vakthavandi á politigarðinum í Havn. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur á Bergleifi Brimvík, leiðara á kriminaldeildini, fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum herverkunum ungi maðurin hevði framt [...] apríl varð ein røð av herverkum framd í Havn, og vakthavandi á politistøðini segði tá, at tað kundi verið líkt til, at ein ella annar, sum var komin frá høllini á Nabb ella Norðurlandahúsinum hevði knúst [...] stórur og tungur, lendi á høvdalagnum í einum kamari, har ein ung genta vanliga plagdi at sova. Nú letur tó til, at løgreglan í Havn hevur fingið fatur á gerningsmanninum. Ein 19 ára gamal drongur hevur
deildini. Men at Heini Joensen eisini dugir at nýta vinstru hondina til annað enn hondbóltin sýndi hann fríggjadagin. Tá var finalan í spjótkasti á skránni á oyggjaleikunum, og her eydnaðist Heina at vinna sær [...] metrar longri enn tað hjá Heina, men við støðugari venjing átti at borið til hjá kollfirðinginum at betra seg munandi í greinini, soleiðis at metallið kanska kann gerast enn fínari í Hetlandi um tvey ár. [...] verið úti á góðum 52 metrum, men tá hetta ikki hevur verið gjørt undir eftirliti, hevur ikki borið til at skrásett kastið sum føroyskt met. Nú er so eingin ivi um metið, og spurningurin er so, hvussu langt
Karolina Amalia, sum er navnið á eini drotning, og sum er komið inn í álmanakkan, eftir at teir í 17. øld gjørdu av at seta føðingardagarnar kongum og drotningum við dagarnar í álmanakkanum. Men henda Karolina [...] navnið Eleonora, men satt at siga vita vit einki um, hvør ið hon var. Navnið er tað sama sum Helena. 29. juni. Pætursøka. Tíðliga í fornkirkjuni varð 29. juni hildin til minnis um, at bæði Pætur og Paulus vórðu [...] Dagurin var so upprunaliga bæði ein pætursøka og ein pálsmessa. Men seinni varð avgjørt, at so mætir menn áttu at havt hvør sín minnisdag, og Paulus fekk dagin eftir, 30. juni, sum sín halgidag, og 29.
sindur frískligt, soleiðis at taka lut í eini bridge-kapping annan dag, tá alt jólastákið kortini er mest sum liðugt. Kappingin, sum byrjar klokkan 14.00, verður skipað soleiðis, at talan í alt verður um eini [...] verður talt saman fyri at finna vinnandi parið. Og hóast onkur einsamallur bridge-spælari skuldi sitið heima, so skal hesin ikki halda seg aftur. Tað er nevnliga eingin treyt, at tilmeldingarnar skulu vera [...] Bridge Sum nakað nýtt hevur bridgehúsið í Havn sett sær fyri at skipa fyri eini jólakapping í væl umtókta kortspælinum. Hetta veðrur ein sokallað parakapping, sum ætlandi skal verða eitt afturvendandi
kunnleika til amerikanska marknaðin. Per sigur, at felagið fer at virka sum ein fiskasøla, ið serliga fer at leggja seg eftir amerikanska marknaðinum. - Vit fara at keypa frystar fiskavørur og selja tær á a [...] sigur fiskasølumaðurin, at ymiskt er komið uppá pláss. - Men virksemið hjá okkum er nýtt, og felagið er nústaðni skrásett. Kappingin er hørð um fiskavørurnar, men vit fara so at royna at fáa ein part av hesum
upplestur. Tá fer Andras Miðskarð at lesa brot úr nýggju skaldsøgu síni "Bygdarmenning". Til stuttleika kann nevnast, at tað 14. november í 1952 stóð at lesa í Norðlýsinum, at Klaksvíkar Bókasavn tá átti 2000 [...] Í ár eru 50 ár síðani, at bókasavnið byrjaði í Klaksvík. Tað var John Reid Bjartalíð, ið var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár. Fyrstu tíðina [...] 26.000 bøkur og harafturat eru fleiri teldur, har lánararnir kunnu leita sær vitan, so sigast kann at nógv er broytt síðani bókasavnið byrjaði fyri 50 árum síðani.
var annars ikki líkt til, at Holte skuldi hava teir stóru trupulleikarnar, men eftir at hava tikið fyrsta sett, stóð stilt hjá heimaliðnum. Sjálvur sigur Bárður Mikkelsen, at spælið hjá Holte í dystinum [...] Århus. Skovbakken fekk undan hesum árinum tríggjar amerikanskar leikarar á liðið, og tó at tað hevur tikið sína tíð at fáa spælt hesar inn, so er úrslitini vorðin betri og betri. Og besta úrslit teirra fram [...] r ferðir, og tó at vit vóru væl við í flestu settunum, so kiksaðu allir teir avgerandi bóltarnir, og hendan møguleikan lat Skovbakken ikki fara framvið sær. Fyri Holte merkir tapið, at teir longu nú eru
ini, og Knud Simonsen frá Náttúruvísindadeildini fer at taka sær av tí partinum, sum hevur við streymviðurskifti at gera. Knud arbeiðir m.a við at finna fram til nýggj aliøki í Føroyum. - Útgangsstøðið [...] kynbótararbeiði og sjúku. At enda verður greitt frá, hvørja ávirkan streymviðurskifti hava á alingina. Tað verða Hørður Wardum og Roar Olsen frá P/F Fiskaaling sum fara at taka sær av mesta partinum av [...] Skeiðvirksemi Alivinnan hevur fingið innbjóðing frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum um at luttaka í skeiði um aling, sum verður á Náttúruvísindadeildini í vár. - Skeiðið, sum er partur av
við strategiina hjá Sosialinum: at gerast meira sjónligur kring alt landið við at hava blaðfólk, sum bæði búgva og kunnu arbeiða á staðnum. Ætlanin við hesum tiltakinum er at kunna nøkta tørvin á tíðindum [...] blaðmaðurin, Edvard Joensen, sum fer at manna nýggju redaktiónina. Við nýggju tøknini, sum blaðfólk í dag hava atgongd til og tí góða samskiftinum, er lagamanni at hava blaðredaktiónir kring landið. Hetta [...] og ymsum fjølmiðlatænastum í oynni so nógvar dagar á árinum tilber. Fólk í oynni, sum hava brúk fyri at lata inn lesarabrøv, heilsanir, lýsingar ol. kunnu so venda sær beinleiðis til redaktiónina í Sandavági
upplýsir, at tað hevur verið eitt ótal av uppringingum um líkt og ólíkt. Summi ringja fyri at klaga, summi tí tey eru á ein ella annan hátt komin til skaða og tørva hjálp. Onnur ringja bert fyri at práta, [...] tí tey sita einsamøll og hava ongan annan at práta við, meðan uppaftur onnur bara ringja fyri at skelda. - Hóast gott veður var og nógv fólk var úti, so skikkaðu tey sær heilt væl um jólini, sigur vakthavandi [...] Sagt verður frá løgregluni, at jólini hava verið stak friðarlig. Nøkur vóru tó, sum ikki lótu bilin standa, hóast tey høvdu drukkið. Og fýra fólk fáa ein treytaðan dóm upp á koyrikortið orsaka av ov nógvari