bæði giftust til Klaksvíkar, har Levi er uppvaksin og hevur virkað megin partin av lívi sínum. Ingrid er dóttir Sigrid Højsted úr Lopra og Reynhold Andersen úr Keypmannahavn. Seinri giftist Sigrid við Niels [...] Gerðum. Eftir at Levi hevði verið til skips, bæði við trolara og línubáti og Ingrid hevði verið gongsgenta á sjúkrahúsinum, fóru bæði at arbeiða á "Norðborg", har bæði vóru til upp móti pensiónsaldri. Og eg [...] bæði um leiðsluna og arbeiðsfólkið, ið har var. Um pensiónsaldur seldu tey húsini í Klaksvík og komu til Hvalbiar at búgva. Her hava tey bygt sær eitt sera gamlamanna vinarligt hús, ið er nemt at røkja. Tað
flutti familjan til Havnar, og í 1971 tók Jákup Kass stjórastarvið eftir Esmar Fuglø í Esso. Har var hann inntil í 1980. Prestatrotið í Danmark bar við sær, at tað í sjeyti árunum bar til hjá teimum, sum [...] mong ár frammarlaga í samfelagnum, men nú eru nøkur ár síðani, at hann og konan, Anna, fluttu aftur til Strendur, har tey búgva í barndómsheiminum hjá henni. Foreldrini hjá Jákupi Kass vóru Sanna og Bartal [...] Keypmannahavn, og Ernst býr í Havnini. Jákup tók málsligt studentsprógv í 1944. Eftir kríggið fór hann til Keypmannahavnar, har hann gekk á Niels Brock, og síðani var hann í mong ár saman við pápanum og brøðrunum
at spæla í sunnudagsskúlanum í salinum á Toftum, og fram ímóti einari hálvari øld hevur hon spælt til møtini í salinum. Ivaleyst eru tey fleiri, sum komast við plátuna, sum Sólrun Skaale og Oddmar Færø [...] verið virkin í fornminnisfelagnum og bygdasavninum á Toftum, síðani tey vórðu sett á stovn. Í 1967 giftist Sólrun við Hanusi Lómstein, sum er ættaður úr Syðrugøtu. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong [...] í Venezuela, Gurðun er trúboðari í Russlandi, og Andrass flutti í summar úr Keypmannahavn og aftur til Toftir, har hann er lærari. Sólrun eigur ellivu ommubørn - tríggjar gentur og átta dreingir.
Bollafabrikkin. Virkisleiðari har var týskarin Paul Lammers, og John fór við honum til Týsklands at læra hermetikk og haðani til Svøríkis at nema sær meira kunnleika. Heimafturkomin varð hann virkisleiðari á [...] árstíð til aðra. Fyrst í 60-unum fór Kjølbro eins og aðrir í landinum at royna flakavinnu umframt framvegis at arbeiða saltfisk og klippfisk. Ein part av árinum varð flak skorið á Bollafabrikkini, til tað [...] og har hevur hann búð mestsum alt sítt lív. Tó búði hann úti í Grótinum í nøkur ár eftir, at hann giftist við Fíu, dóttir Annu og Jógvan Isaksen. John tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Hann arbeiddi so í
mangan, hvussu gott minni tú hevur enn, nú tú fyllir 90 ár. Tú fekst eina dóttir (mammu), og hon giftist inn til tín og Akka, sum tú bleiv gift við. Tú fekst fýra ommubørn: Fíu, Niklas, Atla og meg, og 13
løta fara til spillis. Poul gekk burtur í haga, til hann nærkaðist teimum níti, so fóru knøini at bila. Hann gekk á fjall, til hann var knapt 90 ára gamal, og hann helt á at marka øll lombindi, til hann var [...] Hoyvík. Báðir eldru brøður hansara doyðu á ungum árum, og tískil stóð Pól til festið í Sólgørðum. Hann festi í 1937, og í 1938 giftist hann við Ebbu Simonsen úr Hoyvík, ið var dóttir Súsonnu og Hans Simonsen [...] Í februar andaðist Poul Wang, knappliga 96 ára gamal. Í 1965 komu Pól og Ebba til Hoyvíkar, tí Pól hevði tikið við festinum á Hoyvíksgarði. Pól var íðin at røkja seyð og garð, og garðurin í Hoyvík fekk
Svínoy. Hann fór á Háskúlan í Havn og í Kungälv í Svøríki. Í 1955 fór hann til Havnar at ganga á stýrimansskúla. Í 1957 giftist hann við við Elsebeth, dóttir Ellu og Andrew Sloan. Elsebeth doyði í 2000 [...] hann við doktarabátinum Reyða Krossi. Í 1964 fór hann at arbeiða á Matrikulstovuni, har hann var, til hann gavst fyri aldur. Jukim er søgufróur maður, og hann hevur eisini stóran áhuga fyri slekt. Hann [...] stórt arbeiði innan fyri samkomuna Ebeneser. Góða systkinabarnið. Finnbogi og eg ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Ása Justinussen
var Jukim á Háskúlanum. Í 1952 fór hann til Svøríkis á Kungalv háskúlan. Jóannes av Skarði var nevndarlimur í hesum skúlanum. Hann uppmuntraði Jukim at fara til Svøríkis, og Jukim tosar framvegis um góðu [...] Havnini, flutti familjan til Keypmannahavnar, har Jukim leyk skipsføraraprógv. Síðani sigldi hann í nøkur ár kring so at siga allan heimin við skipum hjá Lauritzen. Jukim plagar at taka til, at hann var í Indiska [...] hann kring oyggjarnar í 1963 og fram til á sumri í 1964, tá ið hann fekk starv á Matrikulstovuni, har hann var í 32 ár. Á Matrikulstovuni kom Jukim so at siga aftur til røturnar. Ogn og kongs, matrikulering
hon til Havnar at tæna, og í 1949 giftist hon við Petur av Húsabrúgv úr Havn. Tey fingu 5 børn: Eydna, Ása, Regin, Sunnrid og Sólrun. Petur doyði í 1998, 75 ára gamal. Hanna var heimaarbeiðandi til børnini
i hjá felagnum Ch. Mauritzen & Co. í krígsárunum, har fekk hon gott innlit í enska málið. Turid giftist bretskum heryvirmanni Samuel Bingley, tey búsettust í Barnley, Suðurongland, og fingu dóttrina Karin [...] Heimafturkomin fer hon at arbeiða í manufakturhandlinum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni, og er í hesum starvi til handilin er hildin uppat í 1953. Nakað eftir hetta er hon serveringsdama á Konditarínum hjá Fr. Restorff [...] 1956 fer Turid í gamla Bókhandil á Vaglinum sum krambakvinna og verður hon øll árini í bókhandlinum, til hon gevst fyri aldur í 1991. Nú rokkin kempualdur, er Turid støðugt eitt av kendu andlitunum í Havnargøtum