Foreldrini hjá Sólrun vóru Betty og Petur Skaale á Toftum. Tey fingu tvær døtrar. Sólrun var tann eldra, og Betty, sum er gift Jógvani við Keldu í Klaksvík, var tann yngra. Mamman doyði, tá ið hon hevði átt hana, og hon er uppkallað eftir mammuni. Piddi var 93 ára gamalur, tá ið hann doyði í 1999. Hann búði fyri seg sjálvan, men Sólrun og hennara vóru serliga nógv um hann.
Sólrun vaks upp mitt í meldrinum á Toftum. Pápin hevði handil og postin, og harvið kendi hann eisini ábyrgd fyri mjólkabátunum, sum við farmi og fólki sigldu millum Havnina og Skálafjørðin. Mest sum alla sína tíð hevur Sólrun verið við í virkseminum hjá pápanum, og nú eru tað næstan 34 ár síðani, at hon og maðurin yvirtóku handilin, sum tey framvegis eiga og reka.
Sólrun var ikki meiri enn stór smágenta, tá ið hon fór at spæla í sunnudagsskúlanum í salinum á Toftum, og fram ímóti einari hálvari øld hevur hon spælt til møtini í salinum. Ivaleyst eru tey fleiri, sum komast við plátuna, sum Sólrun Skaale og Oddmar Færø sungu fyri meiri enn fjøruti árum síðani. Eitt nú sungu tey Lítið barn sum meg.
Sólrun fylgir væl við í samfelagnum, hon er familjukær, hevur serligt hegni at taka sær av fólki, og hon er sera góð við heimstaðin. Eitt nú hevur hon verið virkin í fornminnisfelagnum og bygdasavninum á Toftum, síðani tey vórðu sett á stovn.
Í 1967 giftist Sólrun við Hanusi Lómstein, sum er ættaður úr Syðrugøtu. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong, sum hava sitið væl inni hjá teimum. Sólrun og Hanus eiga fýra børn, sum øll eru gift og eiga børn: Betty býr í Keypmannahavn, har hon er farmaseutur, Erla er trúboðari í Venezuela, Gurðun er trúboðari í Russlandi, og Andrass flutti í summar úr Keypmannahavn og aftur til Toftir, har hann er lærari. Sólrun eigur ellivu ommubørn - tríggjar gentur og átta dreingir.