær fyri, at hann skuldi vera tveir mánaðir í Føroyum. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at tveir mánaðir vóru alt ov lítið fyri hann. Í 1995 var ikki so nógv arbeiði at fáa í Føroyum, men tað eydnaðist honum at fáa arbeiði sum húskallur á garðinum hjá Pálli Patursson í Kirkjubø í fimm mánaðir. Hóast hann var uppvaksin á einum garði í Tasmania, so var arbeiðið í Kirkjubø rættuliga ólíkt arbeiðinum, hann var vanur við heimanifrá, greiðir Shane frá. Hann minnist, at ein av hansara føstu uppgávum var at mjólka neytunum, men hann var eisini við á fjalli, millum annað í Koltri, og var við, tá kirkjubømenn fóru at skjóta harur. Umframt at royna seg sum húskallur slapp ungi tasmania-búgvin millum annað eisini at royna seg sum sjómaður, og var tvær vikur við Jupiter, sum er ein av nótabátunum úr Gøtu.
Eitt vegamót
Shane Broad greiðir frá, at hann tíðarskeiðið 1995-96 dámdi so mikið væl í Føroyum, at hann av álvara umhugsaði at vera verandi her og antin finna sær eitt fast arbeiði ella royna at fáa sær ein kjans við einum fiskiskipi. Men tó var eisini okkurt, sum dróg aftur til avstralsku oynna. Shane hevði ætlanir um at fáa sær eina útbúgving, men ikki minst var tað dreymurin um avstralska landsliðið, sum dróg. Shane tók eina avgerð, og í marts mánað í ?96 pakkaði hann kuffertið og segði farvæl til Føroyar. Í tveir mánaðir ferðaðist hann kring Evropa, áðrenn kósin varð sett ta longu leið hálvan vegin kring knóttin til Tasmania.
- Eg hevði sett mær fyri, at eg skuldi taka mær eina hægri útbúgving innan landbúnað, og so var tað eisini hetta við landsliðnum ? eg hevði hug at geva tí ein møguleika, greiðir Shane frá. Hann hevði róð síðan síðst í áttatiárunum, og í 1995, áðrenn hann fór til Føroya, hevði hann gjørt eina roynd at koma á landsliðið. Á gáttini til avstralska landsliðið mátti Shane tá ásanna, at royndin var miseydnað.
- Eg minnist, at eg var sera skuffaður av, at eg ikki varð úttikin til landsliðið. Eg var tætt við, men tað gekk akkurát ikki, sigur Shane, sum tá var 21 ára gamal. At koma á avstralska landsliðið í rógving var ein gamal dreymur, og tí ynskti hann at gera eina roynd afturat.
Komin aftur til Tasmania byrjaði Shane beinan vegin aftur at rógva, samtíðis sum hann arbeiddi ymiskt fyrifallandi, til nýtt skúlaár byrjaði á universitet-inum í februar 1997. Í 1997 fór Shane undir at lesa landbúnað á universitetinum í Hobart, sum er høvuðsstaður á Tasmania. Ein útbúgving, hann varð liðugur við síðsta vetur.
Shane fór at rógva í einum felag í høvuðsstaðnum, og hann tók rógvingina í størsta álvara. Málið var framvegis at vinna sær pláss á avstralska landsliðnum. Men málið skuldi vísa seg at vera trupult at røkka.
- Tað gekk væl hjá mær í felagnum, eitt nú vunnu vit fyrsta avstralska meistaraheitið í 1997, og síðan tá havi eg verið við til at vinna eini tíggju avstralsk meistaraheiti í rógving í ymsum bólkum og støddum av bátum. Eg royndi eisini ferð eftir ferð at koma á landsliðið, men tað var trupult ? fleiri ferðir gjørdist eg akkurát ov stuttur við úttøkukappingarnar til landsliðið, greiðir Shane frá. Bátarnir, róð verður við, eru rættuliga ólíkir føroyskum kappróðrarbátum. Teir eru smalari og lættari, og rógvararnir sita heldur ikki undir liðini av hvørjum øðrum. Róð verður í fleiri ymsum støddum av bátum, og eisini verða rógvararnir býttir upp í bólkar eftir vekt. Í øllum bólkum verður róð 2000 metrar. At Shane eftir bara fimm árum hevur megnað at vinna so nógv avstralsk meistaraheiti í rógving kemst av, at hann í somu kappingum hevur róð við fleiri ymsum støddum av bátum.
Sagreb 2000
Eftir fleiri royndir eydnaðist tað í 2000 loksins Shane Broad at vinna sær pláss á avstralska landsliðnum. Hann skuldi vera ein av manningini í stóra bátinum við átta rógvarum, sum Avstralia sendi til heimsmeistarakappingina í rógving, sum hetta árið varð hildin í kroatiska høvuðsstaðnum Sagreb.
