Í ár eru 50 ár síðani, at bókasavnið byrjaði í Klaksvík. Tað var John Reid Bjartalíð, ið var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár. Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leigaðum hølum úti í Búðunum, har KFUM og K hevði hildið til. Síðani hevur bókasavnið húsast í øðrum leigaðum hølum, men fyri 25 árum síðani, í december í 1977, flutti bókasavnið í egin hølir á Biskupstøð har bókasavnið er í dag.
Í hesum sambandi bjóðar bókasavnið kaffi við onkrum góðum afturvið fríggjadagin 6. desember. Henda dagin verður bókasavnið eisini opið til klokkan 23.00.
Klokkan 21.00 verður upplestur. Tá fer Andras Miðskarð at lesa brot úr nýggju skaldsøgu síni "Bygdarmenning".
Til stuttleika kann nevnast, at tað 14. november í 1952 stóð at lesa í Norðlýsinum, at Klaksvíkar Bókasavn tá átti 2000 bøkur, í dag eigur bókasavnið umleið 26.000 bøkur og harafturat eru fleiri teldur, har lánararnir kunnu leita sær vitan, so sigast kann at nógv er broytt síðani bókasavnið byrjaði fyri 50 árum síðani.