Norðurlond standa munandi sterkari í altjóða viðurskiftum, tá ið tey standa saman, og neyðugt verður við tættari samstarvi í framtíðini.
Tað heldur Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum.
– Tað norðurlendska samstarvið er í einari søguliga støðu í løtuni. Áhugi er í londunum – bæði í parlamentum og í stjórnum – fyri at styrkja samstarvið. Tað er eisini neyðugt at standa tættari saman, tí norðurlond verða trýst úr ymsum ættum, sigur Kristina Háfoss við Sosialin um vikuskiftið.
– Stórar broytingar eru í norði, í Arktis, og tær krevja, at norðurlond mugu finna felags stev. Sunnanfyri okkum er ein vissur óstabilitetur í Europa, umframt at vit hava kríggj, og har kunnu norðurlond standa sterkari við einari felags rødd. Russland trýstir okkum eystanífrá, og vestanfyri í USA er eisini nakað av óvissu.
– Alt hetta ger, at norðurlond verða trýst, og tí merkja vit, at vit eru í einum søguligum tíðarskeiði, har møguleikar eru fyri at styrkja samstarvið, og politiskur vilji er til tað, sigur Kristina Háfoss.
Longri grein við stjóran í Norðurlandaráðnum kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.