Watson biður um pengar

Beint sum vaktarskip og løgregla høvdu elt John Paul DeJoria, brúkti Paul Watson høvið til at seta peningainnsavning í gongd

Seinnapartin í gjár breyt skipið John Paul DeJoria fyri triðju ferð forboðið um at koma inn um føroyska 12 fjórðinga markið. Skipið hevur tilknýti til felagsskapin Captain Paul Watson Foundation, sum stríðist ímóti grindadrápi, og Paul Watson skal sjálvur vera umborð á skipinum.

 

Tjaldrið, Brimil og skjóttgangandi RIB bátur vóru í hølunum á John Paul DeJoria, og hesum fingu tey umborð á skipinum góðar myndir av. Søgan, sum Paul Watson segði á facebook í gjár, var, at skipið var jagstrað av føroyskum verjuskipum og RIB báti við 14 løgreglufólkum umborð, sum ætlaðu at boarda John Paul DeJoria.

 

Watson skrivaði eisini, at flokkurin av grindahvalum, sum skuldi haldast til í Vágum, megnaði at flýggja til havs.

 

Samstundis nýtti Watson høvið til at seta innsavning av pengum í gongd.

 

Watson biður fólk um at stuðla stríðnum ímóti grindadrápi við 25.000 dollarum – tað er umleið 165.000 krónur.

 

Virksemið hjá Captain Paul Watson Foundation verður fíggjað við stuðli frá fyritøkum, ríkfólki, limum og vanligum fólki.

 

##med2##

 

Myndir sum hesar vera brúktar til fulnar av Paul Watson