Ætlanin er at tekna nógvan partapening. -So fer tíðin at vísa, hvussu nógvir føroyingar vilja vera við. Vónandi vilja fleiri síggja hetta sum ein góðan íløgumøguleika, sum tó sjálvandi hevur váða við sær. Felagið [...] nøgdir við loyvini teir hava fingið tillutað. At Marathon ikki er við longur er so bara ein nýggjur møguleiki hjá teimum, sum eru eftir í bólkinum. Uppá fyrispurning um teir eru sinnaðir at taka onnur feløg [...] hetta prosentið til eitt 2-siffrað tal. -Vit byrja við sjey og so fáa vit at síggja, hvussu tað gongur sigur ein vælhýrdur hálvur føroyingur, sum nú má sigast at hava annað beinið í oljuvinnuni í Bretlandi
ikki so nógv til tað suðuroysku mentanina, so har fekk hann seg royndan bæði so og so.Um man bara hugdi eftir pabba, so sá hann út til at hava bæði beinini fast niðri á jørðini, men hann var ein framsíggjin [...] stór tá. Tá so pabba keypti tann mittasta Saturn sum var nakað størri, tá vóru so nakrir sum róðu út við honum og so teir sum engdu fast hjá honum. Enginarskúrurin var á tí sokallaða Pumpiloftinum, og tað [...] einsamallur, men so til tíðir hevði hann menn afturat sær. Og so sjálvandi vóru tað so egnarar á landi sum egndu línuna aftur fyri hann. Í hesum sambandi vóru tað eisini ungir dreingjir sum sluppu framat
fram, at asbest kann vera heilsuskaðiligt, hevur navnið sum nevnt verið ein trupulleiki. Tí fær Asbestos nýtt navn einaferð í 2020. Í fleiri ár hevur kjak verið um hetta í býnum, men nú er so politiska avgerðin [...] Asbestos, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur verið kendur fyri sín asbestmálm, liggur einar 150 kilometrar eystan fyri Montreal. Síðan tað gjørdist greitt, at asbest kann vera heilsuskaðiligt og kann elva til [...] er umstrítt og elvir til nógv kjak. Tað eru politikarar í býnum, sum halda, at navnið bara skapar trupulleikar. Býurin er stemplaður sum hin vandamiklasti í Kanada. Men, teir stívliga 7000 íbúgvarnir í
fyritøkur, sum hava gjørt nógv fyri at sleppa undan at gjalda partafelagsskatt, fara at gjalda skatt, nú hann lækkar umleið ein fjórðing. So meira kemur kanska inn. Í øllum førum skuldi ein lækking stimbra [...] sær burtur frá uppskotinum. Spurningurin er so, um tað ber til at differentiera partafelagsskattin, so hann bara lækkar fyri fiskivinnuna? Ella fer tað at vera ov torført at umsita tvær ásetingar fyri p [...] Tað virkar, sum um samgonguflokkarnir ikki hava tikið við, at bæði land og kommunur missa inntøku, og at næstan bara fíggjarvinnan fær ágóða av at lækka partafelagsskattin. Hinvegin kann hugsast, at fyritøkur
altíð kenna teg so lítlan. Eg fari niður og geri tað so gott sum møguligt. Framførslan hjá Brandi fer at vera umleið 20 minuttir. Hann sigur sjálvur, at tað fer at vera umleið tað sama, sum var tá hann var [...] og kend nøvn, sum eitt nú Nik & Jay, Shubidua, Kashmir og onnur. ? Eg má venja nógv, so eg kann liva upp til allar hinar tungu fýrarnar á festivalinum. Tað vera nógv fólk á festivalinum, so eg má gera mítt [...] millumting at royna seg við. Eg fari at leggja sálina í tað, so eg fái tað so gott sum møguligt. Men tað er ikki bara tann týska tjóðsangin, sum Brandur venur av lív og sál nú. Tann føroyski skal eisini syngjast
