serliga HM endaspæl eru á skránni. Men kring allan heimin verður tað roknað sum størsta ítróttartiltak yvirhøvur og kanska størsta globala tiltak yvirhøvur, tá ið olympisku leikirnir eru á skránni. Ikki olympiadan [...] verið at sæð. Tá vóru tað fleiri, sum undraðust á, um vegir og jarnbreytir og gistingarhús og vallir og breytir fóru at vera liðug í august. Tey, sum á altjóða stigi hava ábyrgdina av olympisku skipanini [...] sum minti á, hvussu framúr leikirnir høvdu verið. Leingi varð tosað um aftur at skipa fyri olympiskum leikum. Serliga var hetta gjørt í Bretlandi og Fraklandi. Í 1896 vóru fyrstu leikirnir aftur á skránni
sær tørvin hjá teimum eldru og kann gera nakað við tað. Er ein kommuna ikki før fyri at nøkta tørvin á hesum økinum, so mugu grannakommunur taka seg saman og gera nakað við hetta mál og leggja fram ítøkiligar [...] sigur J. M., at tey eldru fáa eina virðiliga tilveru, og tað er júst tað, sum eldraárið leggur dent á: eitt samfelag fyri allar aldursbólkar, eitt gott samfelag fyri øll. Sigvald Kristiansen
kommissiónin eisini sigur, at føroyingar hava eitt sera veikt embætisverk. Bjarni Djurholm vísir eisini á, at tað tekur langa tíð at byggja upp eitt embætisverk. Vit skulu minnast til, at tað danska embætisverkið
at tær eisini finnast á prenti. Hetta er eisini fyri ein stóran part gjørt við bókunum hjá Niels Juel og Jógvan Arge. Men tað er nógv av hesum tilfari, sum framvegis ikki er á prenti. Tað kundi eisini [...] Hann fekk enda á okkum, og so var sloppið. Hetta var so fyrsti partur av túrinum. Síðan til Leith Frá Aberdeen bleiv farið við toki til Leith, og síðan út til eitt pláss á norðara armi á Leithfjørðinum [...] bæði akkerini vóru nýtt, og keturnar stóðu á tambi. Tá ið tíðin var gingin nakað út á náttina stakk vindurin upp í útnyrðing norðan, so nú kom alt at standa á stýriborðs ketu. Stormurin var tann sami,
har eg búði hjá Jóannes og Fíu á Eystaruhellu. Har var gott at vera. Vit vóru sjey konfirmantar hjá teimum, fimm gentur, sum svóvu í stovuni, og tveir dreingir svóvu uppi á loftinum. Eg plagdi at fara út [...] kortini á donskum. Tað var ymiskt, sum evnini vóru hjá teimum ymsu konfirmantunum. Men hjá teimum, sum vóru verri fyri at læra uttanat, vóru uppgávurnar hareftir. So øll fingu prestsins hond á høvdið. [...] nógv á honum, men hann hevði veruliga einki val. Hann kom heim og fekk latið handilin upp aftur, og hann rak handilin alla sína tíð. Sanna var úr Hvalba. Hon var systir tann kenda skiparan Jenis á Heyggi
Johannsen (1832-1910), var úr Gundeby á hálvoynni Angel í Norðurslesvík, millum Flensborg fjørð og ánna Schlei, á donskum Slien. Sum longu nevnt sat hesin maður á fólkatingi, tvey tíðarskeið, og var umboð [...] skrivað á føroyskum, Háskúlin, tann fyrsti skúlin, har føroyskt var føst lærugrein, og har kenslumálið var føroyskt, og annars, í víðari merking, tann tjóðskaparliga grund, sum vit framvegis byggja á. Tað [...] í dag rópa hugmyndafrøðingur, málamikil talsmaður, nei, hann er ein sum virkar á ítøkiligan, praktiskan hátt. Tá ið Jógvan Poulsen í 1891 fyrireikar ta fyrstu føroysku stavingarbókina, fær hann Christian
prestur. ? Fólk, ið eg kenni, heita á meg, um eg ikki vil taka mær av til dømis einari jarðarferð av einum fólki, ið eg havi kent væl. Somuleiðis eru tað enn fólk, ið heita á meg um at standa fyri brúðarvígsluni [...] at ein prestur var virkin á tí økinum. ? Tað bleiv tó ongantíð ódámligt, tí eg tók mær tað ongantíð nær, sigur hann. Kjartan Mørkøre sigur, at hann vildi ynskt, at fólk nú á døgum tóku seg saman í felagsskap [...] ostaklokku, sigur Kjartan Mørkøre. Tað sæst á øllum brøgdum, meðan vit báðir tosa, at fyrrverandi presturin gongur upp í hetta mál við lív og sál. Tá ið tosið kemur inn á menningarhjálp, er Kjartan Mørkøre eisini
upp á 2,7 % (við 95 % signifikansniveau), tá tað ræður um ja ella nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni. Ella sagt við øðrum orðum: 42,3 % +/- 2,7 % siga ja, 57,7 % +/- 2,7 % siga nei ( - tá er talt upp sum á eini [...] Í seinastu kanningini fyri Útvarpi Føroya og Dimmalætting vórðu svarini upp á spurningin, hvat ið veljarin ætlaði at atkvøða á ætlaðu fólkaatkvøðuni, vigað. Og tað verða tey eisini í teimum komandi kanningunum [...] í apríl 2000, aftan á at danski forsætisráðharrin hevði boðað frá, at vildu føroyingar hava fullveldi, so varð tað við 4 ára skiftistíð. (Hetta var onnur kanningin í eini røð upp á fýra, sum var avtalað
fólk meira at flyta úr bygdini. Ein lagna var Hálvdans Lisa kom úr Sørvági. Maðurin, Jógvan á Lækjuni, krøkti seg á útróðri og fekk blóðeitran. Hann lá sjúkur í Sørvági og doyði har. So ringt var sambandi [...] systkinabarn har á leiðini. Fyrst høvdu vit eina íbúð og bygdu so eini hús. Eg og Evald vóru saman í 18 ár. Tá doyði hann brádliga av hjartaslag. Eg var sjúkrahjálpari og arbeiddi á ellisheiminum á Sýnini í Vágum [...] var millum annað við Suðuroyarskipum og við Irex hjá Absalon á Skála. Mamma var úr Sandavági. Vit vóru sjey systkin, men ein beiggi druknaði á Leynalógv, 11 ára gamal. Langabbi var Christian Ludvig Müller
tað er skjótt, at Ruth fer í holt við listina, og fer á ymiskar listaskúlar. Í 1940 luttekur hon í eini føroyskari listaframsýning í einum gallarí á Nørrebrogade í Keypmannahavn. Í 1944 er tað, at Ruth [...] Ruth Smith fer til Lemvig og flytir inn til Poul Morell, sum hon hitti á arkitektadeildina á Listaháskúlanum. Tey bæði giftast í Lemvig í 1945. Í 1947 fáa tey sonin Leif. Hann gekk forrestin í skúla saman [...] Smith. Tey sum hava áhuga at vita meira um Ruth Smith kunnu fara inn á heimasíðuna: www.ruthsmithsavn.com Komandi partur verður um Jógvan í Grótinum í Klaksvík. Hann var ein framburðsmaður sum m.a. fekk frysting