Henda almenna tænastan endar við at vera eitt tilboð fyri tey, ið eru so framsíggin at skriva børnini upp longu áðrenn tey koma heim av føðideildini. Eg síggi næstan fyri mær, at við síðuna av kortunum, har tú sendir bløðunum boð um lítla alvan, liggur eisini ein bunki av tilmeldingarkortum til tónleikaskúlan.
Men hvat skal eg skriva míni upp til? Hvat vil eg hava tey at læra at spæla um eini tíggju ár, tá tey møguliga sleppa framat? Kann tað hugsast, at eg velji okkurt, ið børn míni als ikki hava hug til?
Hetta er júst tað, ið er kjarnan í málinum. Um dótturin varð skrivað upp at spæla klarinett sum eitt ára gomul, og tað so vísti seg, at hon sum tíggju ára gomul heldur vildi spæla klaver, hvat so? Hon hevur jú staðið á bíðilista í tíggju ár, so tað kemur ikki uppá tal at sleppa plássinum. Hon skal tvingast at spæla klarinett. Bara spell, at hon restina av lívinum hevur eitt klarinetttrauma. Og at hon ongantíð slapp at læra at spæla klaver, sum hon so hegnisliga megnar á amatørstøði heima á okkara hundrað ára gamla Emil Felumb.
So spurningurin er, hvussu nógv børn á musikkskúlanum læra at spæla júst tað ljóðføri, tey hava hug til og brenna fyri. Spurningurin er, hvussu nógv børn bara eru har, tí tey noyðast. Man sleppur jú ikki bara plássinum, sum man hevur bíða eftir í tíggju ár.
Við at útbyggja hetta so gevandi tilboðið fær man minka um panikktilmeldingarnar, og harvið í betri mun skapt møguleikar fyri, at fleiri og betri hugaði børn sleppa framat. Hetta er jú ein almenn tænasta, og hon skal vera fyri øll. Ikki bara tey útvaldu.