Shane var spentur. Hetta var jú ein dreymur, sum gekk út, og sum hann hevði stríðst fyri í nógv ár. Shane minnist at fleiri av teimum átta, sum mannaðu bátin, hann var við, vóru nýggir á landsliðnum, og tí var trupult at meta um frammanundan, hvussu teir fóru at standa seg. Kappingin í kroatiska høvuðsstaðnum gekk væl. Shane og hinir sjey í bátinum hjá honum gjørdust nummar trý og vunnu sostatt bronsuheiðursmerki.
- Eg var púra útlúgvaður, tá vit komu á mál, og tað var, sum um møðin ikki vildi renna av mær. Eg kom síðan upp á pallin og fekk mítt heiðursmerki, men meðan eg stóð har, orkaði eg ikki meira og hoknaði niður. Landsliðslæknin kom til mín og hann metti tað vera rættast at fáa ein sjúkrabil at koyra meg á sjúkrahúsið. Tað var tó einki álvarsligt á vási, og tá eg hevði fingið hvílt meg eitt sindur, kundi eg veruliga njóta úrslitið - tað var eitt stórt upplivilsi fyri okkum allar, greiðir Shane frá og heldur fram:
- Endiliga hevði eg rokkið málinum, ið eg hevði arbeitt fyri í so nógv ár. Eg byrjaði at rógva sum 14 ára gamal, og eg var 25 ár, tá vit fingu heiðursmerkið í Sagreb. Hetta var tað, ið eg vildi ? at umboða Avstralia til stórar kappingar.
Úttøkan til heimsmeistarakappingina í 2000 skuldi fyri Shane vísa seg at vera startskotið til eitt fast pláss millum rógvararnar á avstralska landsliðnum. Árið eftir skuldi hann aftur umboða Avstralia í eini heimsmeistarakapping, hesaferð í sveisiska býnum Luserne. Shane skuldi hesaferð rógva bæði í bátinum við átta monnum, og í bátinum við fýra monnum.
- Tað var sera hart at skula luttaka í tveimum kappingum ? eg vil næstan siga, at tað var ov mikið, greiðir Shane frá og leggur skemtandi afturat, at hann helt at endamálið við hesum helst var, at venjararnir vildu síggja, hvør dugur veruliga var í sær. Tað gjørdist ikki til nakað heiðursmerkjapláss til Shane og Avstralia, hvørki í bátinum við átta ella við fýra monnum. Við størra bátinum gjørdust teir nummar seks, og í minna bátinum var úrslitið eitt áttandapláss.
Í ár fór heimsmeistarakappingin í rógving fram í spanska býnum Sevilla. Hesaferð skuldi Shane rógva í tí minsta bátinum við bara tveimum monnum. HM-kappingin fór fram dagarnar frá 15. ? 23. september, umleið ein mánað seinni enn vanligt er.
- Kappingin í ár var sera skuffandi fyri meg. Vit vóru um at vinna okkum pláss millum seks teir bestu bátarnar, sum sluppu í finaluna, men ein kiksari gjørdi, at vit blivu ov stuttir. Tá saman um kom endaðu vit á einum níggjundaplássi, og tað var eitt skuffandi úrslit, tí vit høvdu avgjørt ætlað okkum meira, greiðir Shane frá.
- Vit høvdu vant sera nógv undan kappingini og løgdu eisini nógv fyri, so tað var rættuliga keðiligt, at úrslitið ikki bleiv betri enn eitt níggjunda pláss. Nú má eg bara leggja hasa kappingina afturum, og arbeiða hart fram ímóti næstu HM-kapping, leggur hann afturat.
Nógv venjing
Shane greiðir frá, at rógvingin fer við stórum parti av hansara frítíð, at kalla alt árið. Teir venja alt árið, uttan ein mánað eftir hvørja HM-kapping, tá teir taka sær av løttum. Venjingarnar fara fram í ymsum rógvifeløgunum kring alt Avstralia, og hóast teir venja upp í 11 ferðir og millum 20 og 30 tímar um vikuna, ber eisini til at ganga í skúla ella arbeiða, greiðir Shane frá.
- Tú noyðist at venja nógv fyri at fáa góð úrslit. Áhugin fyri at rógva er eisini har, so tí er tað ikki ein spurningur um tað er ov nógv ? tú gert tað bara, sigur Shane, sum tó heldur tað vera lættari at nýta nógva tíð til rógvingina, meðan ein gongur í skúla, heldur enn tá ein arbeiðir. Síðstu tríggjar mánaðirnar undan hvørjari HM-kapping fara burturav til rógving. Landsliðið savnast í Avstralia tríggjar mánaðir undan hvørji HM-kapping, og síðan verður vant í ein mánað, áðrenn leiðin gongur á venjingarlegu í Evropa. Í fjør vóru tey á venjingarlegu í Týsklandi og í ár varð venjingarlegan í Italia.
