Føðingardagsheilsan

Hanne Jensen 65 ár

Leygardagin 10. apríl fylti Hanne Jensen, Keypmannahavn, 65 ár. Hanne Jensen er kona Bendt Jensen, fyrrv. yvirlækna á Medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum.

Hanne Jensen er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn. Læknahjúnini komu til Føroyar í 1960 og dvaldust í Føroyum í trettan ár, til Bendt Jensen fór í annað starv í Danmark á vári 1973. Fyrst høvdu hjúnini sína egnu klinikk í Roskilde, og síðani fingu tey sær klinkk í Keypmannahavn, har tey nú búgva.

Hesi trettan árini, læknahjúnini vóru í Føroyum, vóru tey ein partur av býarmyndini í Havn - Bendt Jensen er, tað eg veit, fyrsti danskari, sum gjørdist limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag - og líka síðani hava tey havt tætt samband við Føroyar og føroyingar, eisini føroyingar í Danmark. Læknahjúnini lesa regluliga føroysk bløð og fylgja væl við í føroyskum viðurskiftum. Tey eru føroyavinir í orðsins besta týdningi.

Hanne Jensen er eisini kjøpinhavnari í orðsins besta týdningi: opin, hittinorðað, skemtingarsom, gestablíð og fyrikomandi í allar mátar. Mangur mundi sita væl inni í heiminum Uppi undir Varða á sinni, og mangur hevur sitið væl inni í íbúðini á Fredriksberg, har hjúnini nú búgva. At støkka inn á gólvið hjá teimum er sum at koma inn í eitt føroyskt heim, mitt í tí buldrandi stórbýnum: føroyskir málningar, listaverk, fotomyndir frá trýssunum og føroyskar bókmentir í hópatali. Og - sum vit heimføðingar plaga at siga - føroyskt gestablídni.

Hanne Jensen hevur minni sum fáur og dugir sera væl at siga frá hendingum, viðurskiftum og fólki í Havnini í trýssunum. Hóast so mong ár eru umliðin, skilja hjúnini væl føroyskt, eru góð við Føroyar og eru at rokna sum havnarfólk út í odd og egg. Og tað er sanniliga ikki einum og hvørjum beskorið!

Hjartaliga tillukku við teim sekstifimm og blíðan byr framyvir.


Vinur