2004 á ranguni

Ársins útiseti. Ársins undirskrift. Ársins mótmælisgonga. Ársins frisura og ársins hjúnarskilnaður. Sosialurin hyggur alternativt aftur á árið, ið fór

Ársins undirskrift: Heðin Mortensen
Ein maður er ein maður, og eitt orð er sgu eitt orð. Tað prógvaði Heðin Mortensen mikunáttina 10. november, tá hann tryggjaði Jan Christiansen fýra ár afturat í heita sessinum. Men Heðin kundi ikki gera við, at avtalan ikki var bindandi, og hann kundi heldur ikki gera við, at sansaleysa andstøðan kroysti neyðars Heðin upp í ein krók, har hann hjálparleysur varð trýstur til at gera eina nýggja avtalu. Ímóti sínum vilja verður solidariski Heðin nú á brúnni á Vaglinum næstu fýra árini.

Ársins tár: Todi Jónsson
Í harðari kapping við Poul Mohr og Krúnprins Frederik kulmineraðu kenslurnar uppi á Hotel Føroyum í juni, tá Tude Jónsson boðaði frá, at hann aftur fór í føroysku landsliðstroyggjuna. Stóri spurningurin eftir tíðindafundin var, um tað var mans- ella kvinnulandsliðið, Todi skuldi umboða.

Ársins kveikjari: Katja Kean
Føroyar vóru í undantaksstøðu, tá danska pornomodellin Katja Kean vitjaði í mai. Forsíðurnar vórðu ruddaðar, hóast t.d. grundlógarálitið varð lagt fram sama dag. Andsmenni Katja lærdi føroyingar um frælsi, frígering, framburð og modernitet, og mangur gamal drongur stóð andlit til andlits við sín lívs kærleika niðri í barrini í Eclipse.

Ársins umboð: B36 og B68
Fáur umboðaði Føroyar við slíkari tign á altjóða pallinum sum fótbóltsfeløgini B36 og B68 í juli. Lettar tóku "reyða leyparan" fram, tá føroyingar vóru heili tvær ferðir á blettinum, og tað var svartasta óhepni, at eystureuropear fingu 22 mál í hinum endanum. Føroysku leikararnir kundu skála við góðari samvitsku, tá teir komu heimaftur ólavsøkudag ? sama dag sum teir vórðu farnir avstað.

Ársins mótmælisgonga: Svenning og Birgit av Lofti
Gloymið alt um ungdómsuppreisturin í 68, NATO-mótmælisgongurnar í sjeytiárunum og MTV-uppreisturin fyrst í nítiárunum. Seinast í apríl mánaði tóku hjúnini Birgit og Svenning av Lofti skelti í hond og gjørdu vart við sína ónøgd niðri í tinginum. Mannfjøldin var ikki tann størsta, men hjúnini bardust manniliga.

Ársins útiseti: Virgar Dalsgaard
Í harðari kapping við Reyða Ormin í London stendur eingin chefideologi sosialistanna kurl. Brølið úr Ringsted oysti sína vreiði yvir Føroya fólk stóran part av 2004, og eingin kundi kenna seg tryggan. Journalistar og tjóðveldisfólk fingu eina lortaspann fyri og aðra eftir oman yvir seg, tá Virgar tók penn í hond og revsaði nationalu massapsykosuna.

Ársins krassj: Karsten Hansen
Sheriffurin, løgtingsmaðurin og fyrrverandi sýslumaðurin fær henda heiðurin. Karsten vónaði, at pínliga óhappið í november uttanfyri bakaríið hjá Frants, tá hann stoytti saman við Olafi Olsen, fór at fara stillisliga aftur við borðinum. Men bøðilin í SVF fekk frænir av tilburðinum, og so var fanin leysur í Vørðsluni. Skiparin á Norrønu er eisini ein kandidatur, men hann kundi ikki í sama mun dylja sína misgerð, tá hann mundi flutt Molan út á Argjalandi, tí at onkur hevði borið eyga við tilburðin frá landi.

