Ein vápnahvíld fer at frysta hermótini millum stríðandi partarnar og fer at geva Russlandi møguleikan at senda meira útgerð og fleiri herfólk til Ukraina. John Kirby leggur aftrat, at USA sær ikki Kina [...] - Vladimir Putin og Xi Jinping hava ikki sagt nakað, sum fær okkum at halda, at kríggið í Ukraina heldur uppat fyri tað fyrsta. Tað sigur trygdarpolitiski talsmaðurin hjá amerikansku stjórnini, John Kirby [...] Xi Jinping, í Russlandi. - Um Kina veruliga ynskir ein konstruktivan leiklut, eigur forseti landsins at biðja Russland taka sínar herdeildir úr Ukraina, leggur hann aftrat. Xi Jinping er á vitjan í Russlandi
teir í TB alla orsøk at vera fegnir um. HB var nógv meiri í álopsstøðu, enn TB var. Hagtølini siga, at HB vann 12 hornaspørk og at TB vann tvey hornaspørk. Tølini siga eisini, at hóast HB var væl meiri [...] tá ið tað restaðu nakrir fáir minuttir. At øll hornaspørkini og innleggini hjá HB ikki bóru mál og sigur við sær var ikki minst TB málverjanum Anders Hoff fyri at takka. Hann er framúr málverji. Sunnudagin [...] Sunnudagin fær TB vitjan av 07 Vestur, og HB fer sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti ÍF.
eru staðfestir at flyta niður í triðbestu deildina. Tað er einki sum talar ímóti, at AMO fer at vinna tann dystin. Karlskrona møtir Tyresö á útivølli. Tyresö stríðist fyri at sleppa undan at spæla upp- og [...] niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini. So tað er einki sum talar fyri, at Karlskrona fer at vinna ein sigur upp á 25 mál. Uppflytingin hjá AMO er 99,9 prosent vís. Hon skal bara staðfestast
Hentze, rak í mong ár málingahandilin Ælabogan í miðbýnum í Havn. Alex sigur, at hetta er ein spennandi avbjóðing at sleppa at selja máling í einum handli við eina av høvuðsgøtunum í býnum við sama navni [...] Yvir 60 ár eftir at Málingahandilin í J.C. Svabosgøtu læt upp á fyrsta sinni í 1962, letur handilin upp aftur í miðbýnum við sama navni. Fyri at fokusera meira upp á sølu av máling er málingadeildin flutt [...] fyri yvir 60 árum síðan. ##med2## – Vit leggja dent á at selja kvalitetsprodukt til góðan prís. Talan er um Pinotex og Nordsjø máling. Har verður alt at fáa, sum vit kunnu vænta av einum nútímans málingahandli
Danmark, tað hevur einki við tað at gera, men vit halda bara, at vit sjálvi áttu at hava raksturin av einum slíkum radara um hendi. Hetta er eitt upplagt høvi hjá okkum at vinna nøkur fet á sjálvstýrisleið [...] eið, sigur Ruth Vang. Hon óttast fyri, at vit enda aftur í somu støðu, sum var undir kalda krígnum, har tað vóru viðurskifti í Føroyum, sum vit als ikki høvdu innlit í. –Tað má ikki henda aftur, sigur [...] sigur hon. ##med2## Forkvinnan í Framsókn undrast stórliga á, at Javnaðarflokkurin hevur bjargað Jenis av Rana í hesi støðu. – Tað hevði eg ikki gjørt, sigur hon púra greið. Hon undrast stórliga á støðuna hjá
byrjar nú, og tí hevur hann valt at siga sessin frá sær. - Eftir at hava hugsa meg væl um, havi eg valt at siga landsliðsvenjarasessin frá mær. Tað hevur verið ein heiður at verða venjari hjá mínum landi [...] landi, men tað er upp á sítt pláss, at fótbóltssambandið, venjaratoymið og spælararnir sleppa at hugsavna seg um HM, heldur enn gitingar um landsliðsvenjaran, sigur Ryan Giggs. Ryn Giggs er fyrrverandi stórspælari [...] Wales boðar í kvøld frá, at Ryan Giggs gevast sum landsliðsvenjari. Hann bleiv settur úr 2018, men hevur verið fráverandi síðani november 2020, tá hann bleiv ákærdur fyri harðskapi móti tveimum kvinnum
80-unum. Men, hvussu fer Teitur Samuelsen so at halda ólavsøku í ár? - Tað verður sum vanligt. Ólavsøkuaftan fer ein stórur partur av degnum, saman við mongum øðrum, at skipa fyri kappróðrinum. Ólavsøkudag er [...] er gott. Hvat er tað besta við ólavsøkuni? - Tað besta er at steðga á frá gerandisdegnum og verða saman við familju, vinum og kenningum og at práta við fólk, tú ikki hevur sæð nýliga. Harumframt eru tey [...] ólavsøkuni? - Eg eri ólavsøkufólk, so eg eri nøgdur við ólavsøkuna, sum hon er. Haldi eisini, at tað er frálíkt, at ólavsøkan aftur er flutt longur niðan í býin, sum hon var fyrr, sigur Teitur Samuelsen.
facebook í gjár, var, at skipið var jagstrað av føroyskum verjuskipum og RIB báti við 14 løgreglufólkum umborð, sum ætlaðu at boarda John Paul DeJoria. Watson skrivaði eisini, at flokkurin av grindahvalum [...] , sum skuldi haldast til í Vágum, megnaði at flýggja til havs. Samstundis nýtti Watson høvið til at seta innsavning av pengum í gongd. Watson biður fólk um at stuðla stríðnum ímóti grindadrápi við 25.000 [...] Seinnapartin í gjár breyt skipið John Paul DeJoria fyri triðju ferð forboðið um at koma inn um føroyska 12 fjórðinga markið. Skipið hevur tilknýti til felagsskapin Captain Paul Watson Foundation, sum stríðist
Ongin áhugaður at leika Men í ár er ongin ólavsøkukabarett í Sjónleikarhúsinum. Sambært forkvinnuni í Havnar Sjónleikarfelag, Honnu Flóvinsdóttir, so er orsøkin, at ongin hevur bjóðað seg fram at leika kabarett [...] kabarett í ár. Hanna Flóvinsdóttir sigur, at tað tó er hent áður, at ongin kabarett hevur verið á ólavsøku. -Í 2017 var ongin kabarett, og í 2018 setti Havnar Sjónleikafelag sjálvt kabarett upp. Tað hava [...] orku til í ár, sigur Hanna Flóvinsdóttir. Tá korona herjaði var ein loysn funnin, at har samstarv við KVF syrgdi fyri, at smærri leikbrot vórðu sett á pall, tikin upp, og gjøgnum sjónvarp fingu fólk soleiðis
vit tíðindastovuna, Sky News, sum visti at siga, at vraklutir av kavbátinum Titan nú eru fingnir til lands í St. John's í Ný Foundlandi. Allar ábendingar eru um, at kavbáturin við fimm monnum umborð sprongdist [...] hevur verið at, at slíkar ferðir, sum Titan gjørdi við ferðafólki niður á vrakið av Titanic, ikki eru undir nóg tryggum eftirliti. Í kvøld sigur amerikanska bjargingartænastan í tíðindaskrivi, at tey halda [...] halda seg hava funnið tað, sum verður hildið at vera mannaleivdir í vrakinum av kavbátinum. - Leivdirnar, sum eru funnar í vrakinum, verða nú kannaðar nærri, leggur bjargingartænastan aftrat. .