Eldur í sethúsum í Vági

Hóast eldur kom í, vóru tey eisini heppin

Klokkan fimm í morgun varð boðað frá, at eldur var í einum sethúsum í Vági. Fimm fólk vóru í húsunum, men tey vaknaðu og sluppu sær úr húsunum, so eingin fólkaskaði var. Og tey fingu so boða frá.

Løgreglan veit ikki hví eldur kom í húsini, men tey siga, at helst er hann kyknaður í einum vásakøki, har oljufýrið eisini stendur.

Men tað var so heppið, at eitt vatnrør smeltaði av varmanum, so vatnið sprændi úr tí – og sløkti eldin. Løgreglan sigur, at hóast skaðin av sjálvum eldinum ikki var so stórur, var rættiliga nógvur roykur í húsunum. Nú fara tey so at kanna orsøkina til eldin.