Guernsey: Hann hevur í nógv ár verið roknaður sum ein hin vandamesti føroyski hondbóltsleikarin, og komandi árið skal hann royna seg í bestu donsku deildini. Men at Heini Joensen eisini dugir at nýta vinstru hondina til annað enn hondbóltin sýndi hann fríggjadagin.
Tá var finalan í spjótkasti á skránni á oyggjaleikunum, og her eydnaðist Heina at vinna sær bronsu. Kastið, sum tryggjaði honum hesa, var heilt úti á 54,28 metrum, og hetta er ikki minni enn fýra metrar betri enn føroyska metið var undan leikunum. Í Danmark hevur Heini annars verið úti á góðum 52 metrum, men tá hetta ikki hevur verið gjørt undir eftirliti, hevur ikki borið til at skrásett kastið sum føroyskt met.
Nú er so eingin ivi um metið, og spurningurin er so, hvussu langt Heini kann koma í hesi ítróttargreinini. Vinnandi kastið var einar seks metrar longri enn tað hjá Heina, men við støðugari venjing átti at borið til hjá kollfirðinginum at betra seg munandi í greinini, soleiðis at metallið kanska kann gerast enn fínari í Hetlandi um tvey ár.