Hóast høga aldurin munnu tað framvegis vera nógv ið minnast hann sum tann fyrikomandi og dugnasama handverkaran og meistaran í smiðjuni hjá P/F Mariu Poulsen í Havn, har hann lærdi og starvaðist til hann mátti gevast vegna ringa gigtsjúku.
Martin er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Nicolinu og Christian Vilhelmsen. Eftir lokið realprógv í 1936 fór hann í læru hjá Ludvig Poulsen, nú P/F Maria Poulsen, og varð avlærdur blikksmiður í 1940, 23 ára gamal. Eftir lokna útbúgving helt hann fram hjá somu fyritøku, var eitt langt skifti meistari á verkstaðnum inntil sjúkan noyddi hann at gevast. Mongu árini sum blikksmiður og rørleggjari ferðaðist hann eisini nógv runt oyggjarnar og legði m.a. miðstovuhita inn í nýggj og gomul hús. Samferðslunetið var ikki tað vit kenna í dag og umframt tíðarkrevjandi ferðing var hetta eisini, av somu orsøk, kropsliga sera krevjandi arbeiði tá tilfar og tól skuldu fáast fram til ymisku arbeiðsplássini, og áhugavert er at hoyra hann greiða frá um bæði stuttligu og mangan vandamiklu upplivingarnar á bygd.
Pápi giftist 31 ára gamal við Judith, fødd Langgaard, ættað úr Leirvík, og saman eiga tey 7 børn, sum hava sett búgv í Føroyum og uttanlands. Pápi kemur sjálvur úr einum barnaríkum heimi, og vóru tey íalt níggju systkin, sum vuksu upp í hugnaliga og vakra umhvørvinum beint omanfyri barnagarðin hjá nonnunum. Pápi og fleiri av systkinum settu búgv á trøðni hjá foreldrunum, undir varða, sum tá var langt av leið og í dag er at rokna sum miðbýur.
Pápi var eitt langt skifti livandi partur av tónleikalívinum í Havnini, fyrst í Havnar Hornorkstri og síðani í GHM, har hann var virkin í umleið 30 ár. Í hesum tíðarskeiði spældi hann eisini javnan, saman við øðrum vinmonnum, á dansistøðunum í Havnini og eitt skifti í Sjónleikarhúsinum, har hetta varð kallað ”gamlamannadansur”.
Skíing er oftast nakað vit hoyra um tá fólk leita sær uttanlands, men hetta var ikki nøkur forðing hjá honum og øðrum vinmonnum, sum gjørdu nógv við hetta tá ið stórkavin legðist. Beint eftir kríggið ognaði hann sær eina BSA motorsúklu frá enska herinum og ferðist dúgliga runt oyggjarnar og eisini uttanlands.
Hetta sera virkna arbeiðs- og frítíðar- og mentunarlívið varð, á bestu árum, darvað av sjúku og hóast hetta, 90 ára gamal, framvegis ein framúr fyrimynd av lívsvilja og lívsgleði og setur sín serliga dám á bæði vertsskap og gerandisdag okkara. Tú hevur á tíni lívsleið havt ein dyggan og trúgvan stuðul í mammu okkara, og tað er ein sonn frøi fyri okkum og børn okkara, at uppliva tykkum sum ein savnandi miðdepil og síggja hvussu tit framvegis stórtrívast saman á tykkara ellisárum. Vit eru nógv sum gleða okkum til at halda føðingardagin saman við tær og ynskja tær og mammu ein sera eydnuríkan dag og harrans signing á lívsleiðini.
Ása, Robert, Sonja, Anita, Johanna, Marjun og Eyðun