Kongarnir úr Klaksvík bestir í Kongshavn

10-mannafør: Fjórða FM heitið á rað er á stokkinum á Klaksvíkingi, sum aftur í dag sá gula kortið

Klaksvíkingur vann aftur í dag kappróðurin millum 10-mannafør. Hetta er fimti sigurin av fimm í ár, og tað ber við sær, at Klaksvíkingur hevur 35 stig.

 

Norðingur stóð seg ikki væl á fjarðastevnu. Tá sá tað út til, at okkurt kiksaði tíðliga í róðrinum, og tá megnaði Norðingur ikki at vinna seg fram aftur og endaði á triðja plássi.

 

Í dag var starturin góður hjá Norðingi, men í miðróðrinum misti Norðingur og so smokkaði hann heilt burturúr.

 

Nólsoyar Páll og Klaksvíkingur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag kappaðust um sigurin. Fyrstu løtuna var Nólsoyar Páll frammanfyri, men so legði Klaksvíkingur seg á odda. Tað sá út til, at talan fór at vera um majestetiskan sigur, tí eina løtu var munurin ein bátslongd.

 

Men Nólsoyar Páll hekk væl í, og í endaspurtinum tók Nólsoyar Páll seg so nógv fram, at fjarstøðan bara var ein stórur skutur, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Klaksvíkingur er stórfavorittur at vinna 11. FM heitið. Metið í FM heitum fyri 10-mannafør eigur Havnarbáturin, sum eigur 13 FM heiti.

 

 

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo