Rógva kapp í hylinum

- Hetta er ein deiligur hylur, siga teir tríggir vinmenninir, Hans, Sveinur og Hans Martin.

Tá veðrið er til vildar og hugurin er til tess, plaga dreingirnir í Vestmanna at leita sær niðan í tann stóra hylin í Fossá.
Hetta er eitt sera væl umtókt spælistað hjá teimum, og her fáa teir mangar løtur at ganga. Serliga tá báturin er við.
Tað var júst tað sum var á skránni seinnapartin mánadagin, tá hesir tríggir sjey ára gomlu dreingirnir vóru farnir niðan í hylin at hugna sær eina løtu.
Teir skiftust um at vera í bátinum, og tá teir komu at landi aftur fingu teir okkurt góðgæti frá tí eina pápanum, sum var við henda dagin.
- Vit plaga altíð at hava onkran vaksnan við, siga teir tríggir Sveinur Joensen, Hans Benadiktsson og Hans Martin Esberg Poulsen.
Bátin teir høvdu við sær henda dagin átti Hans Martin. Tíverri var ein ár brotin, so í dag fingu teir ikki gjørt tað sum teir so mangan plaga: At rógva kapp.
- Vit rógva herfrá og yvir har, og so aftur. Tann sum rør skjótast, hann hevur vunnið.
- Men tað er tíbetur ikki altíð tann sami sum vinnur, greiðir Sveinur frá.