Ársins hjúnarskilnaður: Høgni og Tobbi
Skandinavia var í andaleypi, tá kærleikin varð kólnaður í kongshúsinum millum Joachim og Alexandru, men eingin hevði væntað, at ástarleikurin brádliga hvarv í tjóðveldisgreipuni millum Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen í oktober. Lítli Messias mátti verja seg fyri hurðaklamsi og flúgvandi granatum frá guerilla-hermanninum á Langanesi, sum heldur hoyrir heima í kubanska fjallalendinum. Í skrivandi stund røkist einki fyri, at kærleikin aftur fer at blóma.

Ársins listaverk: Skulptururin í Hoydølum
Studentar kring allan heim hava altíð gingið á odda í uppgerðini við tað traditionella og konventionella, og farna árið var einki undantak. Studentarnir í Hoydølum hava enn einaferð brotið upp úr nýggjum við slóðbrótandi list. Hans Pauli Olsen og Janus Kamban kunnu fara heim, tá fíntfølandi hendurnar og óavmarkaða hugflogið fáa fría ræsur í Dalinum Fagra. Orð eru fátøk, og vit lata myndina tala fyri seg.

Ársins vallyfti: Johan Hot
Tað stóð ikki á valfleski í 2004. Undan løgtingsvalinum í januar og býráðsvalinum í november vóru fjølmiðlarnir á tremur við vallyftum: skattalættin, gransking og íløguraðfestingar, men sum ikki einaferð hevði Johan Hot í lesarabrævi í oktober mest nýskapandi frambrotið í føroyskum politikki: tey gomlu skulu hava meiri øl og vín, tí tað stimbrar heilsu, hugna og trivnað, og ellisheimini skuldu sambært Hottinum taka kappingina upp við mastodontarnir Platform og Éclipse. Veruligur framburður, Johan!

Ársins ummælari: eingin
Dómsnevndin metti ikki, at nakar skikkaður kandidatur var til henda heiðurin í ár. Besta og einasta boðið var Carl Johan Jensen, sum trúfastur og ótroyttiligur hevur sáplað alt og øll niður í sand og øsku. Carl Johan fær hervið annað plássið, og vónandi fer onkur at ummæla okkurt í 2005?

Ársins virki: Smyril Line
Við pjøkanum á baki hava Óli Hammer og Klæmint Weihe gingið biddaragongd síðani stásiliga ferðamannaskipið lá sum tongul í brimi á Havnarvág. Felagið liggur við reyvini í vatnskorpuni, og leiðslan stendur í skrivandi stund við pumpurnar og selur út av sínum ognum fyri at bjarga Norrønu. Dómsnevndin var ikki á einum máli um ársins virki, tí fleiri alifyritøkur hava eisini givið Smyril Line skarpan gang.

Ársins frisura: Karl Anton Klein
Tann føroyski Jimmy Hendrix. Eingin slær rockaran úr áttatiárunum niðri á Margarinfabrikkini. Stílurin hjá Karl Anton er gjøgnumførdur frá topp til tá, og fyri at halda stílin við líka jammar hann burturav saman við tannáringum í 48 Pages, Speaker og Lama Sea. Vit kunnu leggja afturat, at bæði Høgni "Zeppelin" Djurhuus og Sofus Poulsen eisini vóru vigaðir til henda heiðurin.

Ársins krossfesting: Hermann Oskarsson
Formaður Búskaparráðsins gjørdist ársins offurlamb eftir hansara luttøku á krossferðini hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg seinast í mai. Eingin hevði hvørki sæð ella hoyrt umstrídda fyrilesturin hjá neyðars búskaparfrøðinginum, men bæði Landsstýrið, fjølmiðlar og Fiskimannafelagið vórðu skjótir úti við rívuni. Við árslok takkaði Oskarsonur fyri seg, og kvørkratak valdsharrana náddi sínum endamáli.

Ársins tilboð: Kiri Te Kanawa
Av øllum tilboðum gjøgnum árið í Miklagarði ella Samkeyp kundu føroyingar í august mánaði njóta ný sælandsku operasangarinnuna Kiri te Kanawa á Listastevnu Føroya fyri einans 950 krónur. Allar sjónvarpslýsingar um bíligar eplasekkir og trý Twix fyri 10 krónur kundu pakka saman, tá sopranrøddin skúgvaði øll onnur tilboð til viks. Loksins sluppu Palleba og Marsanna upp í mentanarelituna í Norðurlandahúsinum.