Holte tapti

Á pappírinum átti Skovbakken ikki at skapt teir stóru trupulleikarnir fyri Bárður & Co., men enn tykjast steypavinnararnir als ikki at hava fingið neyðugu ferðina í endaspælinum

Flogbóltsútiseti

Bárður B. Mikkelsen og liðfelagarnir í Holte mistu eitt týdningarmikið fet, tá teir sunndagin á heimavølli máttu lúta fyri Skovbakken Volley úr Århus.
Skovbakken fekk undan hesum árinum tríggjar amerikanskar leikarar á liðið, og tó at tað hevur tikið sína tíð at fáa spælt hesar inn, so er úrslitini vorðin betri og betri.
Og besta úrslit teirra fram til nú mundi so vera, tá teir sunnudagin bastu Holte. Fyrstu løtuna var annars ikki líkt til, at Holte skuldi hava teir stóru trupulleikarnar, men eftir at hava tikið fyrsta sett, stóð stilt hjá heimaliðnum.
Sjálvur sigur Bárður Mikkelsen, at spælið hjá Holte í dystinum mundi vera tað vánalaigast avrikið, sum liðið hevur sýnt í ár.
- Vit gjørdu alt ov nógvar persónligar ferðir, og tó at vit vóru væl við í flestu settunum, so kiksaðu allir teir avgerandi bóltarnir, og hendan møguleikan lat Skovbakken ikki fara framvið sær.
Fyri Holte merkir tapið, at teir longu nú eru fýra stig aftan fyri HIK Aalborg, sum er á fremsta sessinum við fullum stigatali eftir fyrstu fýra dystirnar.