men ganga hond í hond fyri at bøta um fólkaheilsuna. Umframt hetta er alneyðugt, at skjótir og tryggir ávísingarmøguleikar eru hjá kommunulækna, um illgruni er um krabbamein. Vit hava nú fingið nýggja [...] virknað. Sum við øðrum krabbameinstilburðum er skjót hjálp alneyðug. Tað økir um sannlíkindini fyri at gerast frískur aftur og minkar um viðgerðartørvin. Talið av bróstkrabbatilburðum er vaksandi. Í 2007 vóru [...] vóru uml. 20 tilburðir, og seinnu árini hava verið uml. 35 tilburðir um árið. Tað var væntandi, at talið av tilburðum fór at vaksa, tá ið screeningin bleiv sett í verk, men at talið síðan fór at koma í fasta
eins og onnur løg sosum Can’t Erase it eisini hava gjørt um seg. Seinasta árið hava Lena og Niclas ikki verið líka virkin á konsertpallunum sum árið fyri, tí tey hava arbeitt við eini komandi fløguútgávu [...] Her er talan um nakrar av okkara fremstu bólkum hvør á sínum øki. Her er sostatt lítil ivi um, at AME-Føroyar hevur tað, ið skal til at gerast ein av ársins allarbestu tónleikaupplivingum. Nógvu útlendsku [...] Deja Vu, Líggjas og Flóvin, skiftast um leiklutin sum sangari. Bólkurin hevur spælt á flest øllum tónleikatiltøkum í Føroyum, og tað er greitt at bólkurin hevur vónir um at gerast kendur uttanfyri Føroyar
eg ivist í, um eg hevði funnið nakran av teimum aftur, sigur hann. Høgravendi lærarin tók væl ímóti Nikolaos læs á musikkskúla í Tashkent í seks ár, men áðrenn hann fór undir seinasta árið, avgjørdi familjan [...] og tað hevði nógvar uppgávur við sær ? bæði á heimavølli og kring um í Europa. Nikolaos spældi bratsj, og tá ivamál stingur seg upp um munin millum violin og bratsj, tekur hann eina bratsj fram, sum hann [...] Belgia. Tað sá næstan út, sum um tónleikararnir keddu seg stórliga, tá teir spældu, og tað dámdi mær als ikki, greiður Nikolaos Kapnas frá. Í 1994 var álvari gjørdur av ætlanini um at royna nakað heilt annað
krónur um dagin fyri hvørt búfólkið, og ein dagsprís fyri fólk við demens, ið er 1524 krónur um dagin fyri hvørt búfólkið. Tískil kostar eitt fólk á røktarheimi millum 480.000 og 556.000 krónur um árið. Harafturat [...] brævi til ráðið í mars mánað. Boðanesheimið verður brúkt sum dømi um, hvussu trupult tað er at stýra einum øki, har ein partur tekur avgerðir um viðurskifti, ið ein annar partur skal gjalda. Ella, sum stjórin [...] hevur onga heimild at áleggja sanktiónir, um boðini ikki verða fylgd. Í fleiri førum kunnu vit bara heita á avvarandi kommunu ella stýri fyri røktarheimið um at taka neyðugu stigini, verður ein játtan
átta mál. Kolvelting í 1997 Um summarið í 1997 keypur ríkmaðurin, Mohammed Al Fayed, Fulham. Felagið stríðist í triðjbestu deildini, men málini eru høg. Premier League fótbóltur um fimm ár eru boðini. Kevin [...] ósamdir um uppstillingina. Chris Coleman tíðin Kevin Keegan tekur yvir og felagið flytur upp. Í 1999 vil Ongland hava Kevin Keegan til landsliðsvenjara, eitt starv hann ikki kann siga nei takk til. Árið eftir [...] og hesa ferð liggur betri fyri. Longu í fyrsta kappingarárinum megnar Fulham at blíva nummar tíggju. Um hetta mundið eru javnan yvir 30.000 áskoðarar til heimadystirnar hjá Fulham. Men niðurflytingin er
