fyrstu ferð at verða lógliga viðurkend. Hetta er gjørt við lóg, sum ger tað møguligt hjá bæði tvørkyndum og samkyndum pørum at skráseta sítt parlag. Lógin kom í gildi í dag. LGBT+ bólkar halda, at broytingin [...] møguleika at giftast og eisini giftast í fólkakirkjuni. Í Føroyum kundu fólk av sama kyni giftast borgarliga 1. juli í 2017. Tey kunnu ikki giftast í fólkakirkjuni. Fyrr í juni gjørdist greitt, at Thailand [...] broytingin er eitt framstig. – Lógarbroytingin við parlagslógini er eitt týðandi signal um, at allar familjur í Lettlandi eru vardar, virðismettar og viðurkendar, sigur Kaspars Zalitis, sum stendur á odda fyri
er eisini nakað av óvissu. – Alt hetta ger, at norðurlond verða trýst, og tí merkja vit, at vit eru í einum søguligum tíðarskeiði, har møguleikar eru fyri at styrkja samstarvið, og politiskur vilji er til [...] støðu í løtuni. Áhugi er í londunum – bæði í parlamentum og í stjórnum – fyri at styrkja samstarvið. Tað er eisini neyðugt at standa tættari saman, tí norðurlond verða trýst úr ymsum ættum, sigur Kristina [...] broytingar eru í norði, í Arktis, og tær krevja, at norðurlond mugu finna felags stev. Sunnanfyri okkum er ein vissur óstabilitetur í Europa, umframt at vit hava kríggj, og har kunnu norðurlond standa sterkari
Danmark stórfegnast tey um, at danska ligan fer at hava tvey umboð í Champions League komandi kappingarár, og í Fredericia er tað risastórt, at tey hava fingið hendan gylta møguleikan at royna seg á hægsta støði [...] skulu manna Champions League í hondbólti hjá monnum komandi kappingarár. Frammanundan var tað greitt, at níggju lið høvdu tryggjað sær pláss í kappingini. Tey eru: Aalborg Håndbold (Danmark), Barcelona (Spania) [...] (Noreg), Orlen Wisla Plock (Póland), og Sporting CP (Portugal). Hini sjey liðini, ið skulu vera við til at manna báðar innleiðandi bólkarnar, har átta lið vera í hvørjum bólki eru: HC Zagreb (Kroatia) HBC Nantes
sum ES-ráðið – skrivaði á X í gjárkvøldið, at Orbán onki mandat hevur at samráðast við Russland vegna ES. Gitanas Nausėda, sum er forseti í Litava, skrivar á X, at "um tú veruliga vil hava frið, so tekur [...] við ein blóðtystan einaræðisráðharra; tú gert alt, tú ert mentur, at stuðla Ukraina". Viktor Orbán sigur hinvegin, at til ber ikki at fáa frið í Ukraina úr einum lenistóli. [...] Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er farin til Moskva at hitta Putin. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. NRK. Týsdagin var Orban annars á vitjan í Kyiv. Tað var fyrsta vitjan hansara í Ukraina, síðan
og tað ber við sær, at Klaksvíkingur hevur 35 stig. Norðingur stóð seg ikki væl á fjarðastevnu. Tá sá tað út til, at okkurt kiksaði tíðliga í róðrinum, og tá megnaði Norðingur ikki at vinna seg fram aftur [...] Tað sá út til, at talan fór at vera um majestetiskan sigur, tí eina løtu var munurin ein bátslongd. Men Nólsoyar Páll hekk væl í, og í endaspurtinum tók Nólsoyar Páll seg so nógv fram, at fjarstøðan bara [...] bara var ein stórur skutur, tá ið bátarnir fóru um málið. Klaksvíkingur er stórfavorittur at vinna 11. FM heitið. Metið í FM heitum fyri 10-mannafør eigur Havnarbáturin, sum eigur 13 FM heiti. ##med2##
hava seipaðu dekkini verið flutt inn í landið. Tað nýggja er, at nú ber til at fáa dekkini seipaði í Føroyum. At seipa dekkini vil siga at dekkmynstrið verður skorið í skivur ella lamellir. Hetta hevur [...] og ómakaleyst at fáa dekkini seipaði. Hjólini verða tikin av bilinum og sett upp í seipimaskinuna uttan at taka dekkið av felguni. Í okkara grannalandi, Íslandi, er tað heilt vanligt at t.d. jeepar koyra
bollar eru at fáa í køkinum hjá HTH. Snák hevur tímatilboð sum ikki eru til at lata fara framvið. Fríðkan er í villa horninum og setur litríkar lokkar í hár, piersar og hevur super gott tilboð uppá at fáa hol [...] tilbod í samband vid tiltaki, og Teldumaðurin er at hitta um eitt telduprát. Opið verður til kl 24.00 og væntað verður at nógv fólk leita sær niðan at verða eina uppliving ríkari. [...] Fríggjadagin og kvøldið 2. juni verður spennandi at leita sær niðan í Miðlon, har nógv er á skránni, og handlarnir hava gjørt seg úr til hettar. Kl 16.30 & 18.30 eru tveir klóvnar á vitjan á Torginum,
verka við hesi ætlanini, sum fer at verða øllum teimum koyrandi at gagni. Arbeiðið fer at taka ein stóran part av komandi ári. Annars verður arbeitt við eini aðrari ætlan um at gera ein uttara ringveg inn í [...] í Havnina. Alt hetta fer at lætta um hjá ferðsluni. Hinvegin er ikki óhugsandi, at ein beinanvegin má fara undir fyrireiking av øðrum loysnum, við teirri ferð sum talið av bilum økist dag frá degi. [...] gerðabýti við ein av jarðareigarunum við rundkoyringina. Talan er um eitt 400 fermetrar stórt øki. At gera eina tílíka rundkoyring er ein landsuppgáva, men sum skilst er eingin loysn enn funnin á hesum
í hylin at hugna sær eina løtu. Teir skiftust um at vera í bátinum, og tá teir komu at landi aftur fingu teir okkurt góðgæti frá tí eina pápanum, sum var við henda dagin. - Vit plaga altíð at hava onkran [...] tess, plaga dreingirnir í Vestmanna at leita sær niðan í tann stóra hylin í Fossá. Hetta er eitt sera væl umtókt spælistað hjá teimum, og her fáa teir mangar løtur at ganga. Serliga tá báturin er við. Tað [...] Hans Martin. Tíverri var ein ár brotin, so í dag fingu teir ikki gjørt tað sum teir so mangan plaga: At rógva kapp. - Vit rógva herfrá og yvir har, og so aftur. Tann sum rør skjótast, hann hevur vunnið.
undir heilt øðrum umstøðum. Teir hava gjørt av at taka av einum tilboði um at arbeiða í oljuvinnuni í algerisku oyðimørkini. Oljumenninir siga við Aftenposten, at tað er munur á arbeiðsviðurskiftum. Í oyðimørkini [...] regn og kavarok hava teir nú sandstormarnar at stríðast við. Teir kunnu gera líka nógv um seg sum stormarnar í Norðsjónum, og tí hendir tað av og á, at heimferðin má útsetast orsakað av sandstormi. [...] Teir 50 menninir arbeiða hjá Statoil, og teir dylja ikki fyri, at tað er fyri ein stóran part lønin, sum hevur fingið teir at fara til Afrika, tí har fáa teir tvær ferðir so nógv burturúr. Statoil hevur