Hann fór stillisliga avstað, og rundi dagurin varð hildin saman við familjuni. Jákup Kass var í mong ár frammarlaga í samfelagnum, men nú eru nøkur ár síðani, at hann og konan, Anna, fluttu aftur til Strendur, har tey búgva í barndómsheiminum hjá henni.
Foreldrini hjá Jákupi Kass vóru Sanna og Bartal Johasen í Kass á Strondum. Tey fingu tíggju børn. Jákup er elstur, Hilmar býr í Havnini, Nicolina býr í Havnini, so eru tað tvíburðarnir Hanni, sum býr á Strondum, og Hanna, sum býr í Vejle, Anne Bertha býr í Havnini, Sólborg býr á Argjum, Judith býr í Vejle, Hans Jákup býr í Keypmannahavn, og Ernst býr í Havnini.
Jákup tók málsligt studentsprógv í 1944. Eftir kríggið fór hann til Keypmannahavnar, har hann gekk á Niels Brock, og síðani var hann í mong ár saman við pápanum og brøðrunum við í handilsvirksemi og útgerðarfelag á Strondum. Teir í Kass høvdu handil og fleiri skip og bátar, eitt nú Austerlitz, Lambanes, Sjófarið og Polarfarið.
Í seksti árunum fór Jákup Kass í starv hjá Esso. Eitt ár var hann í Danmark og setti set inn í tingini. Í 1966 flutti familjan til Havnar, og í 1971 tók Jákup Kass stjórastarvið eftir Esmar Fuglø í Esso. Har var hann inntil í 1980. Prestatrotið í Danmark bar við sær, at tað í sjeyti árunum bar til hjá teimum, sum høvdu lívsroyndir og útbúgvingar at lesa gudfrøði eftir serligum treytum. Onkrir føroyingar tóku av hesum tilboðnum. Millum teirra var Jákup Kass, sum studeraði, meðan hann var stjóri í Esso og seinni Statoil, og meðan hann røkti fleiri onnur álitisstørv, eitt nú í Sjóvinnubankanum, har hann var næstformaður í nevndini.
Í 1980 fór Jákup úr stjórastarvinum í Statoil. Tá flutti hann inn á Nes, har hann var nógv avhildin sóknarprestur fram til 1994. Tað var í hansara tíð í Nes prestagjaldi, at nýggja Fríðrikskirkjan varð bygd. Hon varð vígd fyrsta sunnudag í advent í 1994 ella stutt eftir, at Jákup var farin úr starvinum.
Jákup var frá ungum av virkin í heimamissiónini, og í prestatíðini var hann eitt skifti formaður fyri føroysku heimamissiónini. Tá ið Vesturkirkjan varð vígd í 1975, varð Jákup Kass annar av deknunum, og tað tænastuna røkti hann saman við Steingrími Niclassen, inntil hann flutti inn á Nes.
Jákup Kass giftist í 1949 Við Onnu Johansen, sum eisini er ættað av Strondum. Tey bæði eru systkinabørn og javngomul. Hon fylti 80 27. juli í ár. Anna og Jákup Kass eiga trý børn: Marjan býr á Nesi, Bartal býr á Argjum, og Karin býr í Havnini. Barnabørnini eru átta, og tað er so smátt afturat í triðja ættarliðnum.