Danmark varð hersett av nasistiska Týsklandi 9. apríl 1940. Týskarar møttu ikki stórvegis mótstøðu, og grundarlagið varð lagt fyri tí sokallaða samstarvspolitikkinum millum danskar og týskar myndugleikar. Endamálið var, at hersetingin skuldi merkjast minst møguligt hjá danska fólkinum.
Hetta gekk eisini eftir ætlan tey fyrstu árini. Tað vóru eisini tey, sum samstarvaðu meira enn hóskandi við týskarar. Tað stóð heldur ikki á, at fáa danskar fyritøkur at arbeiða fyri týskarar, og nógvar teirra forvunnu eisini hópin av peningi, sum varð goldin av dønum sjálvum, nevniliga úr tjóðbankanum.
Men so byrjaði so smátt ein mótstøðurørsla í Danmark móti týskarum. Í fyrsta umfari var hetta sabotaga móti týskum hernaðarligum áhugamálum. Hetta var ikki væl sæð av týskarum og heldur ikki av donskum myndugleikum, sum staðiliga ávaraðu ímóti hesum.
Henda mótstøðan móti týskarum merkti so eisini, at tað vóru danir, sum beinleiðis fóru í part við týskarar og fóru at renna teirra ørindini. Tað stóð enntá ikki á at fáa danskar bøðlar til at fremja píning og enntá morð av egnum landsmonnum.
Eftir bardagalok kom tó ein rættaruppgerð, har nógvir danir vórðu dømdir fyri sítt samstarv við týska hersetingarvaldið. Summir blivu dømdir til deyða. Nógvir av teimum blivu avrættaðir, meðan aðrir blivu náðaðir.
Nógvir danir fingu fongsulsrevsing. Teir flestu vóru tó náðaðir rættiliga skjótt, tá ringasta øsingin móti teimum var av.
Tað vóru nakrir teirra, sum høvdu føroyskar konur, og sum aftaná fluttu til Føroyar við teirra familju. Í fyrsta umfari var kanska hugt skeivt eftir teimum. Men teir fingu tó eitt vanligt lív uttan nakran serligan ampa av teirra fortíð.
Morell var ein hetja
Millum hesi hjúnini vóru Ruth Smith og Poul Morell Nielsen, sum fluttu til heimbygd hennara Vági. Í Vági var tað kent, at Morell hevði arbeitt fyri týskarar, og hetta var sjálvsagt ikki besta umdømi at fáa.
Men tað sum vágbingar og føroyingar ikki vistu, og sum fá í Danmark vistu tá, var, at Poul Morell víst arbeiddi fyri eina týska fyritøku, men hetta var fyri at njósnast móti teimum fyri donsku mótstøðurørsluna.
Tí verður hann í dag roknaður sum ein tann fremsti av teimum, sum arbeiddu móti týskarum. Forsøgan er tann, at sum kríggið leið fóru týskarar at óttast fyri eini sameindari innrás. Teir vistu ikki hvar, men ein av møguleikunum, teir roknaðu við, var danska vesturstrondin.
Tí fóru teir at byggja eina røð av verjuskansum, »bunkarum«, heilt frá Noregi og til Spania. Danmark var ein týdningarmikil partur av hesum teini.
Á heysti 1943 verður Poul Morell, sum tá las til arkitekt, settur í starv hjá eini danskari byggifyritøku í Lemvig í Vesturjútlandi. Hann fekk at vita, at fyritøkan arbeiddi fyri týskarar, men at hann ikki skuldi vera við í hesum parti av virkseminum. Poul Morell dámdi als ikki hetta arbeiðið fyri týskarar, men hann helt tó fram í fyritøkuni.
Skuldi vitja ein »sjúkan vin«
Eftir at vera byrjaður í Lemvig vitjaði Poul ein lestrarfelaga i Keypmannahavn. Hesin var virkin í mótstøðurørsluni, og hann spurdi Poul um hansara arbeiði í Jyllandi.
Tað verandi arbeiðið hjá Morell var við at verða liðugt. Men Poul bjóðaði sær til at blíva verandi í fyritøkuni, um hetta kundi hjálpa mótstøðurørsluni. Við sær til Keypmannahavnar hevði Poul eitt kort yvir havnina í Thyborøn. Her vóru rúm til spreingiløðingar, og Poul hevði fingið uppspurt, hvaðani hesar kundu spreingjast við fjarstýring. Felagin fekk hesa tekning, og hann skuldi so fáa kannað, um hetta var av áhuga hjá mótstøðurørsluni.
Stutt eftir fekk Poul boð um at koma til Keypmannahavnar at vitja ein »sjúkan vin.« Hetta ljóðaði sera meinaleyst, men var sjálvsagt eitt páskot. Nú skuldi tann nýggi maðurin hjá mótstøðurørsluni til Keypmannahavnar at fáa nærri boð, sum ikki kundi gevast í telefonini, ið uttan iva var avlurtað.
Boðini vóru, at Poul skuldi koma sær meira inn í týsku arbeiðini, og hann skuldi nýta tann møguleika hann harvið fekk fyri at vitja umrøddu havnarøkið.