byrjan upp á kappingarárið við seks stig fyri átta dystir. Argjamenn hava hinvegin fingið eina marrubyrjan upp á kappingarárið og hava bara eitt stig. Argjamenn skulu skriva søgu, um teir skulu bjarga sær [...] Vestur og AB, at meta um liðini. Bæði 07 Vestur og AB stríðast fyri at finna ein leist, sum kann tryggja teimum eina tilveru í bestu deildini. 07 Vestur kann framvegis bjarga sær, um teir tapa fyri AB, men [...] seg so illa sum AB hevur í ár. Bara eitt stig er tað blivið til. Í fjør hevði FC Suðuroy tvey stig um sama mundið, men endaði eisini við at flyta niður. Hvørt ár síðani 2005 hevur eitt lið havt í mesta
krónur til barnafilmar. Við teimum útreiðslum sum vera, ber biografurin seg sostatt um 15.000 atgongumerki verða seld um árið. Hetta ljóðar av nógvum. Men tað merkir, at tað skulu verða 27 fólk í miðal til [...] fyri sersýningum sýningum, um skúlar, ella størri bólkar, vilja sleppa at síggja film uttanfyri vanligu sýningarnar. Fyrsti filmurin, sum verður vístur í Suðurbio, er filmurin um grísin ?Babe?, sum dugir [...] eini trý ár síðani, at hugskotið varð nevnt at stovna biograf í klubbanum, men tað er hetta síðsta árið, at arbeitt hevur verið við málinum av álvara. 60 stólar Tað er nevndin í Klubbanum, Jean Dimon, Bjarti
skal eisini hava tíð til saman við sínum starvsfeløgum at eftirmeta hvønn næming sær fleiri ferðir um árið. Næmingurin skal nú vera í sentrum, men næmingatalið, tann mongdin, sum lærarin hevur í flokkinum [...] Lærarafelag, sum hildu, at hetta ikki var nóg gott. Tað vóru nógvir limir, sum heittu á Lærarafelagið um at gera meira. Onkur skeyt upp verkfall. Tað var bara tað, at limirnir í Føroya Lærarafelag kundu ikki [...] gerast meira ?liðilig?, segðist. Føroya Lærarafelag var harðliga ímóti hesum, tí Felagið var sannført um, at hetta fór at verða brúkt sum ein fjald sparing, og at hetta fór fyrst og fremst at ganga út yvir
Madre-fjøllunum. Geronimo játtaði at fara við hermonnunum, men longu árið eftir var hann aftur á ferð. Tíðindi vóru farin at ganga um, at ein indianskur stríðsmaður var tikin og drigin fyri rættin, og at [...] fáa høvdið á abba sínum aftur á rætta staðið. Hvussu brævskrivarin eitur, sigur hendan søgan einki um, men navnið á abbanum er væl kent og hevur sítt serliga pláss í amerikonsku søguni. Hann æt Geronimo [...] amerikanskar og meksikanskar bygdir. Flýddi fleiri ferðir Í 1875 góvu amerikonsku myndugleikarnir boð um, at allir apache-indianarar vestan fyri ánna Rio Grande skuldu savnast í San Carlos-økinum, men tað
gjøgnum árið í Miklagarði ella Samkeyp kundu føroyingar í august mánaði njóta ný sælandsku operasangarinnuna Kiri te Kanawa á Listastevnu Føroya fyri einans 950 krónur. Allar sjónvarpslýsingar um bíligar [...] frá, at hann aftur fór í føroysku landsliðstroyggjuna. Stóri spurningurin eftir tíðindafundin var, um tað var mans- ella kvinnulandsliðið, Todi skuldi umboða. Ársins kveikjari: Katja Kean Føroyar vóru [...] vórðu ruddaðar, hóast t.d. grundlógarálitið varð lagt fram sama dag. Andsmenni Katja lærdi føroyingar um frælsi, frígering, framburð og modernitet, og mangur gamal drongur stóð andlit til andlits við sín