Ongin ólavsøkukabarett í ár

Hjá mongum hevur tað verið fastur táttur at vitja innar í Sjónleikarhúsið á ólavsøku, har ólavsøkukabarett hevur verið fastur táttur av ólavsøkuni, at kalla uttan slit, í mong ár. Men í ár er ongin kabarett.

Ólavsøkukabarettin, har skemta verður við tí, sum frammi hevur verið, og har t.d. politikarar, og aðrir almennir persónar, ofta verða skemtiliga lýstir, hevur hjá mongum verið fastur táttur á ólavsøku. Og kabarettin hevur langa søgu, og hevur vunnið sær pláss sum nakað av tí, ið hevur myndað ólavsøkuskránna.

 

 

 

Ongin áhugaður at leika

 

Men í ár er ongin ólavsøkukabarett í Sjónleikarhúsinum.

 

Sambært forkvinnuni í Havnar Sjónleikarfelag, Honnu Flóvinsdóttir, so er orsøkin, at ongin hevur bjóðað seg fram at leika kabarett í ár.

 

Hanna Flóvinsdóttir sigur, at tað tó er hent áður, at ongin kabarett hevur verið á ólavsøku.

 

-Í 2017 var ongin kabarett, og í 2018 setti Havnar Sjónleikafelag sjálvt kabarett upp. Tað hava vit tíverri ikki orku til í ár, sigur Hanna Flóvinsdóttir.

 

Tá korona herjaði var ein loysn funnin, at har samstarv við KVF syrgdi fyri, at smærri leikbrot vórðu sett á pall, tikin upp, og gjøgnum sjónvarp fingu fólk soleiðis kabarett heim í stovurnar.

 

Meira sæst um hetta í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er borið í hvørt hús í Føroyum.