Luttakararnir á avstralska landsliðnum fáa ikki løn fyri at vera við á landsliðnum, men allar útreiðslur eru goldnar.
- Tað er avgjørt eitt stórt upplivilsi at vera við á landsliðnum. Hvørt summar eru vit á venjingarlegu onkustaðni í Evropa í tveir mánaðir, og túrurin endar við eini stórari HM-kapping. Og hóast tað er hart, so er tað eisini stuttligt, greiðir Shane frá. Undanfarin ár, meðan hann hevur verið undir útbúgving, hevur hann altíð verið noyddur at skunda sær heim aftur til Tasmania til skúlan og royndirnar, beint eftir hvørja HM-kapping. Men í ár, nú hann er liðugur við útbúgvingina, valdi Shane at steðga í Evropa eitt sindur longur. Millum annað hevði hann sett sær fyri at vitja aftur hendavegin. Nú vóru eisini seks og eitt hálvt ár síðan hann síðst var í Føroyum.
Gott at vera aftur í Føroyum
Shane dámar væl at vera komin aftur til Føroya at heilsa uppá vinfólk og eisini familjuna í Gøtu, sum hann hevur búð hjá áður. Áðrenn hann kom til Føroya var Shane í Danmark og vitjaði føroysk vinfólk, sum lesa niðri.
- Eg haldi ikki, at tað er so nógv broytt í Føroyum, síðan eg seinast var her í ?96, og fólk eru framvegis líka blíð, sigur Shane. Kanska hava fólk tó sum heild meira pengar nú í mun til tá, leggur hann afturat.
Hóast tað er langt síðani hann var í Føroyum, so hevur Shane ikki gloymt føroyska málið, sum hann tosar »flótandi«. Hóast frástøðan millum Føroyar og avstralsku oynna Tasmania er stór, so hevur Shane øll árini roynt at hildið sambandið til Føroyar við líka.
- Tað er eitt sindur lættari nú í mun til fyri tíggju árum síðan, tá eg var í Føroyum sum AFS-næmingur. Nú hava øll eina teldupost adressu, og tað ger samskifti bæði skjótari og lættari, sigur Shane.
Steðgurin í Føroyum var bara góða hálva aðru viku, áðrenn Shane legði leiðina aftur til Tasmania. Síðan Shane varð liðugur við útbúgvingina síðsta vetur hevur hann arbeitt í avstralska landbúnaðarmálaráðnum, men hann segði upp, áðrenn hann í summar fór við landsliðnum til Evropa. Hann hevur nú fingið arbeiði í eini ráðgevingarfyritøku innan landbúnað. Umframt at arbeiða sum ráðgevi hevur Shane ætlanir um einaferð í framtíðini at yvirtaka garðin hjá pápa sínum.
Hvat rógvingini viðvíkur hevur hann sett sær sum mál at sleppa við til Olympisku Leikirnar í Athen í 2004. Tað eru bara heilt fáir av rógvarunum á avstralska landsliðnum, sum sleppa við til OL, og tí er tað ivasamt, hvørt tað fer at eydnast at sleppa við til Athen í 2004.
- Eg havi sett mær fyri at sleppa við til OL í Athen ? eg veit ikki, um tað fer at eydnast, men eg fari so at gera eina roynd. Hvat síðan hendir, og um eg tá fari at halda fram við rógvingini, veit eg ikki, sigur Shane.
Spurdur, hvørt hann aftur ætlar sær at vitja til Føroya, svarar Shane avgjørdur:
- Ja, tað er heilt vist, at eg komi aftur til Føroya. Og hesaferð skulu tað ikki ganga hálvt sjeynda ár, til eg komi aftur, sigur Shane, sum annars letur heilsa øllum, ið hann kennir, og sum hann ikki náddi at síggja, stuttu tíðina hann var í Føroyum.
?????????
Tasmania liggur sunnan fyri avstralska meginlandið, og er sum Írland til støddar. Har búgva umleið 500.000 fólk, harav umleið 180.000 í høvuðsstaðnum Hobart. Oyggin hoyrir til Avstralia, og hevur somu rættindi sum hinir avstralsku landspartarnir. Umleið ein triðingur av oynni er náttúrupark, og er friðað øki. Um summarið er miðalhitin á Tasmania umleið 25 stig, og um veturin liggur miðalhitin um 12 stig.