fullfør, møguleikar fyri eini liviligari tilveru? RÆTT er tað, at vinnan er tann mekanisman, sum skal fáa samfelagshjólini at mæla. Men so einfaldur er veruleikin heldur ikki. Tí eingin vinna var til vóru [...] VÆL vitandi, at tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki [...] almanna- og heilsumál í eini evnissending. Hetta er eitt tað málsøkið, sum kanska viðvíkur hvørjum einstøkum av okkum allarmest. Nakað, sum hvør einstakur er partur av frá vøggu til grøv. At hetta stóra málsøkið
einum komandi landsstýri er nakað, sum restin av fólkinum, og tað er hóast alt ein stórur meiriluti, má fáa eyguni upp fyri og forða fyri. NÚ er ikki at yppa øksl og siga, at ?hatta er bara Óli?. Nei, mín sann [...] fólkaflokkinum. At fella ella steðga einum mánni, hvør høvuðsuppgáva er (citat ÓB) -Mín uppgáva er at útrudda allar sosialistar. Svar okkara er, at tað býr ein sosialistur í øllum menniskjum, og tí verður tað [...] ann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til. TAÐ ringasta, sum kann henda
Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær [...] uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan [...] andstøðan, sum er ein týðandi liður í demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt og aktivt luttekur í tí almenna orðaskiftinum. HVÍ alt hetta hóvastákið kann so onkur spyrja? Hvat skal tað til, at
vit hava eisini brúk fyri at vita, hvat tað er fyri kjøt og blóð, ið samgonguflokkarnir ætla skal koma aftrat beinagrindini. Men tað er eins týdningarmikið at vita, hvat andtøðuflokkarnir ætla. Við fyrrverandi [...] okkara tykki er flokkurin nú noyddur til at geva hesi ætlan kjøt og blóð og siga Føroya fólki, júst hvat hann ætlar við hesi lóg. Ein av orsøkunum til, at flokkurin ikki enn hevur viljað sagt, hvat henda lóg [...] nógv umrødda avtalan frá 10. juni. Samanumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Føroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú vit fara inn
fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina, sum vit fingu avskrivaða og hana, sum er fryst niður. Løgmaður hevur gjørt greitt, at tað [...] og hevur sagt, at flogvøllurin er enn og verður tað eisini í næstu framtíð danskt ábyrgdarøki. Vit hava so hoyrt Mogens Lykketoft siga, at danski statskassin hereftir er stongdur fyri føroyingar tvs. at [...] ikki at lata føroygum hjálp, um her bráddliga aftur er brúk fyri tí. Stjórnin fer heldur ikki at læna pengar til Føroya ella veðhalda fyri lánum. HETTA er greið tala og skal helst skiljast sum politikkurin
fund í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir [...] til at bøta um henda skeivleika, og tað er at vóna, at hesir dagarnir kunnu vera við til at skapa betri forstáilsi í hinum Norðurlondunum fyri Føroyum. Hetta er ikki minst avgerandi, nú Føroyar fara at [...] fólkið kunnu geva. Og farið so heimaftur og sigið frá í tykkara tingum og forummum, hvat Føroyar eru fyri eitt land, og hvat fólk her býr. Eitt ynski hava vit. Nú tit viðgera fíggjarætlaninar fyri komandi
tað bygdirnar í Føroyum. Hetta er eitt orðaskifti, sum vit eiga at taka uttan mun til um olja er her ella ikki. Men nú tá spurningurin um olju er vorðin so aktuellur, tá er tað rætt og rímuligt at draga [...] tí leitifasan krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst, hvat er best fyri okkara eftirkomarar. [...] hesi gongdini við Drelnesi og Sundi er nettup hetta, at hon setir nakað í gongd, sum annars vil koma ov seint. Drelnes ella Sund! Tað er ikki spurningurin í løtuni. Hann er, hvussu vit vilja plasera eina oljuvinnu
tey búgva - ella hvussu væl fyri familjan er fíggjarliga. Viðvíkjandi útreiðslunum, so eiga okkara kosnu menn og kvinnur at hava í huga, ein íløga í ungdómin er er ein íløga í framtíðna. Virði á vælskúlaðum [...] víst seg er, at stuðulin fyrst stóð í stað, og síðani tók at minka, samstundis sum livikostnaðurin annars hækkaði. Hetta hevur ført við sær, at tann føroyski útbúgvingarstuðulin í veruleikanum er minkaður [...] døgum fær prógv handað á ymsu lærustovnunum kring landið. - Og vit kunnu ikki siga annað, enn at tað er ein sera hugalig og gleðilig sjón at síggja kátar ungdómar í húgvu stuttleika sær í gøtunum hesi vøkru
at fyribyrgja óhepnum avleiðingum er tað so umráðandi at savna allar góðar kreftir, og nettup tí er ein felagsskapur sum GEM av so stórum týdningi. Ein av uppgávunum er at skráseta og kortleggja støðuna [...] verri enn hildið. Hetta er so avgjørt eitt mál, ið eisini vit eiga at hugsa um - her serliga við okkara gýtingarstovnum og fiskastovnum annars í huga. Ein spurningur er eisini, hvat verður gjørt við radi [...] um ein nýggj vinna hevur gjørt seg inn á náttúru og annað livandi. SUM skilst so er GEM-verkætlanin unik, tvs. at tað er fyrstu ferð í søguni, at so mong oljufeløg - í so góðari tíð undan eini oljuleiting
Hvítusunnupakkan er jú alt aftur við tað gamla hevur ÓB sagt, og harvið meinar hann, at hann aftur er partur av tí konservativa flokkinum ogð ein neiatkvøða til eina sosialistiskari stjórn. TAÐ er sera umráðandi [...] lata vera við at atkvøða ímóti uppskoti frá eini danskari sosialistastjórn. Tá Hvítusunnupakkin er avgreiddur er alt við tað gamla aftur sigur fólkatingsmaðurin og vísir á, at tá verður hann aftur tann gamli [...] at leggja forðingar fyri eini danskari sosialistiskari stjórn, tí tað er jú tað, sum alt hansara politiska lív snýr seg um. Tað ER hansara lív. Men her eigur borðið at fanga. Tí hvør metingin verður hjá