Ætlanin við rundkoyringini er gomul, men er ikki vorðin minni neyðug sum árini eru gingin og ferðslan vaksin dag frá degi.
Býráðið hevði á fundi hósdagin hetta málið til viðgerðar, nú avtala verður gjørd um gerðabýti við ein av jarðareigarunum við rundkoyringina. Talan er um eitt 400 fermetrar stórt øki.
At gera eina tílíka rundkoyring er ein landsuppgáva, men sum skilst er eingin loysn enn funnin á hesum higartil til dags. Ikki fyrrenn nú, ið kommunan sjálv fer undir hetta.
Tað eru nógv sum hava irriterast inn á bilkøina her eisini borgarar í Havnini. Tí verður nú av álvara farið til verka við hesi ætlanini, sum fer at verða øllum teimum koyrandi at gagni.
Arbeiðið fer at taka ein stóran part av komandi ári.
Annars verður arbeitt við eini aðrari ætlan um at gera ein uttara ringveg inn í Havnina. Alt hetta fer at lætta um hjá ferðsluni. Hinvegin er ikki óhugsandi, at ein beinanvegin má fara undir fyrireiking av øðrum loysnum, við teirri ferð sum talið av bilum økist dag frá degi.










