Í minsta lagi 38 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt sinnissjúkrahús nærhendis russiska høvuðsstaðnum Moskva í nátt. Tíðindastovan AP skrivar, at tey flestu, sum doyðu, vóru sjúklingar.
-Tey flestu lógu og svóvu, tá eldurin kyknaði. Nøkur royndu at sleppa til rýmingar, men vórðu eitrað av roykinum, sigur ein kelda hjá løgregluni við russisku tíðindastovuna Itar-Tass. Keldan leggur afturat, at sjúkrahúsið er næstan brunnið í grund.
Myndugleikarnir vita ikki, hví eldur kom í sjúkrahúsið, men teir siga, at talan kann vera um skammlop í elskipanini.










