Sagt verður frá løgregluni, at jólini hava verið stak friðarlig. Nøkur vóru tó, sum ikki lótu bilin standa, hóast tey høvdu drukkið. Og fýra fólk fáa ein treytaðan dóm upp á koyrikortið orsaka av ov nógvari ferð.
Ein hevði fingið ein lúsing og varð koyrdur á sjúkrahúsið, men hann var so ávirkaður, at viðkomandi visti slettis ikki, hvat veruliga var hent. Og onkur smávegis herverk hava verið eisini, men tað hava fólk so ornað sínámillum.
Á Velbastað hava leysir hundar gjørt seg inn á seyð. Tveir seyðir vórðu bitnir til avlívs, meðan fleiri aðrir vórðu skaddir. Eigararnir hava tó ornað viðurskiftini sínámillum.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tað hevur verið eitt ótal av uppringingum um líkt og ólíkt. Summi ringja fyri at klaga, summi tí tey eru á ein ella annan hátt komin til skaða og tørva hjálp. Onnur ringja bert fyri at práta, tí tey sita einsamøll og hava ongan annan at práta við, meðan uppaftur onnur bara ringja fyri at skelda.
- Hóast gott veður var og nógv fólk var úti, so skikkaðu tey sær heilt væl um jólini, sigur vakthavandi.