Hava kvøldsetu um neytakonuna

Hóskvøldið verður kvøldseta á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.

Kvøldsetan verður hildin í sambandi við, at næmingarnir á skúlanum hava havt evnisviku um neytakonuna.

Á kvøldsetuni fer Paulina Eliasen, lærari í hondarbeiði, at greiða frá evnisvikuni og serliga frá handaliga partinum hjá næmingunum, sum umfataði at gera neytakonubúna til dukkur.

Ein kvinna, sum hevur roynt at verið neytakona, er Hanni Poula Jensen, sum er ættað úr Hvannasundi, men búsitandi í Klaksvík. Hon fer at siga frá tíðini, tá hon gekk til neytar.


Eisini tónleikur

Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur, fer at halda fyrilestur, sum hann nevnir Pátrúgv og siðir í samband við húsdjórahald.

Millum næmingarnar á skúlanum eru tað fleiri, sum duga væl at spæla og syngja. Nakrar gentur fara at hava tónleikaframførslur - bæði floytuspæl og sang - millum frásagnirnar.

Felagssangur verður eisini á skránni, og harafturat bjóðar skúlin kaffi og kakur.

Kvøldseta, sum er almenn og ókeypis, verður í kvøld klokkan 20.00.