Eldur í sethúsum í Vestmanna

Nakað eftir døgurða kom eldur í eini sethús í Vestmanna. Løgreglan váttar, at eingin mannaskaði er hendur Løgregla og sløkkilið høvdu ikki enn fingið fult tamarhald á støðuni, tá Portalurin tosaði við vakthavandi á politistøðini. Sløkkiliðið fekst tá framvegtis við at sløkkja seinastu glóðirnar, meðan løgreglan var í holt við at tryggja økið.

Vakthavandi sigur, at tey har ikki enn vita nágreiniliga, hvussu umfatandi eldurin hevur verið, men tey hava kortini ta fatan, at húsini eru illa brend.

Váttað verður, at húsfólkið slapp út í øllum góðum, og at eingin hevði fingið skaða.

Enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvør orsøkin til eldin kann vera.