Rainbow Seafood selir frystar fiskavørur til USA

Menninir aftanfyri felagið hava fleiri ára royndir innan fiskasøluvirksemi

Fiskivinna

Tveir fyrrverandi starvsmenn hjá Føroya Fiskasølu, Per Mikkelsen og Regin Mikkelsen, hava nú stovnað egna fyritøku, Rainbow Seafood, sum húsast á Gundadalsvegi 27 í Havn.
Per fór úr starvi og Fiskasøluni, 1. april, og Regin fór, 1. juli.
Herfyri var felagið alment skrásett.


Selja til USA

Saman við Mikkelsen-monnunum, er eisini ein amerikumaður partur av Rainbow Seafood. Sum skilst, hevur hesin stóran kunnleika til amerikanska marknaðin.
Per sigur, at felagið fer at virka sum ein fiskasøla, ið serliga fer at leggja seg eftir amerikanska marknaðinum.
- Vit fara at keypa frystar fiskavørur og selja tær á amerikanska marknaðinum.
Sum skilst, verður talan um ymisk sløg av framleiðslum úr toski og hýsu, eitt nú 5-pund og fløk.
Spurdur, um avtalur longu eru gjørdar við virkir um keyp av vørum, sigur fiskasølumaðurin, at ymiskt er komið uppá pláss.
- Men virksemið hjá okkum er nýtt, og felagið er nústaðni skrásett. Kappingin er hørð um fiskavørurnar, men vit fara so at royna at fáa ein part av hesum marknaði, sigur Per Mikkelsen á Rainbow Seafood.