Í minsta lagi 12 fólk doyðu, og umleið 60 fingu skaða, tá eldur kom í eitt sjúkrahús har suðuri í Taiwan í nátt.
Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði í einari deild, har yvirhøvur eldri sjúklingar vóru. Tað eydnaðist at fáa meiri enn 100 sjúklingar út, men hetta var ikki lætt, tí fleiri vóru í rullistóli, og summi lógu við andingartóli.
Fyribilskanningar vísa, at eldurin kyknaði í einum goymslurúmi á aðru hædd. Sjúkrahúsið er í fimm hæddum.
Talan er um ein tann ringasta sjúkrahúseldin í Taiwan nakrantíð, og myndugleikarnir siga, at málið verður gjølla kannað.