Í grein á In.fo seint í dag endurgóvu vit tíðindastovuna, Sky News, sum visti at siga, at vraklutir av kavbátinum Titan nú eru fingnir til lands í St. John's í Ný Foundlandi.
Allar ábendingar eru um, at kavbáturin við fimm monnum umborð sprongdist inneftir av nógva trýstinum niðri í dýpinum, har vrakið av Titanic liggur.
Teir fimm menninir í kavbátinum lótu lív. Tað var ein fjarstýrdur kanadiskur kavbátur, sum fann vraklutirnar umleið 500 metrar frá bógnum av Titanic-vrakinum.
Á myndum, sum AP (Associated Press) tíðindastovan hevur lagt út, síggjast fólk, sum taka ímóti vraklutum í havnini í St. John's.
Bæði vaktartænastan í USA og Skaðanevndin í Kanada hava sett kanningar í verk av vanlukkuni.
##med2##
Funnist hevur verið at, at slíkar ferðir, sum Titan gjørdi við ferðafólki niður á vrakið av Titanic, ikki eru undir nóg tryggum eftirliti.
Í kvøld sigur amerikanska bjargingartænastan í tíðindaskrivi, at tey halda seg hava funnið tað, sum verður hildið at vera mannaleivdir í vrakinum av kavbátinum.
- Leivdirnar, sum eru funnar í vrakinum, verða nú kannaðar nærri, leggur bjargingartænastan aftrat.
.