Eg eri ein ung kvinna. Eg havi hvørki leiðarastarv ella ein leyp fullan av nevndarsessum. Eg havi ikki eitt kent navn, sum tryggjar mær atkvøður. Eg eri hinvegin tað, sum eg sjálv havi saknað: ein púra vanligur [...] tað eru mong, sum hugsa á sama hátt. Men heldur enn bara at yppa øksl hugsaði eg, at eg bara burdi stillað upp og harvið gerast tað umboðið, eg sjálv havi saknað. Tryggingafelagið er jú ein partur av ge [...] føroyingur, sum bara hevur mítt egna, vanliga lív at taka støði í. Og tað er júst hesum málbólkinum, eg ætli mær at arbeiða fyri. Í mun til Tryggingarfelagið Føroyar eri eg óheft, so eg kann loyva mær at
tunnil sum ferð at kosta nógv meir, tí sum hann sigur, at skal man brúka pengar allíkavæl, so kann man líka so gott gera nakað heilt annað enn tað sum bygdaráði í Leirvík hevur biði um, og sum vil vera við [...] rætta, so hvat tann veruliga grundin er, kann man bara gita um. Pengar, hevur man hoyrt aftur og aftur, men sum sagt áður, so kann man ikki gera ALT upp í pengum, tað burdi Kjartan eisini vita sum vinnulívsmaður [...] ar. Ein handilsmaður ringdi úr Havn, sum helt at vegurin skuldi liggja "omanfyri" bygdina samstundis sum hann helt tað vera skilagott sum Ólavur Olsen, ið rekur Bowling og Statoil, segði. Vil bara viðmerkja
at tað kann ikki vera rætt, at ein skal til at skera á eldraøkinum, sum heldur átti at verið útbygt til at nøkta tørvin, ið longu er á hesum forsømda øki. Eg má geva honum rætt, hvussu kann ein so mikið [...] og hin listin er umleið tríggjar ferðir so langur. So tað munar ógvuliga lítið við teim 32 røktarheimsplássunum, sum ætlanin er at byggja yviri við Strond. Ein má fyrihalda seg til veruleikan og arbeiða [...] mikið sum hugsa um at gera sparingar innan eitt økið, sum er so forsømt? Skuldi alt ikki blíva betri innan eldraøkið? Eg veit væl at tað er kreppa, men tú kanst ikki royta eina skalluta hønu. Í minari verð
skrivað upp at spæla klarinett sum eitt ára gomul, og tað so vísti seg, at hon sum tíggju ára gomul heldur vildi spæla klaver, hvat so? Hon hevur jú staðið á bíðilista í tíggju ár, so tað kemur ikki uppá tal [...] Hon skal tvingast at spæla klarinett. Bara spell, at hon restina av lívinum hevur eitt klarinetttrauma. Og at hon ongantíð slapp at læra at spæla klaver, sum hon so hegnisliga megnar á amatørstøði heima [...] noyðast. Man sleppur jú ikki bara plássinum, sum man hevur bíða eftir í tíggju ár. Við at útbyggja hetta so gevandi tilboðið fær man minka um panikktilmeldingarnar, og harvið í betri mun skapt møguleikar fyri
gallaríi. Tí, sum hann sigur, so skal eitt gallarí hava ein ávísan stíl. ? Mær dámar væl, tá tað sæst aftur í málninginum, at listafólkið hevur haft eitt ávíst motiv at arbeiða út frá, og so má málningurin [...] afturat, at gallaríið hjá sær helst hevur verið sum ein sendistova hjá føroyskari list. Í nærum ein mansaldur hevur hann átt og rikið egið gallarí í Keypmannahavn, fyrst í Sct Gertrud Stræde, tætt við Kultorvet [...] 15 árini í Hyskenstræde 9, ið er ein síðugøta til Strøget. Men tað var av reinari tilvild, at Kurt Svendsen kom í samband við føroyska list. Hann minnist, at hann ein várdag seinast í sjeytiárunum hevði