Poul byrjaði tískil at savna inn upplýsingar og at gera nágreiniligar tekningar av hesum hernaðarligu týsku økjunum. Hetta varð so sett inn í almenn kort.
Hesi »undirskrivaði« hann við eini lítlari pípuroykjandi skjaldbøku. Tí kom hann at verða nevndur »skildpaddeskorpionen.« Hetta við skjaldbøkuni var sjálvspei. Sjálvur roykti Poul pípu. Hann visti eisini, at fleiri av hansara lestrarfeløgum vóru byrjaðir áðrenn hann í mótstøðurørsluni. Men ein skjaldbøka kom eisini fram! Og sagt verður, at hann á nógvum økjum yvirhálaði sínar felagar í mótstøðurørsluni.
Av tilvild fekk Poul eisini møguleika fyri at kopiera tekningar av hesum verjuskansum. Hann tók tær við sær, tók so kopi og legði so frumritini aftur, uttan at nakar varnaðist, at tey høvdu verið burtur.
Nógvir av hesum bunkarum sóust frá sjónum. Tí ynsktu týskarar at kamuflera teir, so teir skuldu siggja út sum summarhús. Hetta skuldi Poul hjálpa teimum við. Hetta lætti nógv um hansara njósnaraarbeiði. Nú fekk hann møguleika at fara frítt um á hernaðarligu økjunum. Tískil var tað lætt at lata tekningar av teimum fara víðari til donsku fregnartænastuna.
Týskarar fingu illgruna
Poul var fleiri ferðir til avhoyringar hjá týskarum. Men hetta var tá á einu lægri støði, tí týskarar vildu ikki fáa Gestapo uppi í leikin. Poul visti kortini, at njósning kundi sera lættliga geva deyðadóm. Men hann hevði altíð eina góða undanførslu, og hann dugdi væl at spæla firtin um, at nakar skuldi vága sær at seta honum slíkar spurningar!
Poul hjálpti eisini eftirlýstum dønum, sum máttu fara »undir jørðina«, sum tað var kallað. Kotuorðið til hansara var: »Eg havi hoyrt, at tú fegin vil sleppa at keypa eitt skriviborð.« Persónar við hesi fráboðan vóru eftirlýstir av týskarum og skuldu flytast og krógvast.
Poul hevði tískil møguleika fyri at geva hesum nýggj og følsk samleikaprógv. Nøkur av stemplunum gjørdi hann sjálvur.
Á vári 1945 var alt ein ruðuleiki. Millum týsku hermenninar vóru eisini slíkir, sum vóru føddir sum fransar í hersettum týskum økjum, og sum tí ikki høvdu tann stóra samhugan við týskarum. Hesir komu viðhvørt til Poul at lurta eftir tíðindum frá BBC, sum var strangliga forboðið.
Frá seinnapartin á sumri 1944 savnaði Poul ein hóp av upplýsingum í eini rapport sum var 10 síður. Í henni vóru nágreiniligir upplýsingar um hernaðarligar støðir í økinum kring Thyborøn. Tær nógvu frágreiðingarnar hjá Poul fóru vist við sendiboði til Svøríki og haðani við flogfari til Bretlands. Aftaná bardagan komu tær aftur til Danmarkar og eru nú í skjalasavninum hjá Frihedsmuseet í Keypmannahavn.
Sagt verður um virksemið hjá Poul Morell, at »Skildpaddespionens arbejde i Thyborøn-området betragtes i dag som en af de mest omhyggelige og nøjagtige militære efterretningsrapporter, der blev lavet noget sted i Europa under krigen.«
Hóttur við avdúking
Slíkt njósnaraarbeiði sum tað hjá Morell verður fyrr ella seinni avdúkað. Eina ferð móti endanum á krígnum fær Poul vitjan av einum týskum undirheryvirmanni. Hann hevði fingið at vita, at hansara deild skuldi til Eysturhermótið. Men hetta hevði hann als ongan áhuga fyri.
So sigur týskarin við Poul, at hann er fult út greiður um hansara njósnaravirksemi. Hann hevði sæð, hvussu Poul hevði mátað minufeltini upp.
Poul royndi seg við undanførsluna um, at hetta mátti vera ein misskiljing. Tað hevði sum so ongan áhuga hjá týskaranum. Poul fekk at vita, at antin fekk hann krógvað týskaran til kríggið var av, ella fór hann til Gestapo við síni vitan. »Geri eg tað, so skal eg vitna móti tær, og so sleppi eg undan at fara til eysturhermótið.«
Nú skilti Poul, at hetta var álvari, og at hann mátti gera okkurt fyri ikki at verða avdúkaður sum njósnari.
Hann fann nøkur stolin almenn skjøl frá týsku byggitænastuni í Thyborøn. Á hesi skrivaði hann, at týskarin ferðaðist í týðandi ørindum fyri hesa tænastu. Síðan skrivaði Poul undir við navninum hjá stjóranum.
