næmingar eru farnir í skúla á fyrsta sinni. Men talið av skúlabarnum er nú so stórt, at Sunda kommuna hevur verið noydd at leiga seg inn í bygdarhúsið í Hósvík sum eina fyribilsloysn. Á bygdaráðsfundi mánadagin [...] er at fáa gjørda eina kostnaðarmeting, soleiðis at skúlin kann fáa tvær skúlastovur aftrat sum skjótast. Hinvegin so er enn eingin peningur játtaður á fíggjarlógini til leigu, men 100.000 kr. eru kortini [...] kortini játtaðar til prosjektering. Fíggjarnevndin mælir tí á fundinum til at ein leysgevur hesar 100.000 kr. Mælt verður í hesum sambandi til at nýta tær 10.000 kr. til leigu av bygdarhúsinum. Í sama viðfangi
Kvøldsetan verður hildin í sambandi við, at næmingarnir á skúlanum hava havt evnisviku um neytakonuna. Á kvøldsetuni fer Paulina Eliasen, lærari í hondarbeiði, at greiða frá evnisvikuni og serliga frá [...] næmingarnar á skúlanum eru tað fleiri, sum duga væl at spæla og syngja. Nakrar gentur fara at hava tónleikaframførslur - bæði floytuspæl og sang - millum frásagnirnar. Felagssangur verður eisini á skránni [...] skránni, og harafturat bjóðar skúlin kaffi og kakur. Kvøldseta, sum er almenn og ókeypis, verður í kvøld klokkan 20.00.
triðja árinum, er næmingurin fyri rest í læru á einum virki innan ali ella fiskivinnuna. Um ein næmingur fer í læru á einum kryvjivirki, so skal hann eisini á eitt annað virki innan alivinnuna, tí tað verður [...] sigur skúlastjórin á Fiskivinnuskúlanum, Jákup Andreasen. Tað ber nú til at nema sær tvær ymiskar útbúgvingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Eina yrkismiðnámsútbúgving, sum er á sama støði sum hinar [...] næmingur, sum ætlar sær undir hana ikki skal søkja inn á sjálvan fiskivinnuskúlan, men finna sær eitt góðkent lærupláss millum 12 til 24 vikur, áðrenn skúlin byrjar í august. Tá tey hava funnið eitt lærupláss
Merkisdagur Týsdagin verður Miðvágs Sandavágs Skúli 40 ár. Skúlin á Giljanesi varð vígdur annan páskadag 1961. Upprunaliga byrjaði skúlasamstarvið millum hesar báðar kommunurnar longu í 1955, tá fyrsti [...] arbeitt miðvíst fram í móti at byggja eins stóran felagsskúla, sum lagdur varð á Giljanesi, miðskeiðis millum báðar bygdirnar. Skúlin varð vígdur annan páskadag - triðja apríl - 1961 av Jákupi Joensen, varabiskupi [...] kurin byrjaði í gamla bygdarskúlanum í 1959, og tók prógv á Giljanesi í 1962. Fyrstu árini komu eisini næmingar úr Sørvágs Skúla í triðja P. á Giljanesi og tóku prógv haðani. Seinni er tann skipanin so
í 80-unum segði, at allir kassar vóru á tremur. Tríggjar mánaðar seinni fór landið á húsagang. Vónandi endurtekur søgan seg ikki hesaferð, við Tjóðveldisflokkinum á odda í fíggjarmálum. Tvey mál við ymiskari [...] formaðurin, Jógvan Arge, enn á. Ikki kláraði hesin tjóðveldismaðurin at avgreiða málið, áðrenn tingið fór heim fríggja-dagin. Tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku, tekur Anita á Fríðriksmørk við aftur sum [...] ætlan kundu eisini aðrar íløgur verið gjørdar, sum hava ligið alt ov leingi á láni her í samfelagnum. At hesar íløgur liggja á láni, kunnu vit takka sitandi samgonguni fyri, sum yvir ein kamb hevur skorið
