TB snýtti HB

Fyrsti dysturin í fjórða umfari endaði málleysur í Trongisvági, har HB favorittarnir í HB vóru gestir

Tað er fagnaðar í heimaleguni í Trongisvági. Dómarin, Bjarki Danielsen, hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir tað sama, sum hon vísti, tá ið Bjarki bríkslaði fyri fyrstu ferð.

 

Úrslitið var 0-0. Hetta er fyrsta stigið, sum TB vinnur í ár, og tað hava teir í TB alla orsøk at vera fegnir um. HB var nógv meiri í álopsstøðu, enn TB var. Hagtølini siga, at HB vann 12 hornaspørk og at TB vann tvey hornaspørk. Tølini siga eisini, at hóast HB var væl meiri á bóltinum, so var talan ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar.

 

TB vísti framúr hugburð, og tað loysti seg.

 

Mads Borchers hjá HB hevði ein stóran møguleika tíðliga í seinna hálvleiki, og hann hevði aftur ein stóran møguleika, tá ið tað restaðu nakrir fáir minuttir.

 

At øll hornaspørkini og innleggini hjá HB ikki bóru mál og sigur við sær var ikki minst TB málverjanum Anders Hoff fyri at takka. Hann er framúr málverji.

 

Sunnudagin fær TB vitjan av 07 Vestur, og HB fer sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti ÍF.