serligt og hann øtlar veðrið í kvøld og í nátt, men tað er undan og tað hjálpir upp á sleipið. Væntandi verður Brimil í Føroyum við russiska skipinum seint í kvøld, ella í nátt, men enn er ikki gjørt av [...] Seint í gjárkvøldið komu boðini um, at eldur var kyknaður í russiska verksmiðjutrolaranum, North Ocean, sum var staddur einar 90 fjórðingar suður úr Akrabergi. Eldurin var kyknaður í maskinrúminum á u [...] til lands eftir hjálp. MRCC í Havn sigur, at vaktarskipið, Brimil og danska verjuskitið, Thetis, sum lógu í Føroyum, fóru alt fyri eitt avstað og vóru hjá russiska skipinum í morgun. Fyribils hava tey bæði
Í minsta lagi 38 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt sinnissjúkrahús nærhendis russiska høvuðsstaðnum Moskva í nátt. Tíðindastovan AP skrivar, at tey flestu, sum doyðu, vóru sjúklingar. -Tey flestu lógu og [...] leggur afturat, at sjúkrahúsið er næstan brunnið í grund. Myndugleikarnir vita ikki, hví eldur kom í sjúkrahúsið, men teir siga, at talan kann vera um skammlop í elskipanini.
Í minsta lagi 12 fólk doyðu, og umleið 60 fingu skaða, tá eldur kom í eitt sjúkrahús har suðuri í Taiwan í nátt. Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði í einari deild, har yvirhøvur eldri sjúklingar [...] hetta var ikki lætt, tí fleiri vóru í rullistóli, og summi lógu við andingartóli. Fyribilskanningar vísa, at eldurin kyknaði í einum goymslurúmi á aðru hædd. Sjúkrahúsið er í fimm hæddum. Talan er um ein tann [...] tann ringasta sjúkrahúseldin í Taiwan nakrantíð, og myndugleikarnir siga, at málið verður gjølla kannað.
Seks eldri kvinnur doyðu, tá eldur kom í eitt sjúklingaheim í franska býnum Marseilles í nátt. Løgreglan sigur, at kvinnurnar doyðu av roykeitran. Sjúklingaheimið er fyri eldri fólk, og 15 búfólk vórðu [...] støðan hjá trimum teirra álvarssom. Teir fronsku myndugleikarnir halda, at eldurin kyknaði í einum kamari á fjórðu hædd í húsunum. Umleið 180 fólk búgva á sjúklingaheiminum.
Klokkan fimm í morgun varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Vági. Fimm fólk vóru í húsunum, men tey vaknaðu og sluppu sær úr húsunum, so eingin fólkaskaði var. Og tey fingu so boða frá. Løgreglan [...] Løgreglan veit ikki hví eldur kom í húsini, men tey siga, at helst er hann kyknaður í einum vásakøki, har oljufýrið eisini stendur. Men tað var so heppið, at eitt vatnrør smeltaði av varmanum, so vatnið sprændi [...] Løgreglan sigur, at hóast skaðin av sjálvum eldinum ikki var so stórur, var rættiliga nógvur roykur í húsunum. Nú fara tey so at kanna orsøkina til eldin.
eini løtu síðani kom eldur í eini sethús á Marknoyri í Vági. Sløkkiliðið í Vági er á staðnum og sløkkiliðið á Tvøroyri er eisini á veg. Enn er óvist, hvussu umfatandi skaðin er, men eldur sást upp ígjøgnum [...] ígjøgnum takið. Eitt fólk var í húsunum og tað slapp út í øllum góðum, so eingin fólkaskaði er. Hetta er aðru ferð, at eldur er í somu húsum, tí fyri nøkrum árum síðani fingu tey eisini nakað av skaða av eldi
Nakað eftir døgurða kom eldur í eini sethús í Vestmanna. Løgreglan váttar, at eingin mannaskaði er hendur Løgregla og sløkkilið høvdu ikki enn fingið fult tamarhald á støðuni, tá Portalurin tosaði við [...] politistøðini. Sløkkiliðið fekst tá framvegtis við at sløkkja seinastu glóðirnar, meðan løgreglan var í holt við at tryggja økið. Vakthavandi sigur, at tey har ikki enn vita nágreiniliga, hvussu umfatandi [...] verið, men tey hava kortini ta fatan, at húsini eru illa brend. Váttað verður, at húsfólkið slapp út í øllum góðum, og at eingin hevði fingið skaða. Enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvør orsøkin til
Í gjárkvøldið um 18.00 tíðina fekk løgreglan fráboðan um, at tað var eldur í húsum í Trongisvági. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað vísti seg, at eldur var komin í eymhettuna. Eingin fólkaskaði
Nólsoy, og sum in.fo skilir tað, so er eldur í einum sethúsum norðalaga í bygdini. Føroya Politi skrivar á Facebook, at ein maður, sum býr í húsinum, er komin út í øllum góðum. [...] á politistøðini í Havn sigur, at boðað er frá eldi í Nólsoy, men at tey ikki vita so nógv meiri í løtuni. Men fyri lítlari løtu síðani loysti LÍV hjá Havnar Bjargingarfelag frá bryggju í Vágsbotni, og við