Aftaná ringdi hann til síni samband í mótstøðurørsluni, at nú var tað hann, sum skuldi sleppa av við »et møbel«, sum var eitt óvanligt skrivaraborð, sum ikki slapst av við har á leiðini. Týskarin varð so krógvaður, og slapp heim til Týsklands eftir kríggið.
Í Føroyum helt Poul Morell fram við sínum fregnartænastuvirksemi, her hann helt eyguni við tey russisku njósnaraskipini á okkara leiðum.
Sannleikin kom fram eftir 45 ár
Tøkkina fyri, at henda søgan er komin fram, eigur ein tannlækni Bent Antonissen frá Ringkøbing, sum hevur skrivað fleiri bøkur um hesar týsku verjustøðir.
Í eini grein í Jyllandsposten í 1989 eftirlýsir hann, hvør ið Skildpaddespionen mundi vera. Dagin eftir ringir telefonin, og tað er Poul Morell:
»Eg skilji, at tygum eftirlýsa Skildpaddespionen. Tað eri eg, men ger meg kortini ikki til nakra hetju.«
Aftaná tøgn í 45 ár kom hann nú fram í ljósið. Orsøkin til hansara tøgn var, at hann alla hesa tíð hevði verið roknaður fyri at vera ein týskur handlangari undir krígnum. Og hann hevði ikki kunnað mótprógvað hesum, tí hansara tekningar vóru ikki at finna. Tí hevði hann valt at tiga. Men nú vóru tær komnar undan kavi.
At hetta nú kom fram sjálvsagt sera væl við hjá honum, og hann var errin av tí. Nú var hann loystur frá sínum døkka umdømi frá krígnum av.
Men hann fekk ikki langa gleði av tí, tí longu árið eftir doyði hann, 71 ára gamal.
Júst í hesum døgum er ein framsýning um hann í Kystcentret í Thyborøn í sambandi við, at hetta savn er 10 ára gamalt. Her síggjast tær tekningar, hann gjørdi í sínum njósnaravirksemi, og tað hoyrist eisini ein bandupptøka við honum.
Vágbingar kunnu so vera ernir av, at teir í síni tíð hýstu einum týðandi mótstøðumani av nasismuni. Teir vóru nevniliga ikki so nógvir í Danmark í mun til fólkatalið.
Ruth Smith – eitt av okkara fremstu listafólkum
Ein fortreyt fyri hesi søgu er, at Poul Morell var giftur við Ruth Smith, og skal nakað sigast um hana eisini.
Ruth Smith varð fødd 5. apríl 1913 í Vági. Foreldur hennara vóru Johan Smith, fiskimaður og málingahandilsmaður og Elin Caroline f. Djurhuus.
Pápin doyði ungur av tuberklum. Eftir sat mammam við fimm børnum. Hini fýra vóru William f. 1910, Napoleon f. 1915, Lina f. 1918 og Hanna f. 1921.
Fimtan ára gomul fær Ruth arbeiði sum postboð í Vági. Seytjan ára gomul fer hon í 1930 til Danmarkar at fáa útbúgving sum sjúkrasystir.
Men tað er skjótt, at Ruth fer í holt við listina, og fer á ymiskar listaskúlar. Í 1940 luttekur hon í eini føroyskari listaframsýning í einum gallarí á Nørrebrogade í Keypmannahavn.
Í 1944 er tað, at Ruth Smith fer til Lemvig og flytir inn til Poul Morell, sum hon hitti á arkitektadeildina á Listaháskúlanum. Tey bæði giftast í Lemvig í 1945. Í 1947 fáa tey sonin Leif. Hann gekk forrestin í skúla saman við Hendrik Old. Leif er fyri kortum deyður. Hann átti ein son, Tóki, sum hevur samband við ættina í Føroyum.
Í 1948 flytir familjan til Føroya. Tey búgva fyrst hjá mammu Ruth í Vági. Í 1950 flyta tey inn í leigað hús í grannabygdini Nesi. Har búgva tey, meðan Poul byggir húsini, hann sjálvur hevur teknað. Her hevði Ruth eisini atelier.
Í 1952 fáa tey sonin Louis. Hann býr í dag á Svalbard, har hann heldur til úti í oyðimørkini, har hann livir av at savna æðudún. Hann verður kallaður Hiawatha eftir kenda indianaradronginum.
Ruth var virkin í sínum málaravirksemi og luttók í mongum framsýningum. Men í 1958 doyr hon.
Poul flytir av landinum aftur við sínum synum stutt eftir, men í 1963 setir hann á stovn “Minnisgrunn Ruth Smith Nielsens listamálara.”
Ruth Smith verður roknað fyri at vera ein av okkara fremstu listarmálarum. Í 2007 gav listasavnið út eina bók um hana. Hetta er eitt valaverk, sum telur einar 300 síður. Í Vági er eisini eitt listasavn fyri Ruth Smith. Tey sum hava áhuga at vita meira um Ruth Smith kunnu fara inn á heimasíðuna:
www.ruthsmithsavn.com
------------
Komandi partur verður um Jógvan í Grótinum í Klaksvík.
Hann var ein framburðsmaður sum m.a. fekk frysting til Føroya