Hann vísir á, at teir hava møguleika at hækka hetta prosentið til eitt 2-siffrað tal. -Vit byrja við sjey og so fáa vit at síggja, hvussu tað gongur sigur ein vælhýrdur hálvur føroyingur, sum nú má sigast at hava annað beinið í oljuvinnuni í Bretlandi og hitt í oljuvinnuni við Føroyar. Hann starvast dagliga sum stjóri í oljufelagnum Dana, ið samstarvar við Føroyar Kolvetni.
Nú Føroya Kolvetni er komið sær uppí bólk við Agip og Marathon hevur tikið seg úr bólkinum vil Graham Steward ikki útiloka, at onnur ella annað felag eisini kann koma upp í teirra bólk.
Í gjár vísti stjórin í hinum føroyska oljufelagnum á, at tað bara finst eitt veruligt føroyskt oljufelag og metti hann Føroya Kolvetni meira sum eitt umboð fyri útlendskan kapital. Graham Steward hevur ongan hug at fara út í tjak um hetta, tí nú skal arbeiðast, sum hann málber seg, men hann er ikki samdur við Vilhelm Petersen á hesum øki.
Hann vísir á, at fleiri føroyingar eru við í felagnum, og nú er so møguleiki hjá uppaftur fleiri føroyingum at vera við, tí farið verður undir at tekna nýggjan partapening. Ætlanin er at tekna nógvan partapening. -So fer tíðin at vísa, hvussu nógvir føroyingar vilja vera við. Vónandi vilja fleiri síggja hetta sum ein góðan íløgumøguleika, sum tó sjálvandi hevur váða við sær. Felagið skuldi uppbyggjast frá byrjan av bæði við føroyskum og útlendskum kapitali. Vit hava valt ta leiðina og halda tað vera skilagott.
Graham Steward sigur, at stórur áhugi er í útlandinum fyri Føroya Kolvetni. Teir fáa fyrispurningar frá bæði bankum, privatum osfr. Nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni heldur teir hava verið sera óhepnar nú í eina tíð, men hava nú loyst flestu trupulleikarnar. Og teir eru sera væl nøgdir við at vera partur av Agip-samtaki.
Herfyri máttu jarðfrøðiligu ráðgevararnir hjá Føroya Kolvetni, SAGEX í Noregi taka aftur ráðgevingina, tí ein dómstólur setti fútaforboð móti hesum. Síðani er tað hent, at ein annar dómstólur hevur fríkent teir men nú skal so Hydro, sum upprunaliga fór í rættin við Sagex-fólkunum, hava biðið um at fáa málið fyri Hægstarætt.
Graham Steward fær ikki sagt, hvussu støðan er millum teir og Sagex-fólkini. Hann sigur bara, at nógv er hent, og tað er nógv, sum skal takast til eftirtektar. -Hetta hevur verið ein kompliserað tíð sigur hann men vil ikki siga, um Sagex framvegis er inni í hitanum. Vit revidera støðuna. Vit tosa saman osfr. Men eg kann ikki siga nú, hvussu støðan er. Føroya Kolvetni leitar nú eftir føroyskum starvsfólki, í fyrsta lagi einum ungun jarðfrøðingi. Teir ætla tó ikki at seta eina rúgvu av fólki, tí teir eru ikki operatørur. -Vit eru sera væl nøgdir, positivir og bjartskygdir leggur hann aftrat.
-Vit ætla nú at byggja upp eitt føroyskt felag. Hetta er byrjanin. Hetta er ikki ætlað sum nakar løtuvinningur. Vit eru komnir fyri at verða verandi í Føroyum sigur Graham Steward og við hesum vil vísa aftur teimum røddum, sum siga, at Føroya Kolvetni og samstarvsfelag tess Dana bara eru úti eftir einum skjótum "gevinsti" í Føroyum, selja tað man hevur fingið tillutað og so rýma.
Agip væl nøgt
Fleiri umboð fyri Agip vóru til steðar í Norðurlandahúsinum, tá loyvini vórðu latin. Stjórin í Agip sigur við Sosialin, at teir eru væl nøgdir við loyvini teir hava fingið tillutað. At Marathon ikki er við longur er so bara ein nýggjur møguleiki hjá teimum, sum eru eftir í bólkinum. Uppá fyrispurning um teir eru sinnaðir at taka onnur feløg upp í bólkin, nú Agip eitt nú hevur 93% av lisensinum sigur stjórin í Agip, at um hetta kann gagna samtakinum, so er hetta ikki óhugsandi. Við gagna meinar hann, at eitt felag kann koma inn við vitan, ekspertisu og til viðgerð av data og bidraga nakað til bólkin.
Agip var annars saman við Norsk Hydro í eini aðrari umsókn. Men har var eydnan so ikki við teimum. Teir høvdu annars eitt gott samstarv sigur Agipstjórin og vísir ikki aftur, at teir eru sinnaðir at tosa við Norsk Hydro um luttøku í tí lisensi teir nú hava fingið.