Eysturoyingar vilja hava ein "Marknagilsdepil"

Enn bíða tey eftir at vita, hvussu tey skulu arbeiða í framtíðini

Enn hava vit ikki fingið at vita, hvussu vit skulur arbeiða í framtíðini

Tað Hjalmar Hansen deildarstjóri á handilsskúlanum á Kambsdali

Skúlin fylti 25 ár í august í ár og hesi 25 árini hava fleiri túsund næmingar fingið prógv á skúlanum

 

- Hesi 25 árini hava 1535 næmingar fingið FHS prógv, 999 næmingar hava fingið HH-prógv og 79 næmingar hava fingið 1 ára HH prógv, vanliga nevnt HHs. 

 

- Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS prógv, og 384 stakgreinaprógv eru útskrivaði á fjarlestrinum.

 

Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom og akademi stakgreinaprógv útskrivaði.

 

Afturat hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við tað gomlu HMX útbúgvingina, FHS og HH stakgreinar sigur deildarstjórin.

 

Fyrsta árið vóru 3 flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10 flokkar á skúlanum.

- Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar á skúlanum, og var tá neyðugt at leiga høli í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði.

 

- Í dag verða tvær skúlastovur leigaðar í Ítróttarhøllini á Kambsdali afturat sjálvum handilsskúlabygninginum.

 

- Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í teimum 10 flokkum, umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum.

 

Fleiri av starvsfólkum skúlans hava verið í starvi frá fyrsta degi, Katrin Zachariasen, inspektørur, Carsten Petersen og Margit Fromm Petersen, lærarar, Dia Petersen, húsavørður og Jógvan á Lakjuni, lærari, sum tó hevur havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiðið.

 

Men samstundis ger Hjalmar Hansen vart við, at enn hevur skúlin ikki fingið nakra greiða fráboðan frá Mentamálaráðnum um, hvussu norðurøkið í Føroyum skal skipast í miðnámsskúlahøpi.

 

- Bygginevndin, ið er sett í samband við út- og umbyggingina sum í løtuni fer fram á skúlunum á Kambsdali, hevur víst á, at tað, sum nú verður bygt, ikki er nøkur framtíðartryggja loysn.

 

Tað, sum nú verður bygt, klárar bert at hýsa øllum núverðandi næmingum undir somu lon og geva karmar til tær lærugreinar, sum breytaskipanin krevur.

 

- Bygginevndin metti í 2013 at 20-25 milliónir skuldu nýtast afturat fyri at gera eina fullfíggjaði útbygging, sum nøktaði nútíðarkrøv.

 

Deildarstjórin staðfstir, at tá ið Eysturoyartunnulin er tikin í nýtslu broytast Føroyar.

- Eitt nú koma næmingar úr Runavík og av Strondum at hava somu ferðatíð til Marknagilsdepilin sum til Kambsdal.

Hvar velja hesi ungu tá at fara í skúla, spyr hann.

 

- Tað má vera ein politisk uppgáva at tryggja, at flest allir næmingar í Føroyum fáa eins góð undirvísingartilboð, sigur Hjalmar Hansen.

 

- Tí eigur longu nú, at verða sett út í kortið, at bygdur verður ein Norðurdepil, sum kann javnmetast við Marknagilsdepilin.

 

- Har skulu  allar miðnámsútbúgvingar kunna húsast undir somu lon og kunnu geva næmingunum best hugsandi møguleikar og útbúgvingartilboð undir nýggjum og framtíðartryggjaðum umstøðum, sigur Hjalmar Hansen.