Framsókn hevði mælt frá avtaluni um radaran

– Vit eru ikki ímóti, at ein radari verður settur upp í Føroyum, og tað skal vera øllum púra greitt, at Framsókn ikki er í iva um, at Føroyar eru partur av vesturheiminum.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum ikki er nøgd við avtaluna, sum landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina um nýggjan radara á Sornfelli.

Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin hava ikki umboð í Løgtingsins uttanlandsnevnd. Men um Framsókn var umboðað í nevndini, so hevði flokkurin mælt frá hesari avtaluni, sigur Ruth Vang.

– Vit hava somu uttanríkispolitisku kós sum Danmark, tað hevur einki við tað at gera, men vit halda bara, at vit sjálvi áttu at hava raksturin av einum slíkum radara um hendi. Hetta er eitt upplagt høvi hjá okkum at vinna nøkur fet á sjálvstýrisleið, sigur Ruth Vang.

Hon óttast fyri, at vit enda aftur í somu støðu, sum var undir kalda krígnum, har tað vóru viðurskifti í Føroyum, sum vit als ikki høvdu innlit í. 

–Tað má ikki henda aftur, sigur hon. 

##med2##

 

Forkvinnan í Framsókn undrast stórliga á, at Javnaðarflokkurin hevur bjargað Jenis av Rana í hesi støðu.

– Tað hevði eg ikki gjørt, sigur hon púra greið.

Hon undrast stórliga á støðuna hjá Javnaðarflokkinum, sum hon heldur kann hava okkurt við viðurskifti Javnaðarfloksins við Mette Frederiksen at gera.

 

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn