Á fundinum, sum var fyri fiski- og alivinnuna varð greitt, at áhugin innan vinnuna at taka lærlingar inn er stórur. Jákup Andreasen, skúlastjóri, sigur, at har søgdu fleiri seg vera sinnað at taka lærlingar inn, um tey søkja.
Eisini veit hann at siga, at áhugin millum lesandi avgjørt er tilstaðar, tí fleiri hava ringt til skúlan og spurt seg fyri um útbúgvingina, og hvussu tey skulu gera fyri at søkja.
Hendan nýggja útbúgvingin er ein praktisk vinnulívsútbúgving, har næmingur, sum ætlar sær undir hana ikki skal søkja inn á sjálvan fiskivinnuskúlan, men finna sær eitt góðkent lærupláss millum 12 til 24 vikur, áðrenn skúlin byrjar í august. Tá tey hava funnið eitt lærupláss, ganga tey tað fyrsta árið í skúla, og síðani fara tey í læru. Útbúgvingin tekur trý ár tilsamans, og fyri uttan skúlagongd tað fyrsta árið og 12 vikur í triðja árinum, er næmingurin fyri rest í læru á einum virki innan ali ella fiskivinnuna. Um ein næmingur fer í læru á einum kryvjivirki, so skal hann eisini á eitt annað virki innan alivinnuna, tí tað verður ikki mett at vera nóg breitt øki bert at vera á einum kryvjivirki. Eftir trý ára læru og skúlatíð er ein næmingur útlærdur sum alari ella fiskavirkari.
? Ein næmingur í hesi útbúgvingini skal gjøgnum allar tær ymisku arbeiðsgongdirnar á sínum læruplássi, greiðir Jákup Andreasen frá.
Sum er eru bert tvey, sum eru farin í holt við hesa útbúgvingina. Annar er í alivinnuni og hin í fiskivinnuni. Men tað kemur av, at útbúgvingin varð ikki sett í verk fyrr enn á sumri í fjør, og tá var ov seint at fara í gongd við kunnandi og lýsandi arbeiði. Men nú hevur Fiskivinnuskúlin av røttum kunnað gjørt vart við nýggju møguleikarnar.
Men skúlastjórin sigur tó, at hann kann ikki siga nakað nágreiniligt um undirtøkuna, tí sum sagt, so skulu næmingarnir ikki søkja inn á skúlan men finna eitt lærupláss.
? Av tí at læruplássið ikki skal verða funnið fyrr enn millum 12 og 24 vikur áðrenn skúlin byrjar, so ber slettis ikki til hjá mær at siga nakað um undirtøkuna enn, sigur Jákup Andreasen.
Sum er, er ein fyrsti flokkur í Fiskivinnuskúlanum, og tey bæði, sum eru undir nýggju útbúgvingini ganga í tí flokkinum. Hetta ber væl til, og tað verður helst so eisini komandi skúlaár.
? Tað valdast sjálvandi undirtøkuni fyri tí nýggja, tí um tað fer upp um eitt vist, so kann tað fara at gerast neyðugt at gera ein serstakan flokk við bara teimum, sigur skúlastjórin á Fiskivinnuskúlanum, Jákup Andreasen.
Tað ber nú til at nema sær tvær ymiskar útbúgvingar á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Eina yrkismiðnámsútbúgving, sum er á sama støði sum hinar miðnámsútbúgvingarnar ella hesa nýggju útbúgvingina, sum varð sett í verk seinasta summar.