um hetta er at finna í brævi, sum Rasmus skrivar norður til Símun, sum tá er staddur á Skarði, stutt eftir at skúlin er fluttur til Havnar. Hann sigur soleiðis um viðurskiftini: ....?tey dagligu húsforholdini [...] at hann var føroyskur skúli - hin fyrsti skúlin í Føroyum, har móðurmálið var viðurkent og virt. Hetta var samstundis eisini orsøkin til ta mótstøðu, sum skúlin hevði, og stríð Rasmussar og Símunar at lívbjarga [...] politiskum arbeiði á sjálvstyrisvongi. Tann týdningurin, sum Føroya Fólkaháskúli hevur havt fyri Føroyar og føroyska samfelagið alt, kann valla yvirmetast. Eitt er alt tað, sum gekk fyri seg á sjálvum skúlanum
varð, á bestu árum, darvað av sjúku og hóast hetta, 90 ára gamal, framvegis ein framúr fyrimynd av lívsvilja og lívsgleði og setur sín serliga dám á bæði vertsskap og gerandisdag okkara. Tú hevur á tíni [...] vakra umhvørvinum beint omanfyri barnagarðin hjá nonnunum. Pápi og fleiri av systkinum settu búgv á trøðni hjá foreldrunum, undir varða, sum tá var langt av leið og í dag er at rokna sum miðbýur. Pápi var [...] framvegis stórtrívast saman á tykkara ellisárum. Vit eru nógv sum gleða okkum til at halda føðingardagin saman við tær og ynskja tær og mammu ein sera eydnuríkan dag og harrans signing á lívsleiðini. Ása, Robert
hevur sett sín dám á býráðsfundirnar, við sínum bragdliga sinni. Jan er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1982, og hann hevur verið lærari á Skúlanum á Trøðni síðani. Áðrenn hann fór á læraraskúla í [...] Steinbjørn Jacobsen nógv flestar atkvøður á býráðsvalinum hesaferð. Hann fekk 230 persónligar atkvøður, og tað var næstan tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum á valinum í 1996. Hann fekk næstan hundrað [...] f. Poulsen at Strondum. Hon er dóttir gitna tingmannin, Jóhan Poulsen, sum umboðaði Sambandsflokkin á tingi í ikki færri enn 50 ár, frá 1920 til 1970 uttan slit, so politisku genini hevur Jan. Pápi hansara
d”. Hann dugdi alt. Heðin mintist eisini, at hann smíðaði á verkstaðnum inni á gomlu Brandstøðini í Varðagøtu. ##med3## Tey bygdu hús á trøðni ovast í Varðagøtu, sum nú hoyrir til Villingardalsvegin. Tey [...] felags heimbygd, Trongisvág. Heðin mintist serliga væl pápa Esther, Carl á Brúgv – Carl Thorsteinsson – og kom sum smádrongur nógv inn á Húsgarð, har tey búðu. ##med7## Heðin greiddi frá, at hetta var eitt [...] síggja úteftir fjørðinum út á Tjaldavíkshólm. Hetta var eitt stórt náttúruupplivilsi og hetta var eitt paradís fyri smádreingir at koma til. ##med2## Heðin Mortensen vísti eisini á, at Esther misti mammu sína
framtíðini Tað Hjalmar Hansen deildarstjóri á handilsskúlanum á Kambsdali Skúlin fylti 25 ár í august í ár og hesi 25 árini hava fleiri túsund næmingar fingið prógv á skúlanum - Hesi 25 árini hava 1535 næmingar [...] stakgreinar sigur deildarstjórin. Fyrsta árið vóru 3 flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10 flokkar á skúlanum. - Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar á skúlanum, og var tá neyðugt at leiga høli í gamla fólkaskúlanum [...] leigaðar í Ítróttarhøllini á Kambsdali afturat sjálvum handilsskúlabygninginum. - Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í teimum 10 flokkum, umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum. Fleiri av