Open by Night í Miðlon

Tíðindaskriv

Fríggjadagin og kvøldið 2. juni verður spennandi at leita sær niðan í Miðlon, har nógv er á skránni, og handlarnir hava gjørt seg úr til hettar.
Kl 16.30 & 18.30 eru tveir klóvnar á vitjan á Torginum, har børnini fáa spennandi undurhald og ballóndjór tilevnaði.
Kakao og bollar eru at fáa í køkinum hjá HTH.
Snák hevur tímatilboð sum ikki eru til at lata fara framvið.
Fríðkan er í villa horninum og setur litríkar lokkar í hár, piersar og hevur super gott tilboð uppá at fáa hol í oyru og nøs.
Í Inspiratión kann ein royna 3 ymisk sløg av Melitta kaffi.
Teir & Tara skipa fyri Extreme Makeover kapping í handlinum.
Klokkan 18.00 og 20.00 verður live tónleikur vid Petur Háberg & Sannu á Borg Eydunsdóttir. Í Elding eru góð tilbod í samband vid tiltaki, og Teldumaðurin er at hitta um eitt telduprát.

Opið verður til kl 24.00 og væntað verður at nógv fólk leita sær niðan at verða eina uppliving ríkari.