Foreldur hennara vóru Elisabeth f. Magnussen, niðri í Klova, Porkeri, og Kristian Poulsen, havnafúti, Kristian á Kák, Tórshavn. Barnaheimið var í tí gomlu Havnini, í Reynagøtu.
Turid er eitt av kendu andlitunum í Havn. Fróð og fryntlig, tað er hennara verumáti, og kemur tú á tal við hana, fært tú rættuliga eitt prát við vitandi kvinnu, sum í so mongum kann greiða tær frá hendingum sum tilburðum, tú er fróðari eftir prát vð hana.
Virkin og arbeiðssom hevur Turid altíð verið. Fyrstu krígsárini var hon húshjálp hjá familjuni Brockie úti í Tinganesi, og eisini var hon partvís í starvi á skrivstovuni hjá felagnum Ch. Mauritzen & Co. í krígsárunum, har fekk hon gott innlit í enska málið.
Turid giftist bretskum heryvirmanni Samuel Bingley, tey búsettust í Barnley, Suðurongland, og fingu dóttrina Karin, sum nú býr í Sørvági. Turid var í Onglandi 1943-45.
Samuel Bingley var officerur í bretska herinum, var millum teir fremstu sum fóru yvirum Rhinánna, ta ferðina stóra árásin var sett í verk móti týskinum, var millum teir mongu, sum fullu á hermótinum í mars 1945. Hann er grivin í Hálandi.
Í oktober 1945 flytur Turid heimaftur við dóttrini Karin. Heimafturkomin fer hon at arbeiða í manufakturhandlinum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni, og er í hesum starvi til handilin er hildin uppat í 1953. Nakað eftir hetta er hon serveringsdama á Konditarínum hjá Fr. Restorff.
Turid og Torben Dalsgaard Zwinge giftast í 1950, tey fingu dóttrina Dagny, sum eisini býr í Sørvági.
Í 1956 fer Turid í gamla Bókhandil á Vaglinum sum krambakvinna og verður hon øll árini í bókhandlinum, til hon gevst fyri aldur í 1991.
Nú rokkin kempualdur, er Turid støðugt eitt av kendu andlitunum í Havnargøtum, vinsæl sum altíð. Evnini og minnið hevur so avbera at siga frá hendingum og tilburðum úr eini tíð, sum ókunnug og forvitnislig er at kaga inn í.
Tillukku og øll góðynski, Turid.
j.