Millum pappírini á borðinum hjá George W. Bush í Hvítu Húsunum liggur eitt bræv við heldur sjáldsomum innihaldi. Brævið er frá einum manni, sum vil hava forsetan at hjálpa sær at fáa høvdið á abba sínum aftur á rætta staðið.
Hvussu brævskrivarin eitur, sigur hendan søgan einki um, men navnið á abbanum er væl kent og hevur sítt serliga pláss í amerikonsku søguni. Hann æt Geronimo og var tann seinasti høvdingurin hjá apache-indianarunum. Høvdið venda vit aftur til.
Tað er ikki fyri tað góða, at Geronimo hevur fingið sítt pláss í amerikonsku søguni. Eins og hinir indianararnir vildi apache-ættin ikki góðtaka, at teir hvítu niðursetumenninir tóku teirra land, men sum árini gingu, mátti ein indianaraætt fyri og onnur eftir lúta fyri amerikanska herinum. Apache-ættin var tann indianaraættin, sum stríddist longst, og tað gjørdi, at oddamaður hennara er tann best kendi indianarin í USA enn tann dag í dag.
Millum niðursetumenninar í Arizona og New Mexico var Geronimo kendur sum ein eirindaleysur drápsmaður, og hetta umdømið varðveitti hann í mong ár eftir deyða sín. Millum indianararnar var hann harafturímóti tann mætasti høvdingurin við øllum teimum eginleikum, sum ein slíkur átti at hava. Hann var ágangandi og djarvur og so eirindaleysur, at niðursetumenninir skulvu av ræðslu, hvørja ferð navn hansara bleiv nevnt.
Men alt hevur sína orsøk, og soleiðis var eisini við eirindaloysi og hevndarhugi Geronimos. Í 1858 var hann á handilsferð í Meksiko, og tá hann kom aftur til legu sína, høvdu meksikanskir hermenn verið har og dripið frá hond. Millum tey deyðu fann Geronimo konu sína og øll trý børnini. Hildið verður, at tað var hesin tilburðurin, sum gjørdi, at hann legði hatur á øll hvít og allar meksikanarar, og hann svór, at hann skuldi beina fyri so mongum teirra, sum hann fekk høvi til. Eftir hendan dag herjaði hann javnan amerikanskar og meksikanskar bygdir.
Flýddi fleiri ferðir
Í 1875 góvu amerikonsku myndugleikarnir boð um, at allir apache-indianarar vestan fyri ánna Rio Grande skuldu savnast í San Carlos-økinum, men tað eydnaðist Geronimo at flýggja saman við sínum næstu stuðlum. Tað eydnaðist kortini amerikanska herinum at finna tey og at flyta tey aftur til økið, haðani tey vóru flýdd.
Amerikonsku myndugleikarnir stóðu við sítt og kravdu, at apache-indianararnir skuldu flytast til San Carlos, sum var eitt oyðið øki í statinum Arizona. Aftur hesaferð eydnaðist tað Geronimo at flýggja, hesaferð saman við einum svági sínum, sum æt Juh. Í næstan tíggju ár eydnaðist tað teimum at fjala seg fyri herinum. Tey fyrstu árini livdu teir eina friðarliga tilveru, men tá ein apache-profetur bleiv myrdur í 1881, fóru teir aftur í hernað ímóti teimum hvítu.
Í mai í 1882 bleiv Geronimo svikin av sínum egnu. Nakrir apache-indianarar høvdu játtað at hjálpa amerikanska herinum, og tað eydnaðist teimum at taka hann og viðhaldsfólk hansara á bóli í einari legu, sum tey hevði fingið sær í Sierra Madre-fjøllunum.
Geronimo játtaði at fara við hermonnunum, men longu árið eftir var hann aftur á ferð. Tíðindi vóru farin at ganga um, at ein indianskur stríðsmaður var tikin og drigin fyri rættin, og at fleiri slík mál vóru á veg. Tann 17. mai í 1885 flýddi Geronimo saman við 35 monnum og 109 kvinnum, børnum og unglingum. Í januar árið eftir frætti hann, at apache-indianarar høvdu hjálp amerikanska herinum at finna tilhaldsstaðið hjá svági hansara Juh, og Geronimo skilti, at tað sama mundi fara at henda sær. Tí gjørdi hann av at geva seg yvir til generalin Nelson Miles. Hetta var tann 4. september í 1886. Tá taldi fylgi hansara 16 menn, 12 kvinnur og seks børn.
Tá Geronimo gav seg yvir, endaðu atgerðirnar hjá indianarunum, men tann gamli høvdingurin fekk skjótt at sanna, at tann hvíti maðurin var ikki til at líta á. Beint ímóti teimum lyftum, sum hann hevði fingið, vórðu hann og næstan 450 apache-indianarar fluttir í legur í Fort Marion og Fort Pickens í Florida. Har vóru umstøðurnar heilt øðrvísi enn tað, sum teir vóru vanir við, og tey næstu árini doyðu næstan ein fjórðingur av tuberklum og øðrum sjúkum .
Í 1894 gjørdu myndugleikarnir av at flyta indianararnar til Fort Sill í Oklahoma. Har lívbjargaði Geronimo sær sum bóndi tey næstu árini, men tá hann doyði tann 17. februar í 1909, var hann framvegis krígsfangi, og hann varð jarðaður í apachekirkjugarðinum í Fort Sill.
Geronimo og Bush
Søgan vil vera við, at nakrir studentar á lærda háskúlanum Yale gjørdu seg inn á grøvina hjá Geronimo, tá teir vóru á einari sjálvbodnari venjingarlegu, sum amerikanski herurin skipaði fyri í Fort Sill í 1918. Studentarnir vóru limir í einum loyniligum felagsskapi, sum eitur Skull and Bones Society (Skølta- og beinafelagið), og søgan sigur, at teir høvdu skøltin hjá Geronimo úr grøvini og tóku hann við sær til høvuðsstaðina hjá felagsskapinum, sum er í New Haven í statinum Connecticut. Tað er væl kent millum manna í USA, at ein liður í upptøkuni til limaskap í Skull and Bones Society er, at nýggju limirnir skulu kyssa ein skølt, ið verður róptur Geronimo, og sum liggur í einum glasbúri.
Tað er eisini væl kent millum manna í USA, at George W. Bush, forseti, var limur í Skull and Bones Society, tá hann gekk á lærda háskúlanum Yale. Pápi hansara, George Bush, var eisini limur í felagsskapinum, tá hann gekk har, og soleiðis var eisini við abbanum, Prescott Bush, sum sambært søguni var við til at ræna høvdið av Geronimo í 1918.
Í mong ár hava tey flestu hildið, at søgan um skøltin á Geronimo var íspunnin, men herfyri almannakunngjørdi ein søgufrøðingur á Yale eitt bræv frá 1918, sum bendir á, at alt er ikki íspunnið. Í brævinum, sum er frá einum limi í Bones and Skull Society til ein annan lim, stendur, at felagsskapurin hevur tikið høvdið av Geronimo upp úr grøvini í Fort Skill.
Nú vil oldurabbasonurin hava forsetan at hjálpa mær at fáa høvdið á oldurabbanum aftur, so tað kann jarðast eftir fornum indianskum siði. Enn hevur Bush ikki gjørt nakrar viðmerkingar til brævið, og tí er ikki greitt, um hann fer at rætta mistakið hjá abba sínum.









